Skip to main content

Posts

Ein millión til besta norðurlendska filmin

Altjóða filmstevnan í Göteborg gongur Norðurlandaráðnum ein skarpan gang. Meðan almenna ráðið við innheintaðum skattakrónum úr teim fimm norðurlendsku tjóðunum letur 350.000 danskar krónur til besta av fimm úrvaldum norðurlendskum filmum, fer filmstevnan í Göteborg á tredvinta sinni at heiðra besta av níggju úrvaldum norðurlendskum filmum við  Dragon Award Best Nordic Film , sum er ein millión svenskar krónur. Vinnarin í fjør var Sameblod hjá Amandu Kernell úr Svøríki. Filmsfelagið vísti filmin í fjør, tá Heðin M. Klein innleiddi sýningina í Havnar Bio. Norðurlandahúsið vísur sama filmin seinni í ár, so gott høvi er at síggja virðislønta sámiska filmin. Tað er Volvo, ið fíggjar stóru svensku virðislønina, ið helst er heimsin størsta, saman við Västra Götalandsregion og Göteborg býi. Í altjóða dómsnevndini á filmstevnuni, sum byrjar í dag, eru Steve Gravestock, Dani Kouyate, Linda Wassberg og Maria Blom. Einasti tilnevndi filmur, eg havi sæð, er norski Hva' vil folk si hjá Iram

Portraits of the loved ones

Fríggjadagin 26. januar klokkan 15-17 letur Hansina Iversen upp málningaframsýning í Steinprenti. Á framsýningini verða myndir framsýndar við felagsheitinum Portraits of the loved ones . Myndina av Hansinu niðanfyri og hina niðastu tók eg í Listaskálanum tá Várframsýningin læt upp í fjør. Heitið ber brá av figurativum portrettmyndum, men er í veruleikanum ein tilsiping til egin verk og til skap i verkunum hjá listakvinnuni Hansinu Iversen, ið øll árini hevur verið trúføst móti sínum egna listarliga, nonfigurativa útgangsstøði, tó at hon støðugt førkar seg yvir í tað ókenda, sigur Steinprent í almennari innbjóðing. - Heitið á málningunum kom mitt í arbeiðsprosessini, tá listakvinnan helt seg kenna aftur onkur skap, sum hava verið í hennara málningum áður, verður sagt í tíðindaskrivinum. - Tað eru hesi skapini, ið tykjast vera komin afturíaftur, sum málarin skýrir at vera síni elskaðu ella Portraits of the loved ones . Hóast okkurt kent hómast í organisku formatiónunum og sjálv

Hvaðan eru blogglesarar?

Á hesum bloggi havi eg sett mær fyri at brúka ókeypis funkur og ongar reklamur. Sjálvur pallurin, blogspot, er ókeypis og krevur einki hald ella logon. Harafturat er alt, næstan 100%, á føroyskum, so tað er rættuliga sjálvsagt, at lesarar eru føroyingar. Í dag sigur ókeypisversiónin av Statcounter soleiðis um býtið millum lesarar á Birkblog og hvaðan teir koma: Flestu lesarar, tað er 55%, koma frá tilvísandi heimasíðum, sum í allar flestu førum er VP, men fyri ein lítlan part eisini frá øðrum føroyskum bloggum. Næstflestu lesarar, tað er 22%, stava frá sosialum miðlum, tað er í høvuðsheitum Facebook. Triðflestu lesarar, tað er 15%, eru beinleiðis lesarar á blogginum. Fæstu lesarar, tað er 8%, finna Birkblog á leitimaskinum á netinum. Av hesum eru 88% frá Google og bara 12% frá bing. 88% av lesarum á Birkblog hava føroyskan netveitara. Næstflestu, tað er 5%, hava danskan veitara. Eitt fátal, men eitt stútt og javnt tal av Birkblog-lesarum, eru úr allari verðini. Júst í dag eru

Barbara í Gongini fær Mentanarvirðisløn Landsins 2017

Barbara í Gongini, sniðgevi, fær Mentanarvirðisløn Landsins fyri 2017. Tað gjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, greitt á almennum tiltaki í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Mentanarvirðislønin verður latin fyri at heiðra føroyskt mentafólk sum tøkk fyri útint listarligt avrik og er 150.000 kr. Ein dómsnevndin ger av, hvør fær virðislønina. Í dómsnevdini eru Martin Næs, Katrina í Geil, Archibald Black, Oggi Lamhauge og Knút Háberg Eysturstein. Í grundgevingini sigur dómsnevndin soleiðis: Hon er gløgg og listaliga gávað. Barbara í Gongini hevur ment eitt burðardygt, norðurlendskt, avbjóðandi klædnamerki, ið er høgt í metum um allan heim.Við íblástri úr føroysku náttúruni, skiftandi veðurlagi og tí sparsemi, ið stendst av avmarkaðum tilfeingi, gongur hon á odda innan burðardygga klædnavinnu. Við eini fjøltáttaðari arbeiðsgongd, ið umfatar fleiri nýskapandi hugskot innan formgávu, tilfar, framleiðslu og klædnanýtslu, er Barbara í Gongini farin egnar leiði

Frits Johannesen fær Heiðursgávu Landsins í 2017

Heiðursgávu Landsins fær Frits Johannesen, fjøllistamaður. Tað kunngjørdi Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, í Bygdarhúsinum í Miðvági í kvøld. Henda virðislønin verður latin fyri at hava virkað til frama fyri mentanarlig virði, ið hava týdning fyri føroyska mentan, list og mentanararv. Heiðursgáva Landsins er 75.000 kr. Dómsnevnd, sum er Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs, siga soleiðis um orsøkina til at geva Frits Johannesen, fjøllistamanni, Heiðursgávu Landsins: Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið. Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndli

Konni Kass er Ungt listafólk 2017

Konni Kass, tónleikakvinna, fær í ár virðislønina til Ungt listafólk og tær 50.000 krónurnar, sum fylgja við. Tað gjørdist greitt í kvøld, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, handaði fyrstu av trimum Mentanarvirðislønum í Bygdarhúsinum í Miðvági. Tær tríggjar virðislønirnar eru Virðisløn til Ungt listafólk, Heiðursgáva Landsins og Mentanarvirðisløn Landsins. Henda virðislønin verður latin ungum listafólki, ið hevur víst serliga góð evni, og sum hevur gjørt vart við seg á síni listabreyt. Virðislønin verður latin fyri at eggja til framhaldandi virksemi og menning, sigur landstýriskvinnan. Tað er ein dómsnevnd við umboðum úr ymsum listagreinum, ið hevur valt tey trý út, sum í ár fáa virðislønir. Í dómsnevndini eru Katrina í Geil, Oggi Lamhauge, Knút Háberg Eysturstein, Archibald Black og Martin Næs. Dómsnevndin grundgevur soleiðis fyri at geva Konni Kass, tónleikakvinnu, virðisløn til Ungt listafólk í 2017: Síðan hon trein inn á føroyska tónleikapallin, hev

Korea á breddanum

Í Útvarpinum í dag borðreiddu Ingi Rasmussen og Sissal Kampmann við tveimum tímum um Korea í frálíku sendingini Nón , avgjørt besta afturvendandi útvarpssending, sum í løtuni er á skránni. Fyrri tímin var um Norðurkorea og seinni tímin um Suðurkorea. Í hesum seinna parti av temasendingini slapp eg sjálvur at reklamera fyri nýggju temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar , sum er um sama evnið. Við olympisku vetrarleikunum í Suðurkorea 9.- 25. februar í ár sum høvi, hevur Snar sett sær fyri at kanna viðurskifti á koreansku hálvoynni. Olympisku vetrarleikirnir hava verið hildnir síðan 1924 og verða eins og summarleikirnir hildnir fjórða hvørt ár. Fram til 1992 vóru vetrar- og summarleikirnir sama ár, men síðan 1994 hava leikirnir verið forskotnir, so teir ikki eru sama ár. Umframt sjálvt ítróttatiltakið verður nomið við kalda kríggið, vinnulív, nútíðar K-popp og sjálvmorð millum ung. Í uppgávum verður birt upp undir kjak, hvørt altjóða ítróttatiltøk kunnu medvirka til at skap

Besti svenski filmur er arabiskur

- Tack för att ni förstod att det var årets bästa svenska film, trots att den är på arabiska, segði filmsframleiðarin Kristina Åberg í Cirkus í Stockholm í kvøld, tá greitt var at filmurin The Nile Hilton Incident  (Tarik Saleh) við fimm Guldbagge heiðurslønum varð kosin hin besti í Svøríki. Filmurin hevur fyrr vunnið fremstu virðislønir í Sundance og Valladolid. Sameblod  (Amanda Kernell), sum Filmsfelagið vísti 29. mars í fjør í Havnar Bio, fekk fýra Guldbagge virðislønir. - Kan man kombinera skådespeleri med renskötsel, så fortsätter jag, segði høvuðsleikarin Lene Cecilia Sparrok, sum fyrstu ferð hevur spælt við í filmi. Leikstjórin, Amanda Kernell segði um filmsgerðina, at hon "kostade många blåmärken, både på insidan och utsidan." Norðurlandahúsið sýnir Sameblod umaftur 26. februar. Besti útlendski filmur í Svøríki í 2017 var iranski Sølumaðurin  (Asghar Farhadi), sum Filmsfelagið vísti í Havnar Bio 26. apríl i fjør. Besti svenski filmur eg sjálvur sá í 2017 v

KOKS frammi við Gjónna

Komandi árið fer matstovan KOKS at húsast í tiltiknu húsunum frammi við Gjónna við Leynavatn. Tað boðar KOKS frá í tíðindaskrivi í dag. Myndina omanfyri av Karin Visth og Michelinkokkinum Poul Andrias Ziska tók Beinta á Torkilsheyggi frammi við Gjónna. Samtakið Betri, sum eigur húsini, hevur gjørt avtalu við Gist & Vist um at brúka tey til matstovu. "KOKS umboðar tað besta innan matstovuvinnuna í Føroyum. Ferðavinnan hevur sera stóran týdning fyri Føroyar, og vit eru tí sera fegin um at kunnu stuðla henni við at læna húsið út til hetta spennandi endamálið," sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka í hesum sambandi. Her er Poul Andrias Ziska avmyndaður í køkinum á KOKS í Kirkjubø í august í fjør tá ein týskur sjónvarpskokkur vitjaði. Ikki er vist, hvussu gamal garðurin frammi við Gjónna er, men søguligar keldur er um búfólk heilt aftur til 1740. Húsini eru gott dømi um ein føroyskan bóndagarð, har húsfólkið búði í grótlaðaðum, flagtaktum húsi við roykst

Borgarstjórin í Taiji vitjar

Kazutaka Sangen, 70, er borgarstjóri í lítla býnum Taiji í økinum Wakayama ytst á Kiihálvoynni, sum er sunnalaga á eystursíðuni á japansku høvuðsoynni, Honshu, og stingur seg út í Kyrrahavið. Í farnu viku var hann í Tailandi, nú er hann ávegis til Klaksvíkar, og í næstu viku fer hann til Kina. Hesin aldrandi jetsettarin skal skjótt eisini á IWC fund í Brasil. Í japanska býnum Taiji búgva 3000 fólk, sum í øldir hava fingist við hvalaveiðu og grindadráp. Býurin bleiv kendur í illa lýdda amerikanska heimildarfilminum The Cove , sum vann Oscarvirðislønina í 2010. "Tað var eitt sjokk," sigur tulkurin Hoyato Sakurai, undir liðini á mær. "Men so lærdu Taijibúgvarnir seg nýggjar hættir, eitt nú frá tykkum, at smidligera og effektivisera drápið," sigur hann frá hinum við borðið. Sama ár vórðu kyksilvurkanningar gjørdar í hárinum hjá Taijibúgvum. Eins og í Føroyum kundi dálking staðfestast, sum Pál Weihe greiddi frá í filminum The Islands and the Whales hjá Mike D