Skip to main content

Posts

Showing posts with the label filmur

Heimsfilmur í Tindhólmi

  Hóast søgurnar eru gamlar, kunnu vit spegla okkum í teimum. Og skuldu vit gloymt gomlu søgurnar, so verða vit javnan mint á tær. Ikki bara í hondsettum prentaðum bókum, men eisini í talgildum filmi og tónleiki. Hóast dagsins miðlar mangan verða mettir sum grunnir, kunnu teir eisini fevna gomlum søgum. Tað er gott, tí júst tær kunnu hava eina dýpd, sum blinkstrandi nútíðin sjálvdan fær, og tí ofta kann hava fyri neyðini. Um ikki annað fyri at steðga á og grunda yvir tilveruna eitt bil.  Til dømis við søguni um drongin, Peter Pan, sum ikki vildi blíva vaksin. Úr tónleikinum kenna vit kanska best Michael Jackson, sum tók heitið á ævintýraoynni úr júst hesi søgu, og kallaði bústaðin Neverland. Upprunin er fiktivi persónurin, Peter Pan, sum skotski Sir James Matthew Barrie (1860-1937) fyrstu ferð skrivaði um í 1902, og gjørdi til sjónleikin um Drongin, ið ikki vildi blíva vaksin í 1904. Í 1911 skrivaði Barrie skaldsøguna Peter and Wendy, har Neverland í nýggjastu filmútgávuni hjá Disney e

Aldarinnar Geytavinnari

Alla ta tíð eg sat í Geytadómsnevndini tosaðu vit um filmisk frásøgusnildi. Henda útloysandi faktor og førleika at siga søgur í myndum heldur enn orðum. Miðlarnir eru jú ymiskir og tískil ætlaðir til hvør sítt høvið og endamál, film og tekst. Í hesum grundtanka og eginleika vórðu filmisku og skrivandi talentirnar skildar hvør frá aðrari. Í dag, nú vælskrivandi danska drotningin legði frá sær, og lívskáti krúnprinsurin skuldi taka yvir, hvakk eg við, tá eg sá ein handska fara upp eftir nýgloppaðu hurðini, sum vóru vit í ræðufilminum Psycho hjá Hitchchock, har Norman Bates í svørtum og hvítum læt upp inn til mammuna. Síggi, at Ritzau eigur myndirnar og filmin av kongaligu løtuni. Hetta má so aftur siga og týða, at henda tíðindastovan er sloppin at filma og klippa løtuna, sum ikki var laiv. Hugtakandi at síggja so kompakt og effektivt myndamál.  Drotningin, sum enn situr í gullstóli, skrivar undir, innan hon víkur sess fyri kongasoninum, ommusonurin gevur henni gongustavin, hurðin hjá fr

Maestro og góðar søgur á jólum

Á jólum savnast søgur og hava tað fyri, at koma upp í røkur, summar góðar, aðrar ikki, men koma kortini ígjøgnum, tí meskarnir víðkast á jólum, haldi eg, hóast mál og mið hjá mongu tulkingarfelagsskapunum kunnu verða so ymisk at lesa søgur, burturfrá øðrum, alt árið í kring, men serliga á jólum.  Morgunin byrjaði fyri mín part við góðu framhaldssøguni Jólabandið hjá Jákupi Veyhe fyri tey, sum fyrr vóru børn, og kortini megnar hann, teirra vegna, at skapa ein anarkistiskan dreingjatvist við Hobbex, video og kvøðuljómum sum snúningsási. Ótrúligt, at kunna flætta eina so hugvekjandi tíðarsøgu uppá tráð aftur nú. Og hóast fótnoturnar blíva so mangar, sum hjá Carli, so er endursenda søgan enn ein ljóðmynd av teim góðu, og setur javnt og samt ein standard fyri góðum útvarpi, har fremsta endamál ikki er at lesa kliniskt og keynsluleyst upp ta nýggjastu politiskt korrektu søguna, sum var tað eitt industriprodukt frá tí mest virkna og publiseraða høvundanum, sum dagurin kann bjóða, nú ljósið k

Klaustrofobiskt kamarspæl um kynsleiklutir

Hóast ikki altíð, er Netflix onkuntíð gott. Dømi um hetta seinna, ein framúr film, er Fair Play , sum 36 ára gamla Chloe Domont hevur leikstjórnað eftir egnum handriti.  Framúr í báðum liðum, men eisini í fotografering, klipping og tónleiki.  Ein ófrættakend nøtrisøga úr okkara tíð, um eitt ungt par, sum arbeiðir hjá einum íløgufelag, har mest sum bara menn arbeiða, og arbeiðslagið er, sum vit minnast tað í Wall Street filmunum við Michael Douglas.  Men eisini eru filmiskar staðfestingar at finna í øðrum filmum hjá júst Michael Douglas, har tónin er enn meira djevulskur, enn millum giftigar menn í handilsskálafilmunum, tí nú er evnið heldur kapping millum kynini, har hvør sena er ein spurningur um lív ella deyð, og snúningsásurin eitir sex, kosta hvat tað kosta vil.  Júst har tekur hesin filmurin við.  Ein lýsing av tveimum ungum, sum í loyndum eru par, meðan tey arbeiða við virðisbrøvum og íløgum, so stórum upphæddum, at vit skilja tað ikki.  Á hesum forkvaklaða arbeiðsplássi, fær ein

Var Pinochet vampýrur?

Kilenski leikstjórin Pablo Larraín er ikki bangin fyri at verða ákærdur fyri majestætsfornærmelse , sum orðabókin kallar hátignarvanvirðing, og hin spanska orðabókin kallar Lesa majestad . Netflix sýnir nú nýggjasta filmin, El Conde , sum er spanskt og merkir greivin, og sipar til illa lýdda einaræðisharran Augusto Pinochet (1915-2006). Filmurin, sum er er tikin í Santiago í Kili, er svarthvítur, hildin í blóðdryppandi horrorstíli og er serliga hugtakandi, tá farið verður niður í kjallaragoymsulrnar. Í filminum kemur Pinochet til mans undir fronsku kollveltingini, smakkar blóðið á falløksini, tá Marie Antoinette verður avhøvdað, og byrjar nú eitt langt lív sum vampýrur. Eyðkenda silouettin av guillotinuni, fronsku falløksini, sæst aftur gjøgnum kilenska filmin. Í filmisku nútíðini verða nýtikin mannahjørtu koyrd í hvirlu meðan tey enn duka, hjørtuni, og síðan drukkin sum delikatessa. Pinochet er nú 250 ára gamal, mettur av døgum og vil doyggja. Men illa gongst at sleppa at doy

Englemager, El Conde og Robbie

Englemager - krimi um abort Í seinnu helvt av 1800-talinum hava skandinaviskar avísir brúkt hugtakið englemager . Í hini norsku Wikipedia stendur at lesa undir englemakeri : Barnet var omskapt til en engel og foreldrene fri for enda en munn å mette, og ingen ble tiltalt for verken aktsomt eller uaktsomt drap. Omsorgssvikt var ikke straffbart på den tiden, da det bare var en nødvendig konsekvens av datidens fattigdom og nød. Senere kan uttrykket også ha vært brukt om den illegale abortvirksomheten som gjerne ble utført av såkalte «kloke koner». Nýggi danski krimifilmurin hjá Julie R. Ølgaard (f.1981) ber hetta heitið, "Englemageren". Ølgaard, sum er útbúgvin í Los Angeles, er ikki bara høvuðsleikari, men eisini leikstjóri og handritahøvundir, og hevur gjørt filmin uttan stuðul frá Danska Filmstovninum. Tað er líkasum eitt statement. Hóast javnur og gerandisligur, er filmurin ein sannførandi norðurlendskur krimi úr okkara tíð, men uttan dýrar framleiðslusenur. Ølgaard sæst í gó

Brasilskur filmsleikstjóri arbeiðir í Føroyum

Mikukvøldið hitti eg brasilska leikstjóran, Daniel Bandeira, sum mánakvøldið fer at visa “Property” í Filmsfelagnum.  - Great screening. Still thinking a lot about it, sigur hann á enskum um nýggja Scorsese filmin “Killings of the Flower Moon”, eftir fullsettu sýningina. - Daniel er her sum partur av einum netverki, vit kalla Pop Up Film Residency, sigur Jón Hammer, ið er framleiðari og rekur felagið Kykmyndir. Hetta er aðru ferð, hann er vertur. Mánadagin klokkan 19:00 vísir Filmsfelagið nýggjasta lidna filmin hjá Daniel Bandeira, ”Property”.  - It is a take on the ancient slavery evil that still lurks in Brazil, told through elements of genre cinema, sigur Daniel, sum er føddur í Recife í 1979. It's also a cautionary tale about our times of division and incommunicability. And a fun thriller, I hope, leggur hann láturmildur afturat. Fyri at verja seg ímóti uppreisturi á fedranna garðinum, har abeiðsfólkini eru blivin álvarsliga ónøgd, læsir einligi sniðgevin, Teresa, seg inni í ei

Samhaldsfasta eldrabyrðan

  Nú 80 ára gamli Martin Scorsese í Killers of the Flower Moon vísir heiminum sonnu søguna um, hvussu hvíti maðurin brúkti insulin at taka lívið av Osage indánum í Oklahoma í 1920’unum, og sum leikstjóri í endanum sjálvur kunngerð rættarligu avleiðingarnar fyri hvíta Amerika, tær vórðu ongar, kom mær til hugs føroyska hugtakið eldrabyrðan.  Hetta djevulsetta hugtak, sum frøðingar av øllum handa slag nú savnast um og heysa flagg fyri, eins og amerikanarar hava fyri at rally round the flag at fegnast um eitthvørt forbígangandi frá morgunstundini. Og mikrofonirnar eru opnar og verða hildnar av eins opnum vitanarkeldum.  Musikkurin í filminum hjá 80 ára gamla Robbie Robertson styrkir meg í tankanum og skipaða ágangin mótu eldrabyrðini, og at henni, eldrabyrðuni, skulu øll hóttaføll kastast fyri. Hvat tá? Tey doyggja nokkso skjótt allíkavæl og onkur skal rinda fyri útskeiðilsini hjá øllum teimum, sum yngri eru enn 80, og enn ikki hava gjørt sær greitt at orða tíansheldur lesa, kunngerða og

Tryggið biografin sum upplivingarrúm

Í dag var Filmsfelagið boðið á vitjan hjá Mentanarnevnd Løgtingsins. Ørindini vóru í fundarhøli nummar trý, næst við einasta biografin í landinum, at skifta orð við alla nevndina og skrivaran um uppskotið at seta úr gildi løgtingslóg um biografar.  Filmsfelagið er móti uppskotinum, tí uppskotið elvir til, at orðið biografur nú verður útskúgvað og aktivt skrivað út úr føroyskum lógarsmíði.  Filmsfelagið takkaði fyrst fyri høvið at sleppa til orðanna í hesum máli.   Filmsfelagið, sum er áhugafelag ið vísir listarliga áhugaverdan film, varð stovnað í Havnar Bio í 1962. Í dag er biografurin hin einasti í landinum, eins og felagið er tað einasta av sínum slag. Tí er felagið serliga takksamt á fyrsta sinni at verða spurt um biografvirksemi. Tað gevur tær eina stóra makt, at kunna ávirka lógarsmíð á einum málsøki, sum hevur felagsins áhuga, ella tín persónliga áhuga. Tað sóu og hoyrdu vit í gjár, tá løgtingslimir í samgongu tosaðu móti einum vinnumáli, sum um teir umboðaðu felagsskapir, ið ik

Vitlíki strikar Liv

Kendasti filmur hjá Bergman er helst Persona frá 1966, har Liv Ullman spælir móti Bibi Andersson. Ein ótømandi kelda av evnum, beint til psykoanalysuna hjá Jung og øllum hinum eldru og núlivandi á sofuni, eisini dansktlærarum her hjá okkum. Í filminum er hin fyrra sjónleikarin Vogler, sum hevur strikað taluna - er hildin uppat at tosa - og hin seinna er sjúkrasysturin Alma, ið er um hana og tosar alla tíðina. Og so er ein sonur.  Helst kunnu vit savna so nógvar leikstjórar sum helst, biðja teir koyra tematisk leikevni, ið kunnu takast fram á einum palli, alt samalt í eina spann, og tú hevur ein bucketlist av Persona hjá Bergman. Tað er so mítt varisliga git. Ótømandi leikur. Nú hevur fremsta filmstevna í Norðurlondum, hon í Göteborg, saman við Bergmanstovninum og SF Studios, sum eiga filmin, gjørt av at brúka vitlíki, artificial intelligence, ella KÍ kunstig intelligens, sum tey siga í heimlandinum hjá 84 ára gomlu Liv, at endurskapa filmin. Halgibrot, siga tey flestu. Men bíða nú ei

Jonas fær Andøvsfiskin

Jonas í Dali Wagner er hin fjórði at fáa Andøvsfiskin frá Filmsfelagnum. Fyrsti at fáa Andøvsfiskin var Mona Jensen, stjóri í Danska Filmstovninum, annar var Jákup Simonsen, leiðari á Mentamáladeildini hjá Tórshavnar kommunu, og hin triði var Mike Day, skotskur filmsleikstjóri, sum í sjey ár gjørdi The Island and the Whales í Føroyum.  Her er talan, sum Ole Wich helt vegna Filmsfelagið fyri virðislønarmóttakaranum, Jonasi, í Filmshúsinum í dag, tá fráfaringarløta var fyri konuni, Tinu í Dali Wagner: Filmsfelagið d. 27-90-23: »Andøvsfiskurin«  til Jonas í Dali Wagner  Filmsfelagið har en pris, som vi deler ud, når vi mener der er anledning til det. Denne anerkendelse kalder vi »Andøvsfiskur«.  Navnet »Andøvsfiskur« forklares således af Hammershaimb i Færøsk Antologi 1891: “andøva” - ved hjælp af årer holde en båd stille på en fiskeplads, så den ikke driver for vind og vejr. “andøvsfiskur” - fisk som går i løn ekstra til den, som “andøva”. Nu er det jo sådan, at når fiskeren kommer i la

Kongalig komedia á Netflix

Í nýggjasta Netflixfilminum, Ehrengard: The Art of Seduction , samstarvar Oscarvirðislønti leikstjórin Bille August við Drotning Margrethu um pallmyndir og búnar, production design, tey kalla. Hon er 83 og hann er 74.  Ungdommiliga filmiska samstarvið tekur støði í samnevndu søguni hjá Karen Blixen, einari tale , sum hon skrivaði á enskum í 1952, og skrivaði umaftur, beint innan hin doyði. Men tá hon fór úr tíðini, 77 ára gomul í 1962, var søgan ongantíð komin fyri nøkur eygu. Ikki fyrr enn í 1963 bleiv hon almenn, í USA undir navninum Isak Dinesen, og í Danmark í týðing hjá skrivaranum, Clara Selborn, Ehrengard: Forførelsens kunst. Hetta er annar filmurin frá Bille August í ár. Hin fyrri var Kysset , sum bygdi á søgu hjá Stefan Zweig. Bille August, sum árini 1989-1992 vann fremstu altjóða filmsvirðislønir, hevur verið sjáldsama virkin seinastu árini. Í 2021 gjørdi hann filmen Pagten , ið var um aldrandi Karen Blixen og unga yrkjaran Thorkild Bjørnvig. Fyri Nordisk Film gjørdi Bille Au

Tá avísir doyggja

Í báðum teimum donsk-føroysk orðabókunum stendur blaðdeyði fyri føroyska endanum, tá tú leitar eftir avisdød . Blaðdeyðin, sum hevur verið serliga sjónskur her hjá okkum, er eisini eitt faktum á donskum, sum í fólksligu orðabókini er synonym við úti í heimi . Fyri áratíggjum síðan, tað mundi vera í 1980’unum, teknaði eg hald, so eg fekk donsku Weekendavísina við postinum, sum tá varð borin út leygardag. Orsøkirnar til haldið vóru tvinnar.  Fyrst hin góða uppsetingin, ið mettaði estetiska sansin, so hvørt tú blaðaði gjøgnum innihaldsríku avísina, við fáum vælvaldum og enn betri plaseraðum myndum, og teksti, sum grein fyri grein er settur upp við øllum hugsandi lesivegleiðingum, fyrst eitt einsamalt tematiskt stikkorð, ið er manchett, so ein sentrerað undiryvirskrift, sum altíð er omanfyri yvirskriftina, og so breyðteksturin, ið grafiskt er settur upp við sama skilvísi, millumyvirskriftum, sitatum og faktaboksum, sum ovasti partur av greinini leggur upp til, sum var tað eitt tónleikaver