Skip to main content

Posts

Zacharias fyri fullum húsum

Nýggi heimildarfilmurin "Zacharias" varð sýndur fyri fullari biohøll í Filmsfelagnum í gjárkvøldið. Ole Wich tók myndina. Nógv fólk úr Fugloy, kona Zacharias og øll systkin hansara, sum eru á lívi, vóru møtt. Ættarfólk og tey, ið stuðlaðu filmsgerðini hjá Teiti vóru eisini møtt. Ein frálík løta við einum hugvekjandi frásøgumanni á útoyggj, fangaður og goymdur á filmi. Formaðurin í Filmsfelagnum heilsaði Teiti og teim møttu m.a. við hesum orðum: Vælkomin til frumsýning við ”Zacharias” sambært Teiti her í Filmsfelagnum. Eg havi hug at knýta ”Zacharias” og filmin um hann, til tað, sum sálarfrøðingar og terapeutar av ymsum slag, kalla mindfulness. Kontemplativt mindfullness. Tað var í árinum 2000 at filmsliðið hjá Teiti savnaðist úti í Hattarvík at gera upptøkur til filmin “Burturhugur”. Filmurin varð frumsýndur á Listastevnu Føroya, sum tá var í Norðurlandahúsinum og úti um landið. Ein av serliga sterku senunum eg minnist var, tá lestur varð lisin í kirkjuni, og so er

Zacharias - skúlasýningar

Í kvøld verður filmurin "Zacharias" frumsýndur í Filmsfelagnum. Almennar kvøldsýningar verða í biografinum til sunnudagin. Er áhugi, kunnu skúlar síggja filmin um dagin. Ring tlf 311956 eftir kl 14 og avtala eina tíð, sum passar tykkum. Teitur Árnason, filmsleikstjóri, sigur um filmin "Zacharias": - Í hesum nýggja filmi verður nógv fokuserað upp á nærveru, fordjúpilsi, innlivan og sum heild tað tølandi og meditativa við steðgum í ljóði og mynd. Filmurin "Zacharias" varir 65 minuttir.

Alt var betri fyrr - nú er tað ein banki!

Alt var betri fyrr er heitið á aktuella satirusjovinum hjá Pipari og Salt, alias Jákup Veyhe, Sjúrður Skaale og Kim Hansen, tónleikara. Starvsfelagin Rói, sum er skjótur at svara aftur, sigur turt konstaterandi: "Og í dag er tað bara ein banki!" Betri verður tað neyvan. Hóskvøldið 22. mars sá eg Pipar & Salt Alt var betri fyrr í Norðurlandahúsinum. Fult hús eins og til hinar sýningarnar, so útvið 10.000 fólk hava sæð sjáldsama satirusjovið. Tær báðar Rebekka, sum er praktikantur og sæst til vinstru í útvarpsgongini niðanfyri, og Rebekka, sum hevði lagt til rættis, høvdu sett Pipar og Salt á skránna í morgunsendingini hjá Útvarpinum í dag . Rudolf Joensen, Kaldbakslærarin og ein av meir enn túsund klaksvíkingum í Havn, sum hann sjálvur sigur, og eg sum ummælandi bloggari, vóru bodnir at ummæla og skifta orð um sjovið. Fyrsta uppgáva frá Rebekkunum í sendistovuni var at taka samanum, hvat riggaði serliga væl og hvat riggaði minni væl. Helt sjálvur, at besta við

Meludia á føroyskum

Tað var ein fegin Sunleif Rasmussen, sum í dag kundi vísa á Meludia   á føroyskum. Kunngjørt varð úr Mentamálaráðnum seinrapartin, at Føroyar hava gjørt ein trý ára samstarvssáttmála við franska netmiðilin Meludia ,  sum er eitt amboð at læra tónleik við. Fleiri enn 600 royndir eru í tónleikaskipanini, sum Nám hevur samskipað. Ísak Sambleben hevur umsett og Sámal Matras Kristiansen hevur rættlisið. Her síggjast frá vinstru Sunleif Rasmussen, tónaskald og ambassadørur fyri Meludia, Eyðun Gaard, stjóri í Námi, Kevin Kleinmann, forseti í Meludia, Rigmor Dam, landstýriskvinna í mentamálum, Hanna Jensen, løgtingskvinna og franskur konsul, og Bastien Sannac, stovnari og forstjóri í Meludia. Øll tjóðin, tað er fleiri enn 50.000 íbúgvar, og øll tey, sum vitja í Føroyum, fáa ókeypis atgongd til Meludia á netinum í trý ár. Meludia er ein web applikatión, eitt amboð, sum øll kunnu brúka, at fáa eina grundleggjandi tónleikafatan, bara tú hevur eina teldu, sum er íbundin. Skipanin er hin fy

Fjúrtan boð um vár

27 ára gamli Vagnur Dam, sum er úr Svínáum, men býr í Noregi, fekk heiðursplássið, tá fjúrtan listafólk í dag lótu upp Várframsýningina 2018, sum felagið Føroysk Myndlistafólk, ið varð stovnað í 1981, so trúliga hevur skipað fyri á hvørjum ári síðan 1990. Talan er um eitt linoprent, ið mátar 289 x 147 cm, hevur kent litblýantar, tussj, oljupastell og akryl, og ber heitið Framtíðin, og korresponderar væl við elsta listamannin, 81 ára gamla Zacharias Heinesen í mótsætta horninum í sama rúmi. Spælandi heitið er kan-din-sky (135 x 150 cm). Millum etableraðu listafólkini er eisini 31 ára gamla Jana Jónhardsdóttir við fýra verkum, sum í tveimum førum eru prent, og í tveimum førum sproytumálaðum gipsi. Vónbjørt Vang, sum er rithøvundur og forkvinna í Rithøvundafelag Føroya, setti Várframsýningina í Listaskálanum, har framsýningin sæst til 29. apríl. Felagið Føroysk Myndlistafólk varð stovnað í Listaskálanum í 1981, og síðan 1990 hava tey skipað fyri sensurera

Nær er ein fjølmiðil ikki longur ein fjølmiðil og ein kirkja ikki longur ein kirkja?

Gamlir menn og konur hava tað fyri, at siga, at alt var betri fyrr. Tá tey so eru liðug at greina teirra egnu tíðarbornu fortreffeligheitir, fara uppaftur eldri fólk at gera burtur av sær við rættingum og stigbendingum, sum eru annarleiðis enn hjá teim næstelstu. Og so spleysa tey allar yngstu alt av við at sløkkja fyri tí kollektivt akkumuleraða gamlamannaminninum og ganga egnar leiðir, sum bara eru til innvortis brúk. Soleiðis fer tíðin við øllum. In medias res , mitt í hendingunum, hava altíð verið korini og avbjóðingarnar hjá miðlunum, talgildir ella ikki. At lýsa og aktualisera hendingar beint nú, og draga lurtaran við, ikki bara teg sum einstakling, men øll samstundis, fjøldina, tí hetta er týdningarmikið fyri samfelagið, og gevur tær okkurt at tosa um afturvið kaffinum á arbeiðsplássinum í morgin, ella úr egnari sofu við allan heimin beinanvegin á Facebook, langt innan løgtingsval er komið í ljósmála. Tað er substansurin í einum fjølmiðli. Meiningin og miðlingin til fjø