Skip to main content

Posts

Showing posts with the label foto

Tríggir turrir tímar á ólavsøku

 - Heilsan frá fyrrverandi grannanum, skrivar fotojournalisturin, Tróndur Dalsgarð, á titulblaðið á stóru myndskrýddu bókini, Føroysk klæðir ríki og livandi siðarvurin , sum Sansir og Kvinna geva út.  Hon telur 280 blaðsíður og á køksvektini vigar hon meir enn fýra kilo, er prentað í Hadsten og bundin inn við reyðum og bláum tráði í stívari permu við løriftsryggi, har langi titulin stendur á.   - Tað byrjaði við, at vit tóku myndir til summarútgávuna hjá Kvinnu av Æsu Tróndardóttir og Emilju Sonne Djurhuus í Hans Andriasar Garði undir Pisuvarða og inni í Hans Andriasar Húsi.  Tað bleiv ein ordiliga væl eydnað myndatøka, nokk ein góð blanding av at hava akkurát nóg leysar teymar til at eksperimentera við ymiskum bakgrundum og stoffi, góðum summarljósi og at modellirnar skuldu víðari í húgvuveitslu aftan á myndatøkuna, so tær smápimpaðu, sigur Tróndur Dasgarð, sum er útbúgvin fotojournalistur á Danmarks Medie- og Journalisthøjskole 2017. Longu í 2012 vann hann Miðlaheiðurslønina, sum tá

Lira sleipar Ester

Í morgun lá eg uppá lúr á terassuni, at taka eina mynd, tí á Vessel Finder og Marine Traffic hevði eg sæð, at eitt russiskt skip, Lira , sleipar eitt annað russiskt skip, Ester , inn á Runavík.   Netbornu skipatænasturnar vita eisini, at Ester er drifting , rekur fyri vág og vind, var tað ikki, at samsinta systurskipið Lira sleipaði, og tí er skrásett at hava restricted manouverability . Í tilíkum føri eru stongdu føroysku havnirnar opnar fyri russarum. Í morgun var eisini prát í Útvarpssendingini Vikan , har presturin, Marjun í Kálvalíð, var hin einasta at melda greitt út, at vit av moralskum ávum eiga at slíta samstarvið við russarar, eisini í russiska partinum av Barentshavinum. Annars er eingin greið útmelding um Russlandssáttmálan frá 1977, ið politisku flokkarnar og føroysku bygdirnar og høvuðsstaðurin liggja og sleipa aftur og fram, sum vóru tey bæði drifting og havandi restricted manouverability. Tá er gott at listin , hon hjá Tóroddi Poulsen, kann melda klárt út við eini rein

Havnin við í altjóða myndarøð

Hetta er fotografurin Jean-Marc Caracci, sum býr í suðurfranska býnum Montpellier. Haðani hevur hann ferðast til allar evropeisku høvuðsstaðirnar, eisini Tórshavn, at skapa og fulfíggja myndarøðina Homo Urbanus Europeanus , evropeiska býarmenniskjað. Higartil hava 54 framsýningar verið í 29 londum. Næsta evropeiska fotoframsýning er í Pézenas í Suðurfraklandi. Í síðstu viku rakti hann við bloggin og setti seg í samband við meg. Deiligt.  Ferðandi myndafólk, ið dyrka eitt ávíst úttrykk og í hesum føri eisini evni, vekja natúrliga mín áhuga.  Úr føroyska savninum velji eg tvær myndir úr Havn. Tað eru nummar sjey og trettan. So spyr hann meg hví eg velji akkurát hesar báðar myndir, og vit byrja eina enska skrivaða samrøðu. Eg skrivi: - Perhaps it is because I walk along these motifs every day, and crossing the city room that is your frame in the latter example. I attended the same class as Hans Pauli Olsen, the sculptor, who’s work is in front of the Nólsoy island. The soft curves against

Innpakkaður býur

Meðan Havnin ger seg summarklára, tita turistar úr hvørjum króki, at fáa eina mynd úr hesum eksotiska miðbýi. Haldi meg síggja, at okkurt myndafólk heldur, at tað munnu vera lokaltlistaligir eftirkomarar hjá bulgarska Christo, ið gera um seg. Tað var hann, sum pakkaði brúgvar og hús inn, so leingi hann livdi.  Pont Neuf í París, ríkisdagsbygningin í Berlin, the Gates í Central Park og Triumfbogan í París, sum øll vórðu pakkað inn, wrapped , sum sermerktu listaverkini hjá Christo vórðu kallað í býarrúminum. Á sama hátt eru bygningarnir í Havn í dag pakkaðir inn í krympiplast, og arbeiðsuppgávur í miðbýnum eru enn fjaldar av kulissum, sum var tað í Hollywood.  Nú er leingi bíðað, at fáa eina fatan av, hvat kommunan skal fáa hetta skattafíggjaða trivnaðarátak at blíva til. Sigst, at í summar verður alt á Vaglinum klárt og liðugt. Í hvussu er á ólavsøku. Livst so spyrst.  Men úti á Bacalao liggja teir báðir russararnir, Melkart 4 og 5, og fáa olju, kanska hina síðstu, frá Magn. Tað velst u

Fotoskeið í Føroyum í tíggju ár

Her er mín amerikanski fotovinur í meir enn tíggju ár, Bill Schwab, sum podkastarin Matthew Workman av fyrstan tíð setti meg í samband við. Á fráfaringarsamkomu á Hotel Føroyum í gjár gav Bill mær eitt signerað prent á Hahnemüle papír, twice gum over platinum , sum hann sigur, at fáa ein ávísan lit av Múlafossi og Gásadali, ið er eitt av støðunum og føroysku myndaevnunum, sum hann øll hesi árini hevur sett skeiðslutakararnar at arbeiða við.  Hvørt kvøld í skeiðsvikuni møtast tey og ganga gjøgnum dagsins myndir. Umframt at perspektivera og tosa um lokalitetir, helt eg tað mest áhugaverda vera, tá hann metti um, hvat leiðir eygað, og um tað er í tráð við upprunaynskið hjá fotografinum í tankanum um grundkompositiónina, har kenslulødda landslagið verður lýst smooth við opnari linsu á ein friðfullan hátt - known for his emotionally charged yet peaceful urban and natural landscapes, sum Wikipedia skrivar um fotoarbeiðið hjá Bill. Í morgun fór Bill heim aftur við skeiðsluttakarum, sum hav

Rannvá fekk Fjällräven til Føroya

Fotografurin Rannvá Joensen er úr Hósvík og hevur fleiri Insta-fylgjarar enn samlaða talið á føroyingum í allari verðini, ikki færr enn 61.000. Nýggjasta er, at hon hevur fingið víðagitna svenska vørumerkið Fjällräven til Føroya at mynda vetrarkollektiónina, mitt í okkara náttúru. Og tað riggar so væl, at eg kann ikki hugsað mær Føroyar og Fjällräven sum annað enn eitt perfekt match. Tey tvey F’ini sum prinsipp fyri perfektu kulissuni. Føroyar og Fjällräven. Sum beint nú síggjast úti í heimi. - Mín fyrsti leiklutur var location scout, og síðan var eg samskipari, sigur Rannvá, og fortelur, at tað var framleiðslustjórin, Johan Jonnson, frá svensku filmsfyritøkuni Vast Work, sum setti seg í samband við hana. - Tað var síðst í marts gjøgnum Instagram, og hann spurdi, um eg var áhuga í at gera eina uppgávu fyri tey. Hann greiddi frá, at tey skuldu taka myndir og filma heystkollektiónina 2022 hjá Fjällräven í maj í ár, og tey manglaðu onkran í Føroyum við góðum kunnleika, ið kundi vera samsk

Besta myndin á G!

Fyrireikarar, ferðafólk, miðlar og púra vanlig fólk hava tikið nógvar myndir á sandinum í Syðrugøtu meðan G!festivalur varð hildin eftir drúgva koronastongsilin. Jens Kristian Vang, fotografur úr Kvívík, sum í mong ár fotograferaði fyri Sosialin, hevur altíð havt eitt vakið eyga fyri tí góða motivinum, sum samstundis sigur ein søgu, ið stuðlar upp undir tann góða tekstin, hesuferð fyri Portalin. Á G!festivalinum var einki undantak. Jens Kristian var uppá blettin og fylgdi eina løtu við, meðan Eiler Fagraklett og Laila av Reyni vóru á sandinum. - Tey tóku myndir av hvørjum øðrum, meðan eg stóð nakað burtur frá, og tók myndir av teimun, uttan at tey vistu av. Aftaná vísti eg teimum myndirnar, sigur Jens Kristian. - So kemur ein dama gangandi niðan, hon hevði svomið í sjónum, og kemur beint inn í motivið. Og júst tað ger væl fangaðu myndina í lágari sól geniala, fullfíggjaða og vælproportioneraða, haldi eg. Sum klassiskt korpus og ikki navnsnevndur høvuðspersónur, gongur anonyma kvinnan t

Frá lynsjing til skúladráp

Saman við essayistinum Frank Wu arbeiðir fotografurin Benjamin Rasmussen, sum sæst omanfyri, við bókini The Good Citizen , ið kavar í eitt amerikanskt tjóðskaparligt trauma, og leitar eftir ábendingum og orsøkum til ógvusligu skottilburðirnar, sum síðan 1999, hava fingið tilsipandi heitið, evfemismuna, Columbine , sum í dag merkir skúladráp, school shooting.  Í bókini hevur Benjamin avmyndað Sue Klebold, ið er mamma annan drápsmannin. - The guilt one feels doesn’t fit in a room, it’s so huge, sigur mamman.  - Við undirheitinum "Photographs and essays exploring how American society came to be what it is today", hyggja vit í bókini The Good Citizen eftir sambandinum millum søguliga harðskapin í lynsjing í amerikansku suðurstatunum, og hvussu tann atferðin flutti inn um dyrnar í skúlanum og skapti skúladráp. Tað var í eini grein í Rolling Stone, at eg varnaðist bókina hjá Benjamin. Kenda amerikanska tónleikablaðið hevði portrettmynd av yvirlivaranum Ivy Schamis, sum Benjamin he