Skip to main content

Posts

At byggja undir skeivum fortreytum

Í morgun verða tey áhugaverdu tíðindi borin á Portalinum, at eitt virki á havnarlagnum á Tvøroyri er bygt undir skeivum fortreytum. Meistarligu myndina, ið sigur meir enn milliardir av keyptum orðum, tók Reidar Simonsen fyri tíggju døgum síðan. Innihaldsliga tekstkeldan er stjórin í vinnufelagnum á VP í gjárkvøldið. Gamaní, kunnu fortreytir broytast frá degi til dags, tað verið seg persónliga ella alment, í relatión til onnur núlivandi, ella bara vinnuliga, soleiðis sum pengar nú kunnu definera okkara viðurskifti við grannan, tí vit púra óvæntað hava vunnið milliónina, og tað verður ein grannatrupulleiki. Í summar var eg á júst hesum ný- og gamalsøguliga armageddonstaði, og kann ikki annað enn geva kelduni rætt. Hetta er alt bygt eftir púra skeivum fortreytum. Men hin órættaði er ikki grefliga virkið, sum á dronumyndini sæst fremst fyri sum rovini á einum futuristiskum bláhvali. Nei, tað eru tey, sum í fyrndini, men í dag uttan rættindi, ið bygdu býli, virki og handlar eftir na

Triðihvør á netinum er eitt barn

  Children in a Digital World  (UNICEF 2017) Fleiri og fleiri børn eru á netinum, sigur ST-stovnurin UNICEF í árligu frágreiðingini. Nú er triðihvør á netinum eitt barn, verður sagt í fráfreiðingini Children in a Digital World,  sum kemur út í dag og fæst ókeypis á netinum. Ein sjónlig avbjóðing í nýggju frágreiðingini er, at 71% av teim 15 til 24 ára gomlu eru sambundin, connected, meðan bara 48% av øllum brúkarum eru sambundnir á netinum. Atkoma, access, til internetið, verður mett sum ein fyrimunur hjá børnum í allari verðini, heilt frá útbúgving til nýggj sosial sambond og samfeløg. Vandi er tó í allari vælferð. Í tíðindaskrivi úr New York í dag, hevur UNICEF hesa samanfatandi áheitan longu í yvirskriftini: Make the digital world safer for children - while increasing online access to benefit the most disadvantaged Ov lítið verður gjørt við at kanna, hvussu børn brúka internetið, sigur UNICEF. Hóast vit í Føroyum helst hava flestu og nýggjastu teldur og líknandi amboð f

Munnbitar, ið muna

Fríggjakvøldið letur matstovan The Tarv upp í gulu húsunum innast í Vágsbotni, har heilsølan hjá Poul Hansen var fyrr. Fyrsti persónur, vit møta, innan farið verður til borðs, er smílandi vertinnan Eydna av Fløtum Millum gestirnar er kendasti mannligi vertur, John Mikkelsen í Áarstovu, sum ger Eydnu tann heiður at møta til soft opening hóskvøldið. Kanska hevur hann okkurt tips, tí greitt er, at hann telist millum bestu matstovuvertir í ríkinum. Hóast hølini eru rá, sum tá goymsla var her, og Útvarpið seinni helt til her, eru hølini heit við hugnaligum ljósi og modernaðum norðurlendskum eyðkenni, innbúgvi og búnýtum. Útsýnið yvir Vágsbotn, bátarnar og yvir á gamla Impo, er sjáldsama spennandi, nú jólini eru í hondum. Á niðastu hæddini, beint inn av Bryggjubakkakantinum, er inngongd til Undirhúsið, og aftanfyri er barr, sum Erik Reidarsson Klein stýrur við ungari men fermari hond. Hann veit alt um klassiskar og modernaðar kokkteylar, og ljósið fellir so undirfult, at

Jerúsalem sum høvuðsstaður

Hyggja vit í tey skúlakort, sum eru á marknaðinum, so síggja vit at Jerúsalem er í minsta lagi  disputed umstríddur høvuðsstaður í Ísrael. Londini, sum hava viðurkent Jerúsalem sum høvuðsstað eru Kekkia, Taivan, USA og Vanuatu. Nú vil Fólkaflokkurin eisini hava sett í føroysku móselógina, at Jerúsalem verður høvuðsstaður hjá jødum og kristnum, men ongum øðrum, og so slettis ikki hjá muslimskum palestinum. Nú fokus er á Ísrael, tí tjóðin næsta ár kann hátíðarhalda 70 ár, vil amerikanski forsetin eins og Fólkaflokkurin eisini kanna sær ein part av heilaga staðnum, Jorsalir . Hann vil flyta amerikansku sendistovuna úr Tel Aviv til Jerúsalem. Og í morgin er fríggjadagur við fríggjadagsbøn í hesi krúttunnu, sum í minsta lagi telur fýra heimsátrúnaðir, antin vit vilja tað ella ei. Bretska Wikipedia sigur, at "Israelis and Palestinians both claim Jerusalem as their capital, as the State of Israel maintains its primary governmental institutions there while the State of Palestine