Skip to main content

Posts

Í bloggloysi

Í eina samfulla viku havi eg verið í bloggloysi og myndaloysi. Tað er ikki ein staður í nánd av Lokloysi, men ein persónlig roynd at halda feriu. Og tað riggaði. Eina viku uttan at skriva blogg, eina viku uttan at tendra myndatólið, sum tí sigur no image eftir hesa sjáldsomu forðarenning. Men fartelefonin er uppfunnin, so onkrar myndir frá farnu viku fara at koma blogglesarum til góða. Treyðugt so.

Havsins óendaligi poesiur

Ummæli: Havfrúgvin er ein fjøltáttaður dreymaleikur, sum við briljerandi tøkni knýtir Havnina og Klaksvík saman í kjøti og blóði, hóast støð ikki verða nevnd. Við fyndiga machopenninum hjá Jóanesi Nielsen verða vit førd inn í hugaheimin hjá hansara alter ego, Hjálmari Dam, ið er kryplaði sjómaðurin Olivar, sum hevur byrgt seg inni við turrløgdum kvinnudreymum og hevur valt at síggja verðina í egnari filmsgerð Foto: Heinesen Myndir Mentanarjournalistikkur hevur aldri havt góð kor í føroyskari pressu. Men í førinum Havfrúgvin hevur Tjóðpallurin í samstarvi við Miðlahúsið valt at viðgera aktuella leikin undan, meðan og eftir at hann hevur verið á palli fyrstu ferð. Miðlatekniskt er tað mest fulkomna ætlan at fremja mentanarligan journalistikk, eg havi varnast. Fyritøkan Savna stóð fyri marknaðarføringini. Marknaðarføring Undan sýningini hava marknaðarátøk tryggjað leikinum framúr sjónligheit, fyrst við eini effektivt snøggari plakat, ið brúkar gula litin á Tjóðleikhúsinum, og

Havsins óendaligi poesiur

Her er eitt brot úr ummælinum í Sosialinum í dag av leikinum  Havfrúgvin,  sum varð frumsýndur leygarkvøldið á Tjóðpallinum. Niðanfyri er vakrasta myndin úr poetiska leikinum, sum Jóanes Nielsen skrivaði og Eyðun Johannesen stjórnaði. Høgni Heinesen tók allar myndirnar av leikinum. Um  hesa senu verður sagt soleiðis í dagsins ummæli í Sosialinum: Gólvið er blankt aluminium sum á flakavirki, so gummistivlarnir ikki glíða. Tøknin, ið gandast upp úr gólvinum, fram úr veggunum og niður úr loftinum, er ein so stórur medleikari, at onkuntíð er hon, tøknin, um at taka yvirhond og ger leikin praktfult orðleysan. Sum til dømis tá vit eru við eitt langt op í gólvinum, har syrgjandi fólk kasta rósur niðurí, og tey í næstu løtu taka trolið, ið hongur sum ein fiskur undan loftinum, og bera tað út av pallinum. Tá er senan so sterk, at orð eru óneyðug. Ja, í allari orðamongdini fært tú tann uppskolaða ynskidreym at síggja ein turran og orðaleysan leik, ella ein leik á einum fremmandum máli

Jóhanna og Ingun savna

Her eru Jóhanna og mamman, Ingun, við hvítum Reyða Kross bússum í túninum í Tórsbyrgi í dag. Eins og í fjør fingu tær eitt oyra til innsavningina. Er eingin inni, so leggja tær eitt kort í postkassan, har upplýst verður, hvussu ein kann stuðla á netinum, ella við at flyta eina upphædd gjøgnum banka. Í fjør vóru Jóhanna og Durita, sum tá vóru 10 og 11 ár, á hurðini í somu ørindum. Í 2012 eydnaðist mær at fáa eina mynd av Kára Mikkelsen, sum tá gekk við reyðu bússuni og fekk eitt oyra til landsinnsavningina hjá Reyða Krossi, sum tá var. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Reyði Krossur í Føroyum varð stovnaður 2. apríl í 1926. Felagsskapurin byggir á sjey aðalreglur, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum. Tær eru: At vera menniskjanslig: Reyði Krossur, ið tók seg upp av einum ynski um at veita ópartíska hjálp til særd á vígvølli, roynir tjóðskaparliga og altjóða at forða fyri og linna menniskjansliga líðing, hvagar hon enn er. Endamál

Fríggjadagsruddiligheit

Ymsu dagarnir hava ymisk virði. Herfyri sang Kris Kristofferson um sunnudagin og einsemi hjá einsomum. Tað var eingin dagur, sunnudagurin. Mánamorgun sigst verða tiltikin fyri blues og hangovers, tá fólk aftur skulu undur tað, tey minst ynskja, arbeiða og verða lønartrallur. Men øll vilja rinda fyri at seta fótin undir egið borð, so har er einki at gera. Húsabygging er ikki bara frítíðarvirksemi, men lívstíðardómur hjá nýgifta parinum. Tað fara dagarnir til. Fyrr høvdu vit dimmudagar, tá Dimmalætting kom út. Sum virkin og nyttugur samfelagsborgari kundi tú ikki fara í song uttan at hava lisið Dimmu ein dimmudag, sum tú eisini kallaði bløðini í øðrum londum: "Far oman í tabac'ina og keyp mær eina Dimmu!" Nú er hóskvøldið blaðdagurin. Hjá summum er fríggjadagur lukkan. Tá breddar og skjótt kanst tú sjálvur gera av, hvat tú brúkar tíðina til. Ikki petti av rímu um leti. Tað hoyrir til dagleysar bøkur í keðsomum døgum innan tíðin kom í spargament. Tá er gott at síggja rudd

Spotify fortaldi mær...

Spotify fortaldi mær í kvøld, at Søren Ulrik Thomsen er at hoyra við musikki. Akkurát sum Dan Turell, ið elskaði stórbýin. Power er heitið á tónsetta yrkingasavninum hjá Søren Ulrik Thomsen, har Det Glemte Kvarter hevur undirspælið og kontrapunktiska mótspælið í 20 sangum. Onkuntíð bara 80’ara frambrúsandi disko, sum hjá Cliché og Lars Hug við militstrummum, og aðrar tíðir sum bland millum pornojazz úr svartfilmi og ágangandi vilmannatrummum frá Daft Punk og úr favela'ini í Rio. Gestasangarar eru Nicolai Elsberg og Maja Hartnack. Har sum yrkjarin sjálvur sleppur at lesa, sum í I ét nu , riggar tað best. Uttan fylgispæl. Orðini eru so innanímusikalsk at tey órógvast við fylgispæli. Ljóðið verður larmur, ljóð verður forstýrilsi, ljóð verður forbannilsi. Og so riggar tað aftur í løtum, bara í løtugloppum riggar tað, ljóðið og orðini. Sum at síggja Jackson Pollock til arbeiðis. Slettandi, slettandi, slettandi. Tað gevur ikki meining, at seta ljóð til. Hann eigur slettið, hann

Vakrasti setningur á føroyskum

Í dag er fjúrtandi september og hálvfjerðs ár síðan fólkaatkvøðuna um loysing frá Danmark, almáttuga landinum, sum varð tikið úr føroyska gerandisdegnum og føroysku tilvitskuni við bretsku hertøkuni undir krígnum. Sæð frá mínum sjónarhorni hava Føroyar aldri flutt seg so skjótt og so langt fram á leið, sum undir bretsku hertøkuni. Aldri áður hevur eitt fólk fingið so nógv at vita so skjótt um óvæntaðar menniskjansligar relatiónar, um jazz, film og bilar, og kvinnur, ið sluppu at finna seg sjálvar. Hvat gekk fyri seg á hoyggjhúsloftunum hesa tíð, kann eg bara gita um. Men eg var ikki til tá og havi ongan rætt at hava nakra meining um tað. Og tó. Føroyar vóru í hesi nýggju og óvæntaðu støðu noyddar at definera seg sum tjóð, tí eingin hevði gjørt tað fyrr. At kroysta føroyingin at hava eina støðu um egna støðu uttan danskan undirtekst. Var fyri viku síðan á Skjalasavninum í sambandi við eina arbeiðsuppgávu. Las í Gerðabók Føroya Løgtings um fyrsta fundin eftir fólkaatkvøðun

Geytin verður aftur í ár

Norðurlandahúsið skipar aftur í ár fyri filmskvøldi sunnukvøldið 11. desember, tá nýggjastu føroysku stuttfilmarnir verða sýndir og tvær filmsvirðislønir, Geytin og Áskoðaravirðislønin, verða handaðar. Nú stendur øllum filmsframleiðarum í boði at ríka um spírandi føroyska filmsskattin við at senda filmar inn til ársins filmstiltak, Filmskvøldið 2016. Tykkara filmar verða tilmeldaðir við at senda teldupost til film@nlh.fo við kunning um heiti og longd á filmi, slag av filmi, navn á filmsframleiðara, teldupostadressu og telefonnummari hjá kontaktpersóni. Freistin at melda filmin til Filmskvøldið 2016 er tann 10. oktober. Krøvini til stuttfilmin, sum skal sendast Norðurlandahúsinum í seinasta lagi 10. november, eru hesi: 1) Stuttfilmurin skal í mesta lagi vera 30 minuttir. Tó kann filmsnevndin í serligum førum gera undantøk, tá um longd ræður. 2) Heitið stuttfilmur hevur í hesum føri breiða merking og fevnir um spælifilm, listafilm, tónleikafilm, heimildarfilm v.m. Handilsli

Filmur í politikki í Tórshavnar kommunu

Politiskir flokkar hava givið filmslistini og filmsgerð ans, nú kommunval stendur fyri durum. Tá fyrsta tíðindaskriv um Filmsdagar í Felag fór út hósdagin 18. august í ár, varð sagt soleiðis undir yvirskriftini Filmur í politikki: Nú kommunuvalið nærkast geva vit pláss fyri politiskum ætlanum um filmsgerð. Teir flokkar, ið stilla upp til kommunvalið, og hava film í teirra stevnuskrá, eru vælkomnir at melda seg til longu nú. So fáa teir fimm minuttir innan Wenders sýningarnar í Ostahúsinum, at siga biografgangarum í Havn frá um politiskar ætlanir við filmi. Tveir flokkar, sum stilla upp til kommunvalið í Tórshavnar kommunu, boðaðu frá áhuga og luttøku við valevnum á Filmsdøgum í Felag. Fyrsti flokkur at boða frá luttøku var Framsókn, sum legði málið hendurnar á Høgna Reistrup, sum hevði hesa stuttu framløgu í Ostahúsinum í Havn: Filmsvinna og Framsókn Komandi árini skulu vit miðvíst skapa filmi góðar umstøður. Landið hevur sína uppgávu, privat gera sítt, og so skal Tórshav

Filmsdagar í Felag verða aftur næsta ár

“Filmsdagar í Felag” eru komnir at enda. Ole og Birgir, sum skipaðu fyri, vilja fyrst og fremst takka tykkum mongu, sum møttu til sýningarnar og tiltøkini. Síðan vilja vit takka hesum fólkum, ið stuðlaðu og stóðu saman um filmstiltakið í miðbýnum í Havn: Jákup Eli í Havnar Bio, Gudmund í Filmsfjepparafelagnum Hygga Síggj, Heidi í 62 Norður, Hanna í Ostahúsinum, Vónbjørt á Býarbókasavninum, Johannes á Hvonn, Sophus í Føroya Bjór, Ingi í Norrøna Felagnum, Sakaris í Felagnum Føroysk Filmsfólk, Leivur í Búskapar- og Løgfrøðingafelagnum, Jóna Kristin í felagnum MoDo, Jógvan í Pedagogfelagnum og politisku umboðunum til kommunuvalið, Marin katrina og Høgni, sum í Ostahúsinum góvu teirra boð uppá ein kommunalan filmspolitikk í Havn. Hetta var annar filmfestivalur í Havn. Triði filmfestivalur undir heitinum “Filmsdagar í Felag” verður í Havnar Bio og í miðbýnum í Havn í september næsta ár. Síggjast!

Elias vann ferðina

Magnus frá 62 Norður hevur funnið vinnaran - Elias Thorsteinsson - sum sjálvur annar sleppur til Reykjavikar t/r við ferðaskrivstovuni 62 Norður. Vinnarin varð funnin eftir at filmurin Captain Fantastic hevði verið vístur í gjárkvøldið. Tað var formaðurin í Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, sum innleiddi nýggja og vælumtókta filmin við Viggo Mortensen. Captain Fantastic var seinasti filmur á Filmsdøgum í Felag. Nú fer Filmsfelagið undir regluligu skránna mikukvøld í Havnar Bio. Fyrsti filmur hesa vetrarhálvuna er danski heimildarfilmurin Dem vi var , har Teitur hevur gjørt tónleikin. Filmurin verður sýndur mikudagin 21. september kl 20, tá Maud Wang Hansen, forkvinna í Heilafelagnum fer at innleiða sýningina.

Svart og hvítt vinnur í Venezia

Mynd: AP Biograffilmar, sum er svartir og hvítir, eru aftur vælumtóktir. Eisini um teir eru fýra tímar langir, sum til dømis á árligu filmstevnan í Venezia, ið kallast la Biennale , og er hin elsta í heiminum. La Biennale endaði í gjárkvøldið og tá fekk filipinski filmurin Konan, ið fór  við enska heitinum The Woman Who Left  og filipinska upprunaheitinum Ang babaeng humayo  Gyltu Leyvuna, Leone d’Oro , sum er fyrsta virðisløn. Leikstjórin er 57 ára gamli Lav Diaz frá Mindanao. Bæði í 2007 og 2008 vann hann aðrar virðislønir í Venezia. Tað var fyri svart-hvítu filmarnar við ensku heitunum Melanhoclia og Death in the Land of Encantos . 20 filmar  vóru in competition  í kapping um Gyltu Leyvuna. Sam Mendes var formaður í dómsnevndini, sum m.o. taldi Laurie Andersson, ið gjørdi Heart of a Dog , sum Filmsfelagið sýndi herfyri, og ikki minst Joshua Oppenheimer, ið gjørdi The Act of Killing og The Look of Silence , sum Havnar Bio og Filmsfelagið hava víst. Ein annar ný