Skip to main content

Posts

Páskatúrurin 2010

Gongutúrurin á páskum í ár var langa fríggjadag. Vit møttust á Lambafelli klokkan 10. Hetta er níggjunda ferðin at vit hittast á henda hátt. Útvið hálvthundrað fólk vóru í gonguni, sum fór eystureftir í góða kavaveðrinum. Ávegis oman móti Ánni við Grøv, sigur Lis Mortensen frá um sjónligu rivuna í lendinum, sum hevur givið ánni navn. Í 1960'unum, tá eg var grønur skóti, vóru vit við Kára Olsen í telti á hesum staði, sum sæst á myndini niðanfyri. Patruljan æt Ørnin og vit ruddaðu altíð eftir okkum. Men tað gera ikki øll. Á sama bakkanum liggur í dag toppurin av einum Jøtul ovni og nakrar ristir at grilla á. Búi Brattaberg, sum var við í ferðalagnum, fortaldi at pápi hansara, Árni, var við at gera Oyggjarvegin, sum var liðugur í 1966. Bergið, har vegurin fer um Sundsháls og Syðradalsskarð og sker seg gjøgnum klettin, fekk tí navnið Brattaberg. Áki Davidsen og Turið Joensen standa á einum kletti við mongu elektrisku installatiónirnar við Gellingarklett á Húsareyni. Við Nó

Filmar, sum siga søgur

Uni Leitistein Hansen við Kinoamo 35 mm upptøkutólinum hjá Juliusi Høgnesen úr Oyndarfirði. Upptøkurnar hjá Juliusi verða umrøddar í triðju sendingini, sum Uni ger um privatar filmsupptøkur hjá føroyingum í meiri enn hundrað ár. Eins og tær báðar undanfarnu sendingarnar, verður hendan eisini send í sjónvarpinum. Julius Høgnesen hevur gjørt upptøkur í Oyndarfirði í 1930'unum og systkinabarnið Ingvald Olsen hevur við sama tólið filmað kongavitjanina í Havn í 1926. Tólið hjá Juliusi hevur eina Carl Zeiss Jena Tessar linsu, og upptøkurnar, sum eru sjáldsama góðar, vísa fólk í vinnu og til gerandis í hesum árum. Bæði filmar og upptøkutól eru goymd og skrásett á Fornminnissavninum í Hoyvík, har eg tók myndirnar í dag. Á niðaru myndunum síggjast nakrar hillar í filmssavninum og Súsanna Joensen konserveringsteknikari, sum vísir stóra savnið við myndum á glasi hjá Heðini Brú (Myndir: Birgir Kruse)

Kathy og Jákup Pauli í Áarstovu

Kathy serverar og Jákup Pauli er kokkur í Áarastovu í Havn. Henda dagin varð einføld lambsgrýta á matskránni (Myndir: Birgir Kruse) Jákup Pauli er køksleiðari og Kathy serverar í Áarstovu í Havn. Hetta er nýggj matstova á gamla Hotel Djurhuus, eisini kallað Skarv, niðast á Áarvegnum, har loyniliga Havnará rennur út í ósan við Kongabrúnna. Navnið Áarstova er tikið úr grannahúsunum niðaneftir, omanfyri Knútsstovu, har Gongin er í annað borð og Áarvegur og Kafé Natúr í hitt borðið. Í Áarstovu, sum ikki er til longur, búðu Áarstovubrøðurinir, Hans Andrias Djurhuus og Janus Djurhuus. Hetta sæst aftur í búmerkinum og standmyndum, sum Janus Kamban hevur gjørt. Hølini eru hugnalig og væl innrættað til matstovuvirksemi við nógvum smáum stovum, hvør við sínum navnið, men í ymsum hæddum. Upprunaligi viðurin er brúktur og har neyðugt er at gera nýtt, er samanrenningin smakkfull og skilagóð, til dømis trappan niður í Sendistovuna, har glas og stál møtir gomlum viði og einum farra av útgrevsturi,

Sharpeville 50 ár

Ovast, hin kendasta myndin úr Sharpeville í Suðurafrika fyri 50 árum síðani. Niðri undir sæst yrkingasavnið hjá Líggjasi í Bø ‘Til Lívið’, sum kom í 1964. Jack Kampmann gjørdi kápumyndina og Býarbókasavnið hevur savnið til útláns (Myndir: Pressumynd og Birgir Kruse) Fyrstu ferð Norrønt Dagsverk varð fyriskipað millum lesandi í Føroyum, varnaðist eg yrkjaran Líggjas í Bø og einasta yrkingasavn hansara Til Lívið . Sjáldsamt, at ein føroyskur yrkjari tekur upp eitt so fjart evnið, sum Sharpeville morðini og viðurskiftini í Suðurafrika, sum fyri fimmti árum síðani vóru so út av lagi. Hetta var í 1985 og vit – Birita, Maja, Aref, Jón og eg sjálvur – komu eftir, at vit eiga nógv í felag við ung í Suðurafrika. Vit eru norðast og sunnast í sama havi, har sólin rísir og setir um somu tíð. Saman kundu vit í Vesturkirkjuni og í hølunum hjá LFÚ staðfesta somu sosialu indignasjón, tá fólk eru fyri skipaðum órætti. Um kvøldið setti bispur krúnuna á verkið og handaði innkomna peningin, útvið hálva m

Blóð hansara komi yvir okkum

Barabass-pressan er tað reina gass Heimligu miðlarnir brúka ymisk heiti, tá kappingarneytarnir verða siteraðir og umrøddir. Norðlýsið skrivar um Høvuðsstaðarpressuna og Oyggjatíðindi skriva um Einglapressuna . Størru bløðini brúka ikki tílík heiti, hvørt um annað. Kanska líða tey ikki undur somu ómegd og hava tí ikki sama tørvin. Við bíbilskari fyrimynd verða blóðmyndir ofta brúktar í talum og sangum her á landi. Hugtøk um grøðing og endurloysn í blóði spretta og blóma, meðan hin hóttandi setningurin 'Blóð hansara komi yvir okkum' darrar í tí fjara og kanska hómast sum óskrivað graffiti í einum óvígdum skýmaskoti. Eftir at hava fylgt við í gongdini, nú Oyggjatíðindi tvær ferðir innan stutta tíð hava fingið fútabann at bera fría orðið fram á torg, eri eg komin eftir at hetta blað kvalifiserar seg til eitt heilt nýtt heiti í føroyska blaðheiminum: Barabass-pressan . Støðið fyri hesum journalistiska nýyrði finni eg í Matteus 27, ørindini 11-26, tá Pilatus spyr ’Hvat ilt hevur h

Lust for Life - filmur í Steinbrá!

-Jamen, hatta ER van Gogh! Nei, hatt er Kirk Douglas í leiklutinum sum Vincent van Gogh í klassiska filminum 'Lust for Life' frá 1956. Ovast sæst prentið, ið gevur atgongd til alla herligheitina. Síðani sæst reyði intimbiografurin hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Niðast, Kirk Douglas saman við Anthony Quinn, sum er Paul Gauguin og fekk eina Oscarvirðisløn fyri avrikið (Life og filmsmyndir) Í samstarvi við Norðoya Sparikassa fer Grafikkfelagið STEINBRÁ at vísa listafólkafilmar í intima biografinum, sum er í Miðlon í Havn. Lagt verður fyri við filminum Lust for Life , sum Vincente Minelli gjørdi í 1956. Filmurin er um Vincent van Gogh (1853-1890) og byggir á ævisøguliga bók hjá Irving Stone, sum lýsir lívið hjá hálendska málaranum. - Guð er í allari sannari list, skrivar Vincent í einum av teim 800 brøvunum til beiggjan Theo, sum hóast tað var stokkut, mundi eiga lívið í bróðirnum. Søgan byrjar við at Vincent vil prædika í einum belgiskum kolanámi. Illa gongst og hann strí

Pátriksmessa

Írski Muiredach krossurin frá um ár 900 í Monasterboice norðanfyri Dublin. Niðri undir sæst útsýnið frá Giant's Causway, norðast í Norðurírlandi, har risin fór í havið. Kanska kom hann upp aftur í Froðba (Myndir: Birgir Kruse) Í dag er Pátriksmessa. Henda øldin, fyri ikki at siga túsundáraskeiðið, byrjaði við Listastevnu í Norðurlandahúsinum. Hvørki fyrr ella seinni havi eg upplivað sovorið tiltak. Undan fyrstu Listastevnuni í 2001 eydnaðist at skapa samband við listastevnuna í Galway og írsku operuna í Dublin, sum hevði hálva øld á baki. Fyri fyrstu ferð høvdu tey hug at fara uttanlands og bjóðaðu okkum eina ferðandi uppseting av Madame Butterfly. Gamaní ein kuffert-sýning, men her á leiðum var opera ikki sædd áður. So her vórðu sambond skapt millum tónleikarar og kórsangarar, sum aldri áður. Tey mongu, ið høvdu loyst billett til framførslurnar, fingu eina ógloymandi uppliving. Eisini Astrup í Føroyabanka, sum var høvuðsstuðul. Írska tjóðardagin hetta árið endaði Sosialurin oddag

Black Sheep og Campari

Carl Jóhan Jensen setti framsýningina og læs úr egnum tekstum. Kinna Poulsen er kurator og niðast sæst svart-reyða borðið í Steinprenti (Myndir: Birgir Kruse) Grækarismessa 2010 er svørt og reyð. Við grafiskum prentum á vegginum og Black Sheep og Campari á borðinum, sæst tað í Steinprenti á Skálatrøð, har fleiri av teim vitjandi høvdu klætt seg í svart og reytt, tá latið varð upp fríggjadagin kl. 16. Jan Andersson beyð vælkomin og Carl Jóhan Jensen setti framsýningina við upplestri úr egnum tekstum og týðingum. Spennandi, at ein myndlistarlig framsýning tekur støði í tí reint estetiska. Kinna Poulsen valdi verkini, sum eru stein- og koparprent hjá ellivu listafólkum á grafiska verkstaðnum Steinprenti.

Svart og Reytt á Grækarismessu

Á myndini síggjast Tróndur Patursson og Jan Andersson heingja dregilin við áskriftini SVART OG REYTT upp á veggin út móti vágni á Skálatrøð (Myndir: Birgir Kruse) Nú verður gjørt klárt til SVART OG REYTT, sum er grafikkframsýning á Grækarismessu í STEINPRENTI á Skálatrøð í Havn. - Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum, er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen, ið hevur valt listaverkini og skipað framsýningina. Ellivu listafólk hava gjørt reyð-svørtu prentini. Tey eru Brandur Patursson, Claus Carstensen, Haldis Olsen, Hanni Bjartalíð, Hansina Iversen, Peter Carlsen, Poul Janus Ipsen, Rannvá Kunoy, Torbjørn Olsen, Tóroddur Poulsen og Tróndur Patursson. Tað, sum boðið verður til ferniseringina fríggjadagin 12. mars klokkan 16 er eisini reytt og svart. Carl Jóhan Jensen fer at seta framsýningina, ið verður opin ein mánað fram.

Hin góða søgan vinnur - sjálvt á føroyskum mentanarpolitikki

Jeff Bridges vann eina Oscar virðisløn fyri leiklutin í filminum Crazy Heart, sum er um ein falleraðan countrysangara. Men útlitini fyri at hann og nógvir aðrir góðir filmar verða vístir herheima eru smálig (Mynd úr filminum) 3D filmurin Avatar og leikstjórin James Cameron fingu ein ordiligan framaná, tá Oscarhandanin fór fram í Los Angeles í nátt. Hesin risastóri pengafilmur við teim syrgnu og misháttu andlitunum, fekk bara smærru virðislønirnar. Hinvegin fóru stóru virðislønirnar til smærru filmarnar. So tað er at fegnast um at dómsnevndin heldur fast í at tað altíð er hin góða søgan, ið er virðislønarverd. Av tilnevndu filmunum er tað nærum bara Avatar , ið hevur verið sýndur herheima. Uttan um vegir havi eg fingið eitt eintak av Crazy Heart , sum eg nú fari at hyggja eftir. Jeff Bridges, sum seinastu árini er vorðin ein av mínum yndisleikarum, hevur høvuðsleiklutin. Og so tekur filmurin støðið í eini søgu hjá Thomas Cobb frá 1987 um ein falleraðan countrysangara, sum einaferð

SVART OG REYTT

- Við tveimum teimum grafiskt sterkastu litunum er henda framsýningin av steinprentum og koparprentum sjónligt dømi um ta heilt serligu megina í grafisku tøknini, sigur Kinna Poulsen (Myndir: Jan Andersson) Á Grækarismessu letur svart-reyð grafikkframsýning við 11 listafólkum upp í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Kinna Poulsen hevur valt verkini og Carl Jóhan Jensen setir framsýningina Kinna Poulsen skrivar soleiðis um framsýningina: Á Grækarismessu í ár verða framsýningarhølini hjá Steinprenti á Skálatrøð skrýdd í júst somu litum sum fuglurin, ið fær serligan ans henda dag. Men tjaldurslitirnir við reyðari og svartari tekning á hvítari grund tóktust eisini sum upplagt litaval, nú Grafiski Verkstaður Føroya fór í gongd við at skipa fyri eini lit-tematiskari framsýning. Orsøkin til hetta er meira listarlig og grafiskt grundað, enn hon er tjaldurslig. Fyri kortum varð áhugafelagið Steinbrá stovnað og eru tað tey mongu fólkini, ið longu hava teknað seg sum lim og sum á annan hátt hava sý

Lisa í Leikalandi

Alice in Wonderland er evni í handilsglugga í London, har tey selja sertifiseraðan heilsukost, krydd og súltutoy. Kanska eitt uppskot fyri marknaðarføring av føroyskum fiski, so hann verður MSC góðkendur og reiðiliga tað (Myndir: Birgir Kruse) Lisa í Leikalandi , soleiðis kallaði Axel Tórgarð týðingina av Alice in Wonderland , sum Lewis Caroll skrivaði í 1865. Týðingin kom út á forlagnum Aldan í 1988. Nú verður søgan sýnd í Havnar Bio, har Tim Burton við nýggjastu tøkni blendar upp fyri hesum gamla klassikara. Johnny Depp er óði hattamakarin, Mia Wasikowska er Lisa og Helena Bonham Carter er Reyða drotningin. Filmurin byggir ikki bara á hina einu søguna frá 1865. Nei, hann blaðar eisini í søguni Through the Glass , sum Lewis Carroll skrivaði í 1871. Internet Movie Data Base telur 23 spælifilmar, sum hava heitið Alice in Wonderland . Hin elsti er frá 1903. Hann varir 8 minuttir og er rímiligvís svartur og hvítur. Í 1951 opnaði Disney øll málingablikk og stoytti alt í ein teknifilm við s

Sleeping Picasso

Savnsvaktin er fallin í svøvn undir Picasso málninginum á Ermitasjuni í Sankta Pætursborg. Niðri undir ein Da Vinci originalur, beint fyri blitsinum. Niðast marsjera kadettar inn í Ermitasjugarðin (Myndir: Birgir Kruse) Á heimsins listasøvnum er mangt og hvat at síggja. Ikki minst á Vetrarpalassinum og allari Ermitasjuni í Sankta Pætursborg, ella Государственный Эрмитаж sum russsiska navnið á stóra savninum er. Við dyrnar kanst tú leggja eitt oyra við lúkuna og sleppa at avmyndað allar originalar málningar, við blitsi. Alt fyri pengar. Leonordo da Vinci, El Greco and the lot. Men avmarkað er, hvussu spennandi tað er at ganga og avmynda allareiða málaðar málningar. Høvdu listafólkini verið fangað in the act, caught painting, hevði tað verið nakað annað. Men tú kanst renna teg í stuttligar støður og hendingar millum hesar túsundtals málningar. Sum til dømis tá ein útlúgva babushka leggur seg framyvir og svevur søtan blund - undir einum Picasso málningi. Tað skal vera henni væl unt. T