Skip to main content

Posts

Ovastevna

Úr  stovuvindeyganum hjá Guðruni og Ivan í Nýggjagørðum er útsýnið sum í einum málningi hjá Steffani Danielsen. Tað er ikki so løgið. Hann búði í grannalagnum í einum húsum, sum eru til vinstru í myndini og nýliga hava verið til sølu. Fólk vita nógvar søgur um Steffan og tiltøk hava verið í bygdini, har málningar úr fleiri húsum hava verið savnaðir og sýndir fram. Tá Havnini fylti hundrað sum fólkavald kommuna í 2009, var framsýning á Látrinum við nøkrum av bestu málningunum hjá Stefani Danielsen, sum Emil Juul Thomsen átti. Í køkinum stákast Guðrun og Beinta við tí besta, sum oyggin kann bjóða  nú ovastevna er. Sekstan svimjarar, teirra millum fýra fransmenn, kasta seg á bláman yvir við Strond at svimja teinin, sum er um seks kilometur, alt eftir hvussu svomið verður við streyminum um fjørðin. Hvør einstakur svimjari hevur ein bát við á ferðini, so trygdin er í lagi. Erlendur Simonsen var fyrstur í land. Málið er Grindin, sum eisini er málað á trillibørina hjá Beintu. U

Kjakmentan - hvat er tað?

Sosialurin ger í kvøld eina góða roynd at varpa ljós á dagsins kjakmentan, og um vit yvirhøvur duga at kjakast. Autentisku dømini, sum eru endurgvin um eina heila opnu í blaðnum prógva, at tað duga vit als ikki. Men so einføld er støðan ikki, at vit kunnu kolldøma føroyska kjakmentan av hesi orsøk. Ikki fyri at bera í bøtuflaka, men at tveita ókvæmisorð til vinstru og høgru, har eitt lættkeypt høvi er, tað hevur verið, er og fer altíð at vera ein atferð í øllum mentanum, sum yvirhøvur hava eitt mál við íbygdari makt, einum sjónligum stættarmuni og býti millum bygd og bý. Blaða vit nakrar síður fram í sama blaði, síggja vit at javnaðarpolitikarar í Havn sleppa at fylla síðuna, sum ovast ber undurfulla frámerkið Kjak , Vikuskiftiskjak. Hetta er als ikki kjak, men valpropaganda nú kommunvalið nærkast. Tí fer man av góðum grundum at ivast í, hvat Sosialurin meinar við, tá hann sigur Kjak og leggur upp til kjak um - kjak. Hinvegin kann forvitni lesarin í dag fegnast um ungar

Grindafilmur frumsýndur

Nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotska Mike Day The Islands and the Whales varð frumsýndur fyri fullsettari høll í Havnar Bio týskvøldið. Her sæst leikstjórin í føroyskari stjørnutroyggju frá Guðrun & Guðrun greiða frá um filmin og svara spurningum. Fólk vóru hugtikin av søguni, sum viðger dálking í havinum og av tí mati, vit taka úr náttúruni. Mike greiddi frá, at umframt at hava verið vístur á altjóða filmsstevnum, so hevur filmurin eisini verið vístur á ST-høvuðsborgini og í Hvítu Húsunum, har hann er úrvaldur og góðkendur, klareraður , at verða vístur saman við einum øðrum risastórum heimildarfilmi á Hawaii, har Obama helst fer at síggja hann. Havnar Bio og Filmsfelagið, sum skipaðu fyri frumsýningini, góvu Mike ein reyðan vasa, sum Akkuleya hevði sett saman til høvið. Eftir væleydnaða frumsýning rullar leikstjórin sær eitt ball uttanfyri Sirkus í Vágsbotni í Havn, har medvirkandi í filminum er møtt. Tað er týðuligt, at fólk eru fegin um filmin, sum áskoðarin, mitt

Summarvarpið eldist...

Í summarskránni hjá okkara elskaða Útvarpi eru tríggjar fínar sendingar. Ein er um pensionistar, sum eru blivnir pensionistar, onnur er um pensionistar, sum minnast áftur á tíðina, tá tey vóru børn, og triðja summarútvarpssendingin er um mammuna og dóttrina, sum nú er so gomul, at mamman er pensionist. Tríggjar fínar sendingar, sum mær dámar væl at lurta eftir, tí tær eru gott avrik í sjálvum sær. Men hvussu ber tað til at tríggjar sendingar av sama human interest slag eru á somu skrá í sama útvarpið um somu tíð? Hvar eru tær greinandi sendingarnar, sum viðgera samfelagspolitisk og mentanarlig viðurskifti? Er tað eitt summarfyribrigdi at verða human interest bleytur, og gera so nógvar sendingar av sama slag, at tær sum frá líður verða fataðar sum møsn, hvussu góðar tær í sjálvur sær eru? Tað er ein dýrur lærupengi. Men kanska er tað ein strategi upp mótu vetrarskránni, sum verður hard core og als ikki fer at rúma bleytum tilfari. Tí tað var í summar. Nú verður vetur. Ei

Mike Day er lendur við grindafilminum!

Mike Day er lendur við flogfarinum hjá Atlantsflogi úr Edinburgh í kvøld. Við sær hevur hann filmin "The Islands and the Whales", sum operatørurin í Havnar Bio nú ger kláran at vísa í morgin týsdag og aftur mikudagin, báðar dagar kl 19:30. Mike hevur júst víst filmin í Kýpros, har filmsstevnan Lemesos International Documentary Festival hevur verið. Hetta er fyrstu ferð, at nógv umrøddi grindafilmurin hjá skotska Mike Day verður sýndur í Føroyum. Fyrsta sýning var í Kanada. Síðani hevur filmurin verið sýndur í USA og í Skotlandi. Filmsfelagið skipar fyri sýningunum í Havnar Bio, sum eru almennar. Eftir sýningina verður høvi at seta leikstjóranum spurningar um filmin.

Guds hevnd

Undir provokerandi yvirskriftini, Guds hevnd, skrivar Heini í Skorini langlesnaðin í Dimmu hetta vikuskiftið. Langlesnaðurin er vørumerkið hjá Dimmu, og onkuntíð er lesnaðurin serstakliga góður, serliga í leygardagssólini ein lagaligan fyrrapart. Í morgun var tað ein fragd at lesa nýggjastu greinina hjá Heina. Undirhaldandi, vitborðið og væl undirbygt við aktuellum referansum. Í hesum føri er talan um at halda religión upp móti politikki. Ikki úti í heimi, men beint her og nú, har tjóðskaparstrev, fríkirkjur og danska ríkisgnaddanin eisini eru søguligir partar. Stuttliga nærverandi at lesa, serliga í samanberingini við Ísland og USA. Og yvirskriftin, jú hon er eitt aftursvar til Nietzsche, sum segði at Gud var deyður. Men hann hevur so aldri verið á tingi, Nietzsche. Tú har býr Gud í maktini, amen. Tí eru Føroyar Guds livandi hevnd, um eg skilji yvirskriftina rætt. Men kanska skulu teir politikarar, sum brúka fleksiblu grudstrúnna til gerandispolitikk, seta seg betur inn í reli

Bygdabollar

Ólavsøkan er farin aftur um bak, og nú eru bara bygdabollar eftir. Alt er uppselt, sjálvt feriudagarnir eru uppi. Fyri at umskrivað besta yrkjaran og aktuella leikritahøvundan, Jóanes Nielsen, so eri eg í dag sannførdur um, at bygdabollarnir eru tær einastu tempulsúlurnar, sum vit eiga í Føroyum. Henda nýbakaða sannkenning kom til mín, tá eg tosaði við kanadiska phd granskaran, Joshua Green, um samleikan í føroyskari tónleikasøgu, og aftur við útvarpsmannin við góðu røddini, Jákup Magnussen, í Kringvarpsgongini í gjárkvøldið, tá eg, móti viljanum hjá Pól Martin, klókaði meg uppá Wenders. Kjakið hjá okkum snaraði í báðum førum um spurningin, hví allur vánaligur útvarpstónleikur altíð og uttan undantak verður kallaður country. Er tað av sjangrublindni? Og hví siga vitborin havnarfólk, at tey, sum lurta eftir country, lurta eftir tí slagnum av tónleiki, tí tey kenna ikki annað? Hvussu ber tað til, at tónleikasjangran country, og tey, sum lurta eftir henni, eru blivin prügelknabe? I

Hvussu verður ein føroyskur samleiki í tónleiki skaptur og marknaðarførdur?

Í dag hitti eg kanadiska Joshua Green, sum er úr New Brunswick á kanadisku eysturstrondini, beint innanfyri Prince Edward Island og sunnanfyri Nýfundland. Sjálvur hevur hann búð í St. John’s og eisini í Føroyum eitt skifti í 2011, tá hann fekk Sprotan áhugaðan í at geva út Music-making in the Faroes (2013). Eftir at hava tosað við tónleikarar í Runavík og í Studio Bloch, vildi Joshua í dag tosa við meg um countrytónleik í Føroyum, upprunan til dansiorkestur á bygd og í bý, um ølklubbar í Havn, og um Útvarpið og tónleikasendingar har. Orsøkin til at Joshua vitjar aftur í Føroyum er, at hann er PhD lesandi í ethnomusicology við Memorial University of Newfoundland, og hevur sett sær fyri at kanna tónleikapallin í Føroyum. - Yvirskipaða evnið í ritgerðararbeiðnum er, hvussu ein føroyskur samleiki í tónleiki verður skaptur og marknaðarførdur. Frammarlaga verður eisini ein djúptøkin viðgerð av tí, sum eg kalli mentanarligi infrastrukturin í Føroyum. Við øðrum orðum stuðulsskipanin

Føroyar fara at skína!

Í 10 minuttir mitt í filminum, Submergence , sum er væl meir enn tveir tímar til longdar, fara Føroyar at skína. Tað vissar týski Wim Wenders okkum um á Hotel Føroyum fyrrapartin, har Jan Berg Jørgensen hevur boðið mær á tíðindafund hjá Visit Faroe Islands. - Vit hava akkurát filmað í La Mancha í Spania og í Djibuti í Afrika, og alla staðni manglaði grønt. Her í Føroyum er akkurát tann grøni liturin, sum filmurin manglaði. Mitt í filminum fer føroyska summargrasið at skína - shine , sigur filmslistamaðurin Wenders, og smakkar uppá orðið. Og tá fotografurin eitur Benoît Debie, er einki at ivast í. Fyrstu fer teir arbeiddu saman var í Every Thing Will Be Fine , sum partvís varð tikin upp í Noregi og bygdi á norsku søguna hjá Bjørn Olaf Johannessen, aðru ferð í spildurnýggja  The Beautiful Days of Aranjuez , har Wenders aftur arbeiðir saman við Peter Handke og Nick Cave, og nú triðju ferð í Submergence , sum byggir á skaldsøgu hjá hetlendska J.M Ledgard, ið fyrstu ferð var fram