Skip to main content

Hásummar


Nú er hásummar. Hvørki sýnið ella sólin gera av, nær hásummar er, men heldur nær kampingplássið yviri við Strond í Havn er fult ella ikki. Tað er ýtið, sum útróðarmenn søgdu fyrr, ella Benchmark og Vergleichstest, sum vinnulívið og týskarar siga í dag. Í gjárkvøldið um midnáttarleitið kom Norrøna á Havnina og alt varð fylt upp, bilar og kampingvognar í øllum líki. Fyri endanum longst burturi hava nakrir longu í farnu viku stúvað seg saman, helst fyri at halda ólavsøku, so tætt, festligt og minniligt, sum til ber í ár.