Frá strondini eru 409 trappustig niðan til Horizon, sum er nýggjasta hotellið á ovasta heygnum í sólríka býnum Puerto Rico de Gran Canaria. Hotellið er fimmstjørnað og virtuelt, sum merkir, at ongin situr í móttøkuni, tí alt verður avgreitt um WhatsApp. Vit lenda nógv seinkað í Las Palmas og klokkan slær midnátt, tá vit eru á Horizon hotellinum. Við portrið hitta vit Jan og Duritu úr Klaksvík, sum eru á silvurbrúdleypsferð. Vit hava ikki møtst áður, men koma at fylgjast teir næstu dagarnar. Eitt frálíkt vinalag, sum tá Bogart sigur í endanum á Casablanca: ”I guess this is the beginning of a beautiful friendship!” Hotellíbúðin, sum vit hava funnið á booking.com, skuldi fyri vist hava sea view og besta sólargang, men er í veruleikanum fjald handan ein sementsproytaðan klett, sum morgunmatartúnið er fest í. Eftir hampuliga parlamentering á midnátt fáa vit lyfti um nýggjá íbúð í morgin, an upgrade, tey kalla. Og tað er ikki hissini. Hóast eitt meirgjald ráða vit nú yvir íbúð við egnum svi