Skip to main content

Posts

Showing posts with the label matur

Tey loysa smakkir í Áarstovu

Hetta er manningin hjá matstovuleiðaranum John Mikkelsen og køksleiðaranum, Jógvani Steingrím Rasmussen, í Áarstovu, har tey um vikuskiftið borðreiða við røstum og sjerri, og Matstovudagar eru lýstir at verða í næstu viku. Hugnaligasta matstova í landinum og nummar eitt á Tripadvisor.  Meir enn eina ferð kemur tú í tankar um filminum Pretty Woman , har kvinnuligi høvuðsleikarin, Julia Roberts, fær at vita frá forelskaða verðinsmanninum, Richard Gere, at skeinkir tú eitt glas av sjampanju afturvið jarðberum, so loysir tað ein smakk undan gómanum, ið “brings out the flavour of the champagne”. At para mat og drekka er í kvøld ein sergrein. Byrjað verður við eini fruktdrivnari sjampanju frá Sólfinni, sum Jógvan so natúrliga sigur, meðan hann skeinkir biodynamiska perludrykkin, sum slær upp í næsarnar við turrari frukt, tá eg forvitnist niður í franska glasið. Laherte Frères Ultradition Extra Brut er heitið, sum upp úr frukskógini fer mineralska Chardonnay vegin, boblandi, sum sagt verður.

Helst besta upplivingarrúm

Dávur Winther bjóðar inn í Varpið, nýggja 70 millióna mentanarhúsið mitt í Klaksvík, sum Ósbjørn Jacobsen hevur teknað. Úr ymsum pørtum í landinum hava vit koyrt norður at síggja húsið. Innkomin, tað er myrkt úti, havi eg ikki meir enn hugsað tankan, at hetta er ein ítøkilig mentanarkollvelting í fiskivinnuhøvuðsstaðnum, sum kortini ikki eigur eina fiskamatstovu, men er á odda í fótbólti, og skjótt fær eitt altjóða hotell, tá ein undir liðini á mær spyr, um klaksvíkingar nú fara at slíta frá Havnini.  Hóast spurningurin er sagdur í spølni, hongur hann í luftini, tí hetta er eitt so óvæntað og samstundis so sannførandi upplivingarrúm fyri mentanarligum virksemi, sum eingin okkara hevur sæð fyrr.  Ikki minst er estetikkurin so gjøgnumført tiltalandi, at tú fangar teg sjálvan í at hyggja eftir veggum, gólvum og trappum, og gloyma at hetta skal vera karmur um kjarnuvirksemið, sum eru mentanarupplivingar. Tá eru teir góðir, karmarnir um upplivingarrúmið.  Gamaní er húsið nýtt og enn í gerð,

Jólaborðhaldini nærkast

- Borðreið teg borð, vórðu boðini og heitið á einum av fleiri enn tveyhundrað ævintýrum, sum týsku brøðurnir Grimm savnaðu í 1800-talinum. Eins og hini bleiv hetta ævintýr kent um allan heim, á portugisiskum Mesinha põe-te og á upprunatýskum Tischchen deck dich . Tað stundar til mortansmessu.  - Í kvøld hava vit sommelier Emil Gamrath á vitjan, sigur Rógvi Mikkelsen, stjóri á Hotel Hilton Garden Inn, meðan hann førir okkum til borðs, her flestu kokkar, eisini frá Koks í Grønlandi, eru savnaðir at smakka portvín úr Portugal. Emil, sum ofta hevur verið í Føroyum, er umboð fyri Theis Vine, og hevur serliga lagt seg eftir portvíni og víni annars, hvítum og reyðum, frá Niepoort Vinhos har norðuri í Porto og haðani inn í portugisiska Dourodalin. Vit hyggja í matskránna í Hallartúni, sum er heitið á matstovuni, og afturvið tosinum um brisling á Skálafjørðinum freistast vit til fyrst at velja spanskar ansjósir frá Ortiz við cherrytomatum og myntu.  Afturvið serverar Ellie, sum er úr Filipsoygg