Skip to main content

Slitstyrkin í nýkomnum slagarum


Leygardagin kom Hallur Joensen á gátt við nýggju fløguni, sum hevur frámerkið HJ7, altso hin sjeynda í røðini. Fyrsta fløgan, “Pickin’ Time In Nashville” kom í 2008. Tann fløgan vakti ans, tí hon blásti nýtt lív í heimligu countrysjangruna við einum nýggjum navni í framúr framleiðslu. Á árligu samkomuni hjá Kúrekafelagnum valdi Petur Rouch sum vant fimm tær bestu útgávurnar, og nýggja navnið úr Klaksvík slapp innum hetta árið. Fimm tær bestu tað árið vóru hesar:

Hank Williams "Unreleased Recordings" (3 fløgur)
Kathy Mattea "Coal"
Teddy Thompson "Upfront and Down Low"
Hallur Joensen "Pickin' time in Nashville"
Glen Campbell "Meet Glen Campbell"

Síðan hevur gingið slag í slag, og allan vegin hevur Jákup Zachariassen verið fremsti samstarvsfelagi hjá Halli, tað verið seg ljóðtekniskt, sum innihaldsligani við løgum og fylgispæli, men eisini við bestu kontaktum til Nashville og føroyskar plátuyrkjarar og týðarar.

Júst hetta hoyrist eins skilliga á nýggju fløguni og á teim undanfarnu, nú nakað er frálíð, síðan vit síðst hoyrdu frá Halli á fløgu.

Hugsa vit okkum at Jákup er leirkerasmiðurin, orðamyndin er ikki so fremmand, og Hallur er tilfar leirkerasmiðsins, so tykist samstarvið teirra millum nú at verða so hegnisliga slitsterkt í hondum Jákups, at eg kenni á mær, at vit nema við fullkominleika í dagsins Føroyum í hesi ofta undirmettu sjangru, sum illani letur seg seta í bás, hóast summi siga avgjørd, at hetta er country, onnur at hetta er dansbandatónleikur og uppaftur onnur, at hetta er einki annan enn smakkleysur konsumtónleikur at fylla út ringastu holini í útvarpsskránni, ja í besta lagi pausutónleikur, meðan vit bíða eftir nøkrum ordiligum.

Eg vil siga, at við nýkomnu fløguni, “Runnin ár”, er á fyrsta sinni lukkast at seta í glas og rammu eina serføroyska tónleikahevd, sum ikki kundi verið til uttan í fyrsta lagi Útvarpið, sum byrjaði í 1957, og síðan Tey av Kamarinum, sum samstundis fóru at spæla, og í triðja lagi tann veruleika, at Tonglatummas fór at seta føroysk orð til rútmurnar, orð, ið skaptu ein heimlandstóna, soleiðis at 1959 stendur sum hitt fyrsta árið við haldbarum føroyskum skaldskapi á plátu, við rocklýrikki, sum tey siga í øðrum londum.

Haldi, at við hesi útgávuni, “Runnin ár”, hevur tað eydnast Halli og Jákupi sum aldri áður at fáa um hesa upprunarótina, foredlað og dagføra hana fram til dagin í dag, og so at gera eitt album við 12 nýggjum sangum, sum allir eru á føroyskum, sum eisini fáast á LP.

Útgávan, og alt tilfar á henni, hevur tað listarliga yvirskot, sum ger, at tað hvílir í sær sjálvum. Tí einki er so umráðandi, sum tað í hesi sjangruni, at slappa av og hella seg afturá, sum sat tú í eini kosmiskari sofu, meðan tú spælir og syngur, púra kul og hvílandi í tær sjálvum, ja beint fram grounded, tó tú ikki er sigldur uppá turt, men ert vorðin eitt við jørðina og tað, sum undir er.

Málbólkurin er arbeiðarin. Vit hoyra vendingar sum "tá ið dagsins verk er av", at "riggað er av", og vendingar úr maritima umhvørvinum sum at "renna upp á sker", og at "sól søkir hav". Umframt skilnað, at pør fara hvør til sítt, sum í Skilnartár hjá Martini Joensen, so er drykkjuskapur eisini eitt evni, sum hómast í sangunum. Púra opinlýsur er hann, drykkjuskapurin, í festliga texmex sanginum um Billy Joe, ið helst drekkur tequila, so brúdleypskent er mexikanska mariachi knýtið úr Føroyum, og sum Niclas Johannesen hevur skrivað í einum so stuttligum stíli, at hetta er ein instant classic. Niclas eigur eisini tekstin til framúr sangin Í meðan eg svav.

Í eina tíð hava vit hoyrt Hall syngja tekstin hjá Kemm Poulsen Mín vakra, ljósa lilja, sum Jákup hevur tónsett, og latið í ein søkjandi varisligan, men tó punktliga beinraknan akustiskt-romantiskan dám við spanskum gittara hjá Bryan Sutton, og einari vokalari pallseting, nakað sum tá Eyðun Nolsøe sang Juanita við einum farra av flamenco ytst á tunguspíðsinum, hóast orðini lenda greitt á heimlandsbotni, har hin málandi munnharpan sleppur at brúka allan widescreen søgukarmin, ið tekur ta tíð, hann tekur, hálvan sætta minutt. Hetta er enn mín yndissangur av teim 12, sum eru á hesi fløguni. Haldi, at hesin sangurin sum fyribrigdi í almenna rúminum er fortalari fyri at definera ein slagara, sum ikki bara døgnflugu, men sum eina ljóðmynd í brúkstónleikahevdini, ið hevur slitstyrki at standa ímóti øllum atfinningarsemi og tolir at verða spældur nógv í Útvarpinum í fleiri ókomin ár, hugsi eg. Men uttan tað, Útvarpið, kann eg ikki hugsa mær Hall og hansara ljómlið í hesi hevd, sum eg bindi hann afturat. Eg yvirgevi meg so púrastani fyri Halli, Kemm og Jákupi í sanginum Mín vakra, ljósa lilja.

Í afturvendandi klangi damar mær serliga væl at hoyra hvassa elgittarljóðið hjá Brent Mason, sum vitjaði í Føroyum við The A Team í 2009, og so feiandi lætta trummuspæli hjá Paul Leim, sum Óli Poulsen hevur mjúkslípað í sanginum hjá Kemm. Umframt Mason spæla flestu úr The A Team eisini við Halli.

Og so er ikki at gloyma duettirnar, sum er ein gamal gimmick at lyfta sangir fram í nýtt ljós við øðrum onkuntíð óvæntaðum sangarum. Dóttirin, Jessica, opnar fløguna við einum fínum sangi, sum Steintór Rasmussen hevur skrivað orð til, Enn er verðin ung, hin kvinnuduettin er pískandi skjóttgangandi sangurin Vinir eru reyðargull við Kristinu Bærendsen, og triðja duettin er við Sámali Ravnsfjall. Tað er sangurin hjá Buck Owens Love’s Gonna Live Here í týðing hjá Andriasi Justesen, Kærleikin blómar, við Brent Mason á hvøssum Bakersfield elgittara. Nýggj nøvn saman við Halli eru eisini Eyðun Nolsøe, sum hevur skrivað orð til Tá tú veitst, har Pætur við Keldu hevur gjørt lagið saman við Jákupi.

Ein frálík fløga, akkurát sum gomlu LP pláturnar, har ein og sami sangari kann taka nógvar leiklutir á seg, eisini sum krúnari. Kanska er hetta hin allar besta fløgan frá Halli. Orsøkin er, at Hallur og henda fløgan hvíla so trygt á heimligum støði og í tulkingarfelagsskapi peika so greitt aftureftir til Tey av Kamarinum og texas swing, men ikki gloyma at kasta seg út í slagarar, sum spretta úr samtíðini, sum Mín vakra, ljósa lilja, Í meðan eg svav og Skilnartár. Special mention, tey siga, er hin óvæntað stuttligi turkiligassangurin, Billy Joe.

Bravo, Hallur!