Skip to main content

Posts

Showing posts with the label byggilist

Nú bíðar Havnin eftir tær, Gunnar!

Í ummæli av fyrstu sendingini av teim sjey í røðini Kulfaktor hjá Gunnari Nolsøe var eg so himmalsfegin um innihaldið og skipanina av útvarpssendingini.  Gamaní er hon visuell til innihalds, tí hon viðgerð í estetikki og funktionaliteti, hvussu vit velja at byggja okkara hús og skipa okkara býlingar, og skilmarka okkum burturfrá bilum og ferðslu, og tó kunna taka okkum aftur og fram til arbeiðis, uttan at leggja okkum skerfløt fyri vinnulívi.  Júst hetta seinasta forteljaramomentið í nýskapandi sendingini fekk borgarstjóran á Tvøroyri at fata alt øvut av allari skilvísi, so vit fyri opnara mikrofon kundu hoyra ótamda makt rulla seg út. Priceless og ikki hoyrt fyrr í føroyskum útvarpi. Tók sum givið, nú lok varð lagt á hetta nýskapandi útvarpsevni, at Havnin varð sett á skrá sum rosinan í pylsuendanum. Kanska Hoyvík burturav. Men gakk. Sum sligin á nevið má eg sanna, at her fall ikki eitt orð um Havnina. Hví? Er tað tí at hon varð ov trupul at lýsa, tí akademiski fakkunnleikin megnar i

Tá lutirnir tala

Klaksvík hevur dugað væl at fáa ítøkiligar brúkslutir at tala, so teir ganga inn í eina staðbundna søgu, har arbeiðarin og handverkið eru berandi styrkir. Nakrar bátslongdir hiðani úr Róðrarneystinum, síggja vit besta dømi um júst hetta. Tað er í kjallaranum í Christianskirkjuni, har Edward Fuglø og Sjúrður Sólstein hava gjørt religiøsa listaverkið Jesus úr Nazaret (2013). Eitt hugtakandi verk, har abstrakt bíbilsøga fyrst er transformerað til sjáldsama hugtakandi list úr úrvaldum trævøkstri, men síðan skipað í sigandi søgulutir úr handverkaravirksemi í Klaksvík, sum til dømis eini kontakt frá 1930, ið er ímyndin av on-off sambandi millum tað jarðiska og himmalska. Hetta greitt taktila lag í listaligu framsetingini gevur bíbliusøguni eina identifikatión og staðbundna styrki. Nú hevur Edward, hesuferð saman við Jan Thomsen, aftur gjørt eitt lokalt veggjaverk, hesuferð maritimt, sum ikki er stytri enn 22 metrar, og fer um veggirnar í nýggja neystinum hjá Klaksvíkar Róðrarfelag, sum á ró

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor

Syðrugøta hevur hægsta kulfaktor, eitt reint tíggjutal á kulbarometrinum, siga Ólavur og Katrin við útsýni yvir Syðrugøtusand, har G festivalurin er einaferð um árið. Sat eg í somu stovu, í erva yvir gamla handlinum við svarta Ramblerbilinum í túninum og Töting búmerkinum í eygsjón, so hevði eg sagt tað sama.  Hægsti kulfaktorur at búgva, liva og vitja, er í Syðrugøtu. Ikki minst sæð úr Havnini, har fremsta ambisjón í seinastu tíðini hevur verið at gera ein hvassan og óneyðuga høgan steinkant kring eina syntetiska á í miðbýnum, og beint nú, jólini eru í hondum, eru jólaperur, sum ein eyka kitsjágóði, vundnar um tunnilsrør, sum kring ánna blinkstra jólini ímót.  Seinastu árini havi eg smakka uppá eitt orð, sum eg ikki fyrr enn nú haldi verða fullbært og formfulfíggjað at seta á Havnarborðið, tað er stakkalastás. Einki annað enn stakkalastás. Ímeðan ger Gunnar Nolsøe tað mest hugvekjandi útvarpssending , eg havi hoyrt í langa tíð.  Gamaní las arkitekturin upp, men øll hini prátini vóru

Helst besta upplivingarrúm

Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.  Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.  Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.  Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð,

Snøggasta tún í landinum

Í dag gekk eg í Føroya helst snøggasta túni, tí í Kirkjubø. Síðst eg gekk her, hevði nýliga regnað og moldgólvið inni í Múrinum var runut og tvassut at ganga í. Ótespuligt. Nú eru grótflísar lagdar javnt slættar í einum snøggum rútmiskum mynstri á innigólvið í opna múrinum at ganga á. Tað er sum at ganga á skýggjum í mun til fyrr.  Framúr loysn á besta ferðafólkastaði í nánd av Havnini, kanska í øllum landinum, nú eg síggi, hvussu snøgt og væl skipað alt er í bygdini, kemur tú í bili.  Ovarivegur gjøgnum bygdina er nú bara fyri tey, ið búgva har. Einki er sjálvsagdari enn tað. Fyrr kundi tú koyra runt og sleingja bilin onkustaðni í túninum hjá bóndanum Heima á Garði. Nú koyrir tú beint fram eftir Kirkjubøarvegi og oman eftir Gamlavegi og parkerar í básunum, sum er merktir og settir við snøggari steinseting og grasvøkstri.  Hugsi ikki, at nakar vágar sær at parkera uttanfyri so væl skipaðar básar og tað beint við sjóvarmálan, ið er avsluttaður við eins snøggum steinum og pussaðum betong