Skip to main content

Ræst í ein fart


Nýggi føroyski køkurin hevur ikki bara gjørt tað vanligt at fara út at eta á høgum matlistarligum støði, men eisini enduruppfunnið gamlar rættir og matgerð. Ræstur fiskur er eitt øki og støði, sum tykist rúma nógvum, eisini við garnatálg, sum ivaleyst er ein stór avbjóðing, tá umræður at finna markið fyri, hvat býarbúgvin vil rinda fyri og njóta, tá hann ella hon, eins og útlendsk ferðafólk, fara á kafé mitt á degi í miðbýnum. 

Tað royndi eg henda dagin í Bitanum, sum er við Steinatún í hølunum, har ikki bara Simme Musikkhús einaferð var, men eisini barberurin og rithøvundurin Valdemar Poulsen, og seinni bilstøð og sjónvarpsleiga. Setir tú teg við vindeygað omaneftir, sært tú oman á ístandsettu handilshølini hjá kommununi, har S.H.J. Radiohandil einaferð var við grammofonplátum innan tey fluttu oman í handilshølini hjá Ebbu, har Basalt og Landskrona eru í dag, og Guðrun & Guðrun aftur eru komnar inn, eftir at hava hildið til hjá gamla Ælaboganum omanfyri Kissa í Tórsgøtu. Og meðan eg úr panoramavindeyganum hyggi oman eftir gongugøtuni, sum til vinstru hýsti Thomas Dam við knallertum og Hans Joensen við klædningum, og so Handilskjarnanum, ið átti einastu føroysku rullitrappu, men aldri korresponderaði við risastóra Føroya Banka hinumegin, sum nú er tekniskur partur av Tórshavnar kommunu og á niðastu hædd Visit Tórshavn og Gómagott, so er Esther komin við matseðilinum, og eg bestilli nummar eitt, ræstan fisk.


Millum útlendsku ferðafólkini vil eg kanna, hvussu tey uppliva, fata og taka til sín eina nýtransformeraða siðvenju úr gamla føroyska køkinum, fyri ikki at siga hjallinum. Ræst og garnatálg.

Eftir lítlari løtu er hann komin, bitin við røstum fiski, ið er vendur í garnatálg, fiskurin, við dampaðum spískáli, dildmajonesu, súltaðum stikkulsberum og garnerað við vesterhavsosti, ið er rivin, so tað sær út sum ull omaná fullkornsbitanum.


Meðan eg lesi enska tekstin á matseðilinum, matstovurnar hava verið framúr at enduruppfinna málið, og tyggi uppá orðið fermented, ið hevur vælsignað føroyska ræsing og sett hana í ein heimssamanhang, smakki eg bitan, leitandi eftir grantálgini og ræsta fiskinum, tí eg væntaði, at hetta kundi gerast ov stór avbjóðing hjá ferðafólki, serliga teimum, ið hava verið í Íslandi og roynt havkall, bara fyri at smakka Svarta Deyða, sum tey gera við maðkum og tekila í Meksiko. 

Men nei, her varð einki, ið legði seg tjúkt og óunniligt upp undir góman. Her var fullkomin harmoniur og sloktur vælsmakkur, við varisligum tónum úr eini væl komponeraðari symfoni úr Norðurhøvum. 

Hugtakandi sjáldsamt og mettandi, hóast undirliggjandi bitin bara er ein hálv breyðflís. 

Hóast sýnið omanyvir bitanum kundi verið grafiskt greiðari enn ein ullarlagdur úr Norðurhøvum, so smakkaði ræsti middagsbitin mær framúr. Hetta var eksotiskt, passandi til eina avmálda máltíð á middegi í miðbýnum, nú samfelagið fer í gongd aftur, og tú kanst fáa ein skundverð, har hin ovasti er ræstur, í ein fart og uttan at fáa parkeringsbót. 

Væl gagnist!