Skip to main content

Ein roynd at lýsa risan í reportasjuformi


- Bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi, sigur Jógvan Hugo Gaardar, sum í gjár legði bókina "Av føroyskum firðum út í stóru verð" fram á Bakka, har opið hús var.

Jógvan Hugo er úr Klaksvík, útbúgvin journalistur og býr í Oslo. Tað er saman við Grækarisi Djurhuus Magnussen, journalisti, at hann hevur skrivað bókina um Bakkafrost.

- Sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo havi eg fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum. Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi. Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni, sigur Jógvan Hugo.

- Bakkafrost er tann størsta føroyska alifyritøkan, og saman við hinum báðum alifyritøkunum, so vísir føroysk alivinna, at vit eiga heimsins leiðandi alarar. Hetta vita nógv uttanfyri Føroyar. Tað er ikki altíð at hesin kunnleikin er at síggja í føroyska kjakinum, sigur Jógvan Hugo, tá hann legði bókina fram, og undirstrikaði, at tað var hann, ið hevði tikið endaligu avgerðina um, hvussu bókin er bygd.

Fremst í bókini, undan fororðunum, skrivar forstjórin, Regin Jacobsen, at orsøkin til bókina er, at felagið rundaði tey fimmti. Hildið varð natúrligt, at ein bók skuldi skrivast um felagið og umstøðurnar hesi árini.

- Valið fall á Jógvan Hugo Gardar, sum í nógv ár hevur verið ógvuliga virkin at geiða frá og lýsa sjógætisvinnuna, bæði í Føroyum og í Noregi. Rithøvundurin hevur fingið fríar teymar at skriva hetta íkastið til søguna, soleiðis sum hann hevur sæð felagið hesi seinastu árini.

Jógvan Hugo Gardar helt hesa røðu, tá bókin varð løgd fram á Bakka í gjár:

- Hetta hevur verið ein spennandi ætlan, og ein spennandi ferð. Eg havi lært nógv. Og saman við teimum eg havi samstarva við, so hava vit roynt at lýsa søguna hjá fyritøkuni við einar fjølbroyttari bók.

Søgan um Bakkafrost er søgan um íverksetarar fleiri staðni í Føroyum; á Glyvrum, í Klaksvík, Fuglafirði, Vestmanna, Hovi og so framvegis.

Tað samtakið, sum varð seymað saman eftir stóru ILA-kreppuna fyrst í hesi øldini, er ikki eitt einlitt teppi.

Tvørturímóti vórðu teir, sum byrjaðu alingina í Føroyum saman við nøkrum íleggjarum og bankafólkum, tvungnir at seta seg saman og finna eina loysn.

Talið á feløgum sum eru blivin ein partur av Bakkafrost-samtakinum eru nógv tíggjutals feløg. Upprunaliga vóru omanfyri 60 alifeløg í landinum. Nú eru trý, harav Bakkafrost-samtakið er tað størsta. Eitt dømi er Havsbrún, sum tá tað bleiv yvirtikið av Bakkafrost, átti í meir enn 30 feløgum.

Tey fólkini, ið løgdu lunnar undir nýggja Bakkafrost eftir 2003 og til fyritøkan fór á Oslo Børs í 2010, høvdu lítið í felag. Teir komu við sínum serkunnleika frá egnum feløgum og lívsroyndum. Felags
var ein dreymur og sannføring um, at tað eigur at vera møguligt at ala í Føroyum. Og teir, ið funnu saman, vóru samdir um, at skuldi lønsemi verða í, so varð neyðugt at hava sera gott samstarv, og
at tað er lættast at gera í einum samtaki.

Teir funnu saman og hava verið við á eini ferð, eini sera sjáldsamari ferð í føroyskum høpi, har feløg eru løgd saman við einum felags máli: At byggja upp eina trygga føroyska fyritøku í heimsflokki.

Og tað hava tey megnað.

Samstarvið hevur hildið fram, og tað eru somu fólk, sum hava bygt upp tað, vit mangan kalla alirisan Bakkafrost.

Úr eini vinnu, sum lá í skeljasori fyrst í hesi øldini, er risin vorðin ein fyritøka, ið er størsta privata arbeiðsplássið í landinum.

Og fyritøkan er eisini ein av stóru alifyritøkunum í heiminum. Bakkafrost er ein fyritøka, ið fakfólk, sum fíggjargreinarar og íleggjarar innan sjógæti, um allan heim, kenna til og fylgja við í.

Tað sermerktasta við Bakkafrost er, at fyritøkan megnar at yvirliva í einari vinnu, har kappingarneytarnir eru bygdir upp í fíggjarliga nógv sterkari og fólkaríkari samfeløgum, sum til dømis í Noregi, Skotlandi, Kanada og Kili.

Eitt, sum hevur verið gjøgnumgangandi hugburður í fyritøkuni, og hetta hevur verið sagt heilt síðani byrjanina í 1968, er, at eingin orsøk er at flyta rávøru av landinum, tá vit kunnu hagreiða hana sjálvi, og við tí skapa arbeiðspláss í Føroyum.

Ein virkissøga, sum strekkir seg yvir meir enn fimm áratíggju, vil í sær sjálvari vera hendingarrík.
Søgan hjá tí Bakkafrosti vit hava í dag - hon er meira hendingarrík, enn hjá flestu fyritøkum.

Tann fyritøkan, sum byrjaði í 1968, og sum bleiv skipað sum partafelag í 1974, tað er ein heilt onnur fyritøka enn tann, vit kenna í dag.

Fyri okkum sum minnast øll hesi árini - ella næstan - so vita vit, at her eru stórar broytingar hendar í samfelagnum. Og ikki minst í hesum partinum av landinum, sum vit nú eru í.

Tá eg sum smádrongur seinast í trýssunum og fyrst í sjeytiárunum, skuldi til ommu á Norðskála, so gekk leiðin norð á Stengur í Klaksvík, har tann hvíti Morris Mascotturin, ið eg vann sum trýáragamal, bleiv lyftur umborð á ferðafólkabátin. Han tók nakrar fáar bilar. Leiðin gekk fyrst til Fuglafjarðar ella Lorvíkar.

So til við Sjógv á Strondum, har vit steðgaðu á hjá langommu, áðrenn túrurin gekk til Selatraðar, har Sundaferjan førdi okkum fyrst yvir til Hósvíkar, áðrenn hon setti kós móti Oyri, Og har vit so kundu koyra seinasta teinin til Norðskálar.

Tað tók tað mesta av einum degi at koma til Norðskálar. Í dag tekur túrurin umleið ein hálvan tíma.
Skuldu vit til Havnar, so gekk túrurin við gamla Pride beinleiðis til Havnar. Tann túrurin minnist eg sum øgiliga drúgvan. Her á Skálafjørðinum kundi ein fara út á Toftir, og taka Trónd til Havnar.
Nú hevur verið koyrandi úr Kirkjubø til Viðareiðis longu í nøkur ár, og tað tekur knappan hálvan annan tíma.

Og um stutta tíð er ein nýggjur tunnil klárur beint uttanfyri her. Hann ger, at vit vinna nakrar minuttir afturat, tá vit skulu úr Havn til Glyvrar ella Klaksvíkar.

Hesar broytingarnar á samferðsluøkinum er eisini ein partur av søguni hjá føroysku alarunum. 

Í dag vil ein bingja við laksi, sum verður avskipað her á Bakka, eftir einum døgni vera komin væl áleiðis til marknaðin í Evropa, Asia ella USA.

Bakkafrost byrjaði sum ein lítil fyritøka her á Glyvrum, tá teir tríggir beiggjarnir Hans, Róland og Martin settu virksemið í gongd í 1968.

Tann sum heldur at Bakkafrost hevur eina søgu, har alt hevur gingist gott, skal seta seg við bókini. Fyritøkan hevur upplivað nógvar brotasjógvar - og onkrir so álvarsligir, at tað var um reppið, at hon ikki kom fyri seg aftur.

Tey fyrstu 10-15 árini vóru baldrut - sildin, sum var hon, ið setti virksemið í gongd, hvarv, og teir noyddust at finna nýggjar møguleikar at troyta.

Fyri meg, og eg rokni við at tað sama er galdandi fyri nógvar føroyingar, so er Bakkafrost tvey ting. Tað er Bakkasild og laksur.

Ella, tað var tann myndin eg hevði av Bakkafrost.

Tá eg fór undir at lesa gomlu fundarfrágreidingarnar, leita eftir tilfarið og annars tosa við fólk, so kom eitt áhugavert tíðarskeið fram, og tað er frá umleið 1975 og eini 10 ár fram. Tá hendi ómetaliga nógv her. Tað sær út til, at her vóru fleiri við spennandi hugskotum, sum sloppu at royna seg - og leiðslan á Bakkafrost var opin fyri fleiri sera áhugaverdum ætlanum. Eg kann nevna svartkjaftin. Tað sum í dag er føroyska uppsjóvarvinnan, hon fekk burðarhjálp her á Bakka. Her blivu royndir og kanningar gjørdar, sum fingu týdning fyri hesa vinnuna.

Á Bakka skuldi kósin ikki setast inn í uppsjóvarvinnuna - tó so, at keypið av Havsbrún nógv ár seinni ger, at Bakkafrost aftur er við at kanna og menna rávørurnar sum uppsjóvarvinnan fær til høldar.

Aling av laksi var fyrstu tíðina, frá seinast í sjeytiárunum, ikki nakað sum satsast skuldi nógv uppá, hetta var mest sum talan um royndir, um ein lesir tað sum stendir skrivað. Men so hvørt tekur laksurin meir og meir pláss, og gerst tað berandi virksemi.

Tað skuldu ganga nøkur ár áðrenn ein valdi at brúka alla orku uppá laks og aling.

Tað sum hendi gjøgnum 80-90’ini og fyrstu árini í hesi øldini er tað sum sum ger søguna um Bakkafrost til eina serliga søgu, ið ikki bara handlar um eina fyritøku, men um broytingar í samfelagnum, og í eini vinnu.

Tað kanska mest áhugaverda, sum eg havi lært av hesi ætlanini, tað er tann íverksetaraandin, sum hevur merkt bæði Bakkafrost og øll tey feløgini, sum gjøgnum samanleggingar eru blivnar ein partur av tí, sum vit í dag kenna sum Bakkafrost-samtakið.

Men…
2. september 1978 kundi alt verið steðgað. Hendan dagin var aðalfundur, og eitt uppskot lá á borðinum, og tað var at selja fyritøkuna.

Tað verður ikki sagt nakað um teir høvdu nakað ítøkiligt tilboð, ella um teir skuldu út at leita.

Tað sum sermerkti hetta tíðarskeiði er at avgerðir verða tiknar skjótt, og sølan av fyritøkuni tykist at vera gloymd tá næsti aðalfundur er. Sølan verður ongantíð nevnd aftur í fundarfrágreiðingunum. Í staðin koma nýggj hugskot og nýggjar ætlanir á borðið.

Eg havi sum útiseti og journalistur við bústaði í Oslo fylgt gongdini hjá føroysku alivinnuni og fiskivinnuni gjøgnum nógv ár. Serliga frá seinnu helvt av 90’unum.

Oslo Børs gjørdist meir og meir týðandi fyri norsku alivinnuna, og seinni fyri tey størstu alifeløgini í heiminum sum aldu atlantiskan laks.

Tað bleiv fylgt væl við í Noregi, hvussu gongdin varð í Føroyum. Pan Fish hevði roynt at byggja seg upp til ein av stóru aktørunum í Føroyum, men aftaná at ILA meir ella minni gjørdi bart við vinnuna fyrst í hesi øldini, fyrst í Noregi, so í Føroyum, so fekk Pan Fish trupulleikar.

Her í Føroyum sat Føroya Banki sum størsti lánveitarin, og so hvørt sum fyritøkurnar ikki kláraðu seg, so yvir tók bankin raksturin.

Mánarnir og árini gingu, og bankin bleiv sitandi sum størsti alarin í landinum. Tað tyktist at vera ringt hjá bankaleiðsluni at kunna taka eina støðu til framtíðina hjá vinnuni.

Øll bíðaðu eftir at Føroya Banki skuldi selja ella samskipa tey feløgini sum bankin sat við. Hetta dróg út, og ikki fyrrenn stjóraskifti kom í bankanum hendi meir, og tilgongdin at byggja eina stóra alifyritøku kundi byrja.

Sum fleiri nevna tað í bókini, so var viljin at seta pengar í vinnuna forsvinnandi lítil millum tey sum høvdu pengar. Í veruleikanum var eingin áhugi, millum tey við pengum, at byggja upp alivinnuna aftur.

Hendan søgan er lýst í bókini. Tað sum eg meini er serliga áhugavert at bíta merki í, tað er tann manglandi áhugin og viljin í føroyska samfelagnum at fáa gongd á alivinnuna aftur.

Tað verður javnan skotið Bakkafrost í skógvarnar at meginparturin av partaeigarunum eru útlendingar. Til tað er ikki annað at siga, enn at føroyingar áttu alt Bakkafrost, og føroyingar kundu keypa partabrøv framum útlendingar. Nakrir keyptu, men teir flestu hava seinni selt. Sølurnar av føroysku partabrøvunum gjørdu at alt felagið kundi havt enda á útlendskum hondum. Tað kláraði ein at fyribyrgja í evstu løtu.

Úr míni eygleiðarastøðu í Oslo - langt burturfrá føroyska gerandisdegnum - so er gjørligt at fylgja við, tí eg skilji føroyskt og fylgi væl við sum eygleiðari. Samstundis hitti eg norskarar alarar, íleggjarar og greinarar, sum fylgja við í alingini í Noregi, Skottlandi, Hetlandi, Írlandi, Kanada, Kili, Føroyum - og nú eisini Íslandi.

Tað er áhugavert at síggja hvussu stórur áhugin er fyri føroysku alivinnuni.

Fyrstu tíðina aftaná at Bakkafrost bleiv skrásett á Oslo Børs, so bleiv dúgliga gitt um hvussu leingi Bakkafrost fór at klára seg, og ikki minst um hvør sum fór at keypa fyritøkuna. Salmar royndi, men miseydnaðist. Í dag er tað eingin sum tosar um at nakar skal keypa Bakkafrost, men heldur um hvønn Bakkafrost man fara at keypa ella at gera íløgur í.

At føroyska alivinnan hevur sett seg í respekt uttanfyri landoddarnar er eingin ivi um. Føroyska dótturfelagið hjá Mowi, sum situr á loyvunum sum millum annað Pan Fish hevði í síni tíð, hevur í nógv ár verið eitt gullegg í heimsins størstu alifyritøku. Tey fáa millum bestu, og ofta bestu, úrslitini hjá Mowi. Og Mowi-leiðslan brúkar royndirnar í Føroyum til at gerast betri í øðrum pørtum av samtakinum.

Tað er vert at hugsa um, hví Mowi, ið hevur havt stórt alivirksemi í Noregi, Kanada, Skottlandi og Kili, framvegis heldur at tað minsta dótturfelagið er vert at sita við.

Luna, ið ikki er skrásett á nøkrum virðisbrævamarknaði, og sum í stødd er sum eitt lítið norskt felag, setur eisini spor eftir seg uttanlands. Eg vil siga at tað er ótrúligt hvussu nógv norskir alijournalistar og norskir greinarar vita um Luna. Teir vita meir um tað tey gera á Fútakletti, enn á flestu norsku alibrúkunum.

Bakkafrost er tann størsta føroyska alifyritøkan, og saman við hinum báðum alifyritøkunum, so vísir føroysk alivinna at vit eiga heimsins leiðandi alarar. Hetta vita nógv uttanfyri Føroyar. Tað er ikki altíð at hesin kunnleikin er at síggja í føroyska kjakinum.

Vinnulívssøgur kunnu ofta gerast drúgvar, og ikki er altíð líka lætt at lesa tær hjá teimum sum kanska ikki kenna fyritøkuna so gott.

Tá vit fóru undir hesa ætlanina, so settu vit okkum nøkur mál.

A) Søgan hjá Bakkafrost skuldi lýsast, bæði tann sum er her á Bakka, men eisini søgan hjá teimum sum eru blivin ein partur av samtakinum.
B) Bæði eigarar, leiðarar, starvsfólk og onnur sum hava verið við til at byggja hesa søguna, skuldu koma til orðanna.
C) Bókin skuldi vera løtt at lesa - tað vil siga at vit ynsktu at finna ein form sum ger tað møguligt at lesa hana út í eitt - ella bara at lesa hana í pørtum.

Við mínum eygleiðaraeygum - har bæði tann føroyski og tann útlendski lesarin er í huganum, so hava vit roynt at geva innlit í søguna, uttan at alt skal lýsast í smálutum.

Hendan bókin er ein roynd at lýsa hendan risan í føroyska samfelagnum í reportasjuformi.

Gjøgnum vangamyndir av fólki, sum hava havt eitthvørt tilknýti til fyritøkuna, starvsfólk, samstarvsfólk og eigarar. Harafturat hava vit søguligar lýsingar av gongdini og hendingum og royna at geva eina mynd av Bakkafrost.

Bókin er bygd upp við
13 greinum
13 vangamyndum
13 myndabólkum
Og eini tíðarlinju sum gongur ígjøgnum alla bókina.

Tað eri eg sum havi tikið endaligu avgerðina um hvussu bókin er bygd upp.

Tann berandi tankin hevur verið at lýsa søguna, og at geva bæði tí sum kennir søguna, og tí sum ikki kennir søguna, ein møguleika at seta seg inn í hesa sermerktu vinnufyritøku.

Tað Bakkafrost, vit kenna í dag, er eitt úrslit av teimum, ið tordu at fara undir eina heilt nýggja vinnu.

Tað er søgan hjá Bakkafrost-samtakinum sum verður lýst.

Tað eru nógv sum eg vil takka fyri hjálp, stuðul og innspøl til hesa ætlanina.

Fyrst vil eg takka Bakkafrost-leiðsluni fyri at hon gav mær møguleikan at fara undir hesa ætlanina, og ikki minst fyri at tey tordu at geva mær fríar teymar. Tað er sjáldan at ein fyritøka ger tað. Eg havi havt atgongd til tey skjøl sum eg havi spurt eftir, og skjøl sum leiðslan hevur funnið fram. Harafturat havi eg leitað upp tilfar í miðlum og í skjalasøvnum annars. Samrøðurnar við fólk hava eisini givið nógv.

Regin, Odd og Rúna havi eg sæð javnan - í Oslo, - tá teir leggja fram rokniskapirnar. Kanska serliga Rúna, ið eg havi hitt til ein temunn/kaffimunn rímuliga javnan, tá hann hevur verið í Oslo í arbeiðsørindum.

Eg vil sjálvandi takka Grækaris fyri at hann kom við í ætlanina, fyrst og fremst sum ein, eg havi kunna tosað við ávegis, og at hann tók á seg at skriva flestu vangarnar. Hann hevur eisini verið ein hollur stuðul í sambandi við gjøgnumlesing og rættlestur.

Myndamaðurin Jens Kristian Vang skal hava takk fyri nakrar sera góðar myndir av vangunum.

Eg skal eisini nýta høvið at takka Lenu og Sansir fyri teirra avrik. Lena og eg hava havt nógvar samrøður um, hvussu bókin skuldi síggja út, og hvussu hon skuldi byggjast upp. Eg ynskti eina bók, sum ikki skuldi gerast ov tung – ynskti, at Sansir skuldi hava magasinformatið í blaðheiminum í huga. Sansir hava fangað tað hugskotið, og hava dugað sera væl at gera tað um til bókaformat. Eg haldi at úrslitið er sera væl úr hondum greitt.

Eg skal eisini takka Sprotanum fyri týðingina til enskt. Enski teksturin er góður og flótandi.
Eg skal eisini takka fyri at eg havi eina tolna familju, ið má liva við einum, sum er yvir miðal áhugaður í laksi og laksaaling.