Skip to main content

Trælaskip í koronatíð

Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum

Korona leggur nógv á blik. Tá hugsi eg ikki bara um uppstandilsið á arbeiðsplássum, tá onkur hevur ferðast, sum eg sjálvur gjørd síðst í februar, men heldur um russiska flotan, sum fiskar á okkara leiðum, og so liggur í føroyskari havn og umskipar veiðuna í teirra egnu móðurskip, innan næsta túr. Og tað eru ikki hissini skip. Í fólkatali eru tey sum øll fólkini í Kirkjubø, ella øll fólkini í Famjin, ella øll fólkini í Sandvík, ella øll fólkini í Lopra, umsett til menn, bara menn, sum í arbeiðsførum aldri, forvinna til alla bygdina.

Nú varð so staðfest, at fleiri av manningini í tveimum av hesi flótandi russisku fjarstøðubygdum høvdu korona.

Hvussu føroyski kanningarmyndugleikin varð sloppin umborð at kanna veit eg ikki, men tá eg frætti at skipini fóru avstað, annað norðureftir at fiska meir og hitt suðureftir í hitan at selja, fekk eg tann tanka, at hetta var eitt upplagt stað at filma eina framtíðardystopi, sæð við føroyskum millumtjóðaeygum, um tað bara eydnaðist einum filmsliði at planta eitt ella fleiri loynikamera umborð, ella fekk ein fiktivan persón at mynstra og vera keldu, og so hvørva í eini tryggari havn.

Jógvan Hugo Gardar tók myndina í Ánunum

Greitt er, at í samfelagsskipanini, sum hesi skip eru tengd at og virka undir, eru mannalív bílig og hava lítlan týdning, forvinna tey ikki útgerðarmanninum til dagin og vegin - og helst eitt sindur afturat. Hvussu livikorini eru umborð, vita vit einki um og sætt at siga rakar tað ikki okkum. 

Og tó.

Fyrr hevur ein føroyskur garnabátur verið filmaður við journalistiskum nærlagni og nýskapandi filmiskum frásøgusnildum, millum annað úr tyrlu og brandstiga, so tað longu tá sá út sum úr dronu, tá ein av manningini hvarv. Ein skakandi søga úr okkara egna flota um at forvinna til dagsins uppihald hjá næstrafólkum, ið sita hinumegin á klótuni og bíða eftir at fáa eina tuggu í munnin.

Í hesum nýfunna profittmaksimerandi russaraumhvørvi, ið føroyska summarkoronan av tilvild avdúkaði, og har proletarar neyvan hava stúvað seg saman av egnum fríum vilja, men heldur eru nútíðar trælir, røkkur eingin myndugleiki annar enn ótamdur Mammon, og so teir samstarvsfelagar, hesir andlitsleysu trælahaldarar finna á leiðini meðan teir hugfarsliga sigla á lívshavsins bylgjum.

Við sendingini um føroyska garnabátin og bankabókini um svik í bakspegilinum, seti eg mítt álit á, at upphavsmaðurin og reportarin kemur aftur úr farloyvi og møtir væl upplagdur til arbeiðis at geva okkum innlitsfullar upplivingar saman við framúr myndamanninum. Kanska serliga har tað snýr seg um proletrarar, ið ongan góðan eiga, tí eingin talar teirra søk. Og hví skuldu vit tað. Trælatíðin er jú langt síðan av. Tað læra vit í skúlanum. Og fyri at gera allan søguligan iva til skammar, samtyktu Sameindu Tjóðir eftir kríggið eina yvirlýsing, sum í grein fýra sigur, at: Eingin skal liva í trældómi ella trælkan; trældómur og trælahandil av øllum slag skulu verða bannað.

Men koronasmittan fekk meg at síggja øll trælafrígerandi frælsisbrøv í nýggjum ljósi, gjøgnumlýst av nýfunnari mammonsmittu.

Um mammon er upprunaliga sjúkan og korona bara er lakmusroyndin og endaliga staðfestingin av einum sjúkum samfelag, skal eg ikki taka støðu til. Bara, at nú landið er við at koma í gongd aftur, leingist mær eftir innlitsfullum upplivingum av heimrustini. Meir býr ikki í orðunum, ið eru ein heilsan til øll, ið eru komin úr summarferiu, og so serliga til ein journalist og myndamann úr okkara egna veruleika. 

Vælkomin aftur til arbeiðis!