Skip to main content

Posts

Showing posts with the label Tórshavnar kommuna

Næsta byggistig fyri kommuvalið

Undir einum málningi hjá Eyvindi Mohr frá 1952 verður eitt dagdvøljuhugskot hjá tveimum javnaðarmonnum í høvuðsstaðnum brúkt sum argument, at bróta allan Áarvegin upp, so syntetiska áarlíkið á Vaglinum kann halda fram at renna, omaná, heilt út í Eystaru vág. Meðan Tobbi og tey í Runavík briljera við at seta mentan og medborgaraskap á breddan, og Klaksvík eisini byrjar at fóta sær sum arkitektoniskur staður, kunngerða fremstu javnaðarumboð í høvuðsstaðnum, at nú fer duettin undir verkætlanina ”næsta byggistig í miðbýnum at gera hugnaliga býarrúmið í sparikassagarðinum og við gongugøtuna til eitt hugnaligt uppihaldsrúm”.  Ávegis málið er tað heiðurliga at skapa autentisitet. Sagt verður, at borgarin skal koma enn longur í samband við sjálva ánna. Málið fyri endanum er munnin á Havnará, har enn størri uppihaldsøki skal gerast. Frálíkt hugskot og ein natúrlig kapitalistisk ekspansiónstrongd. Men løgið kortini, nú tað stundar til val. Næsta kommunuval verður hildið 12. november 2024, skriva

Nú bíðar Havnin eftir tær, Gunnar!

Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini.  Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi.  Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi. Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina. Hví? Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar i

Kondittaraminni - Ole Wich tekningar og aðrir molar

Einki er sum leygardagur á Kondittarínum. Tað livir enn í minninum hjá fólki, Kondittaríið á Káta Horninum í Havn.  Í fleiri ættarlið var hetta fremsti savningarstaður í Havn. Fleiri vóru, ið tvíhildu um, at hetta var týdningarmesta hús í býnum. Tí hoyrist enn, hvussu hørm fólk vórðu, tá Kondittaríið lat aftur í 2003. Tjúgu ár seinni er nú høvið at enduruppliva nakað av tí autentiska huglagnum, sum var á Káta Horninum í nýggja klædnahandlinum hjá Rebekku á Fjallinum og Duritu Thomsen, Reka. Ole Wich, sum javnan vitjaði her, fer at sýna fram originalar tekningar, sum hann gjørdi á Kondittarínum síðst í 1980’unum. Javnan tók listamaðurin skitsublokkin fram og teknaði fólk, sum ikki bara komu og fóru, men eisini settu seg at kjakast við aðrar kaffistovugestir um lívsins djúpu viðurskifti. Á borðinum kundi standa eplasalat við heitum frikadellum, skálir við mandlurísi og kirsuberjasós og rúkandi heitt kaffi úr Restorffs-koppunum. Flestu tekningar eru í A5 stødd og gjørdar við ymsari tøkni.

Javnaðarkapitalisman knúsar Skansan

Ikki bara fornminni, men helvtina, hálvtrýss prosent, av Føroya fornminnum standa nú fyri falli, takkað verið Javnaðarflokkinum í Tórshavnar kommunu.  Tað eru sambært stjóranum á Tjóðsavninum, Herleif Hammer, bara tvey fornminni av serstakligum týdningi í Føroyum.  Tey eru Skansin í Havn og Múrurin í Kirkjubø.  Tað var annað evnið í frálíku útvarpsendingini, Breddanum.  Javnaðarflokkurin, sum bæði eigur borgarstjóran í Havn og havnanevndaformannin í Havn, hevur aftur drigið fram klandursskrímslið um privatkapitalistisku konteynarahavnina í høvuðsstaðnum, og mín sann eydnast at fáa uppskotið stemmað ígjøgnum. Og tað hóast vit annanvegin hava havnir frammanundan - ein er beint við higartil nýggjasta tunnilsmunnan inn í Eysturoynna - og hinvegin at socialdemokratiski móðirflokkurin, kosta hvat tað kosta vil, skal kvetta við russaraflotan um tað so, sambært kvalifiseraðar gitingar norðan av landi, fer at kosta nýval. So tørvurin til havnapláss er longu avmarkaður.  Javnaðarflokkurin í Ha

Samhaldsfasta eldrabyrðan

  Nú 80 ára gamli Martin Scorsese í Killers of the Flower Moon vísir heiminum sonnu søguna um, hvussu hvíti maðurin brúkti insulin at taka lívið av Osage indánum í Oklahoma í 1920’unum, og sum leikstjóri í endanum sjálvur kunngerð rættarligu avleiðingarnar fyri hvíta Amerika, tær vórðu ongar, kom mær til hugs føroyska hugtakið eldrabyrðan.  Hetta djevulsetta hugtak, sum frøðingar av øllum handa slag nú savnast um og heysa flagg fyri, eins og amerikanarar hava fyri at rally round the flag at fegnast um eitthvørt forbígangandi frá morgunstundini. Og mikrofonirnar eru opnar og verða hildnar av eins opnum vitanarkeldum.  Musikkurin í filminum hjá 80 ára gamla Robbie Robertson styrkir meg í tankanum og skipaða ágangin mótu eldrabyrðini, og at henni, eldrabyrðuni, skulu øll hóttaføll kastast fyri. Hvat tá? Tey doyggja nokkso skjótt allíkavæl og onkur skal rinda fyri útskeiðilsini hjá øllum teimum, sum yngri eru enn 80, og enn ikki hava gjørt sær greitt at orða tíansheldur lesa, kunngerða og

Dagstovnurin á Argjum 35 ár

Dagstovnurin á Argjum, har abbasonurin Olaf gongur, varð tikin í nýtslu tann 17. oktober í 1988. Tí var 35 ára hald við køkum og kaffi til tey vaksnu og saft og køkukonur og -menn í dag. Í 2011 gjørdist stovnurin, sum av fyrstan tíð var sjálvsognarstovnur, kommunalur.  Á stovninum eru tvær vøggustovur og fýra barnagarðsstovur. Umleið 80 børn rúmast á stovninum tilsamans. Vøggustovurnar eita Smæran og Summardáin. Barnagarðsstovurnar eita Sóljan, Blákollan, Børkuvísan og Akkuleyan, har Olaf hevur gingið innan hann fór í skúlabólk í august. Her er hansara søga, tá tey øll hava sagt eina søgu. Eg hefti meg við Titanic, sum hugtekur hann og altíð hevur hugtikið tey, eg kenni. Umleið 19 fólk starvast á stovninum, umframt reingerðarfólk, húsavørður og avloysarar. Flestu teirra starvast niðursetta tíð, sigur heimasíðan hjá kommununi. Á stovninum eru í løtuni seks námsfrøðingar. Til stovnin hoyra tveir garðar. Ovari garðurin er rundan um stovnin. Har er pláss fyri mánabilum, súkklum og líknandi

Eyðun Johannessen (1938-2023)

Ein kempa í mentanarlívinum í Havn er farin. Onkuntíð krossaðust okkara vegir, og eg havi loyvt mær at klippa úr nøkrum av teim egnu tekstum og bloggum, har Eyðun tók til orðanna, varð siteraður og umrøddur. Og avmyndaður. Undir yvirskriftini ”Eyðun áttati” varð tikið saman um stovnanina av Filmsfelagnum í 1962: Eyðun var ein av trimum hugsjónarmonnum, sum í 1962 stovnaðu Filmsfelagið í nýbygda biografinum Havnar Bio. Hinir báðir vóru Erling Simonsen og Fraser Eysturoy. Undan stovnandi aðalfundinum høvdu teir sent eitt bræv til "100 borgarar í Havn" um at skipa fyri listaliga áhugaverdum filmssýningum í býnum. Tað sæst á teimum báðum fyrstu síðunum í gerðabók felagsins. Í 2015 hevði eg samrøðu við Katrina Ottarsdóttir fyri blaðið hjá Atlantic Airways, har yvirskriftin var “Eg eri nústani byrjað”.  Undir millumyvirskriftini Við Eyðuni til Cabaret , sigur Katrin soleiðis í samrøðuni: “Skal eg nevna ein film, ið hevur fingið meg tann filmslistarliga vegin, so er tað Cabaret hjá

Opin býur

So varð býurin lýstur at verða opin aftur.  Flott og góð løtumynd, men er tað meir enn bráðvakurt?  Ólavur Frederiksen avmyndar arbeiðsmenn eftir liðugt verk á Vaglinum. Við eini siping til heitið á skjótt fýrs ára gamla italska filminum hjá Rosselini, Róm - opin býur , sum í dag er blivin ein institutionaliseraður kultklassikari, kunnu vit ikki siga annað, enn at Havnin er opin aftur. Ævigi býurin, sum Róm verður kallaður, varð lýstur opin hin 14. august 1943. The most precious moment in film history , sigur Martin Scorsese um filmin. Meðan gomlu bøkurnar siga okkum nógv um at sigla vandasjógv í krígstíð, ein teirra sigst verða til nýggjan føroyskan stórfilm, so eru okkara heimligu nútíðarvandar av heilt øðrum gerandisligum og meira óítøkiligum slag.  Skulu vit brúka nakað italskt samband, so eru vandarnir ein venetiansk maskarada, uttan andlit, tí teir verða útintir við skriviborð langt frá fólkinum, og eru tí truplari at staðfesta, fyri ikki at siga ábyrgda nakran fyri í fólkavaldu

Hvar parkerar tú orðið parkering

Fyri árum síðan var ein viðfevnd og glæsilig frílendisætlan gjørd í Havnini, frá Hvítasandi, har tyrlan lendir, út á Boðanes og allan vegin niðan við Hoydalsá og gjøgnum dalin og grøna økið, sum har er. Vakurt og visjonért, serliga tá gongugøturnar styrkja og styðja upp undir ætlanina, sum ikki bara er ein abstrakt skriviborðstekning, men til borgarans besta at brúka.  Og hvat er sjálvsagdari enn tað.  Borgarin hevur jú sjálvur betalt heila gildið. Tað ger hann altíð. Eisini tá rembingar eru í kommunalinum, har fólk hava sín fulla rætt at stilla upp, hóast avrikini ikki altíð hava verið so burðardygg og framtíðartryggjað, heldur ikki tá umsitingarligu avrikini, móti betrivitandi, ætlaðu at forfjóna søguligar varðveitingar, sum til dømis Skansan. Nú fer kommunalið at gera broytingar í hesi somu frílendisætlan uppi í Hoydølum. Ikki tí, eingin aktivitetur er har, men tað er hitt, tú veit, sum kommunalið elskar og altíð hevur elskað. Tað byrjar við P og er so væl fjalt í fundarfrágreiðing

Innpakkaður býur

Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.  Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped , sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.  Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.  Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst u