Undir leiðslu av lærarunum Lailu av Reyni og Beintu K. Mouritsen eru klædnaatstøðingar á øðrum ári fluttir inn í Fabrikkina hjá Öström á Skálatrøð í Havn. Næmingarnir eru Poula Alberg, Angela Sváva Poulsen, Anna Margit N. Arabo, Hanna Hansen, Harriet Joy Steinberg, Helga Gásadal, Ingibjørg Beder, Jóhanna Niclassen, Maria Johannessen, Maria Kjærbæk og Sanna Olsson. Níggju ár eru liðin, síðan fyrstu næmingar vórðu tiknir inn á hesa útbúgving, sum Glasir bjóðar. Ein av næmingunum, Lissi B. Andreassen, verður við tá NORA - Norrønt Atlantssamstarv, saman við Fiskimálaráðnum og Norðulendska Ráðharraráðnum skipar fyri Blue Fashion Challenge. Tá sleppa ellivu viðurkendir sniðgevar úr Norðurlondum at gera nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópi og fiski. Jákup Sørensen er samskipari. Frá í morgin og vikuna út, sleppa sniðgevar at kappast um at skapa tað besta og mest spennandi haute couture úr nevndu rávørum. Og tú sleppur at síggja alla tilgongdina, sigur Jákup frá NORA.