Skip to main content

Posts

Ríkisdagsval er tema á Snar

Sunnudagin 9. september í 2018 er ríkisdagsval í Svøríki. Tí er nýggj temasíða á undirvísingarportalinum  Snar , sum í stuttum varpar ljós á fólkaræði, politikk og miðlar í størsta Norðurlandinum, og hvønn týdning upplýsing og luttøka kunnu hava, tá borgarar sleppa at velja. Málbólkurin er hádeild í fólkaskúlanum, sum júst hava fingið bøkurnar  Samfelagið - og eg  (Nám 2017) til sjeynda flokk og  Samfelagið - og vit   (Nám 2018) til áttanda flokk, sum við hepni kunnu brúkast at lýsa fólkaræði í lærugreinini samfelagsfrøði. Mentamálaráðið og kommunurnar fíggja undirvísingarportalin Snar, sum Nám rekur. Á heimasíðuni verður upplýst , at føroyski undirvísingarportalurin Snar hevur til endamáls, at vera ein opin undirvísingarportalur til fólkaskúlan. Bygnaðurin er gjørdur eftir námsætlanunum. Endamálið er at gera tað lætt at finna tilfar, at raðfesta tilfar um føroysk viðurskifti og at menna tilfar í einum sniði, sum hóskar til miðilin. Víðari verður sagt, at alt tilfar á Snar e

Nógvar meiningar um Lykke-Per

Fyri fulsettari høll sýndi Filmsfelagið í gjár Lykke-Per  í Havnar Bio, sum Bille August hevur gjørt til drúgvan film eftir søguni hjá Henrik Pontoppidan, sum varir útvið tríggjar tímar, filmurin altso. Dorthe Pedersen, lektari á Glasi, innleiddi sýningina m.a. við hesum orðum: - Í undirvísingini í donskum eru tað serliga stuttsøgurnar í stuttsøgusavninum, “Fra Hytterne” (frá 1887), sum dentur verður lagdur á. Her kemur eyðkenda, speiska forteljararøddin veruliga til sjóndar. Pontoppidan leggur ikki fingrarnar ímillum, hann vísir týðiliga sína vreiðu yvir ómenniskjaligu korini, serliga fátøku bøndirnar í Danmark liva undir. Hann langar serstakliga út eftir kirkjuni og prestunum, sum misnýta sína samfelagsstøðu og lata tey veikastu í samfelagnum svíða undir hesum. Og hetta er fyrsta spírin til sosialrealismuna. Eins og kritiska røddin mótvegis kristindóminum fylgir eisini naturalistiska menniskjafatanin Pontoppidan í øllum verkunum. Menningarlæran hjá Darwin hevur fest seg væl í Po

Fasadulist í almenna rúminum

Haldi, tað var Børge Petersen, sáli, sum á linjulesturi í evning á Føroya Læraraskúla í 80’unum skapti okkara áhuga fyri list í almenna rúminum, har sum bara gráir betongveggir vóru, serliga har Skattadeildin helt til úti við Strond. Hetta burdu vit gjørt eina linjufaksverkætlan burturúr, helt Børge varisliga fyri. Málingahandlar og ein stilladsútleigari vildu sponsorera, ørminnist eg at hann segði. Hesir góðu tankar um Børge komu fram fyri meg, tá eg koyrdi gjøgnum eitt av teim so fáu ferðsluljósunum í Bøkjarabrekku, at Danmarks Radio í farnu viku kendi seg kallað at gera sending um hesi sjáldsomu trafikkviðurskifti í heimsins, probably, minsta høvuðsstaði. Snarar tú um hornið av Bøkjarabrekku og oman til høgru eftir R.C. Effersøes gøtu, sært tú hesa veggjalist á skjøldrinum í nummar tíggju, har sum Lemvigh-Müller eigur húsini og selur ljós og tøkni í kjallaranum. Ein glinsandi ælabogamakrelur, sum rennur seg á kav í kongaligum postalíni, so kaffið spruttar upp í loft. Eitt su

Bach á jólum í Kirkjubø

Kirkjubøarkonsertin undan jólum í fjør, sum varð kallað Bach í Kertuljósi , varð so mikið væleydnað, at fyrireikingar til eina líknandi jólakonsert í ár eru longu byrjaðar. Her er ein bloggur frá konsertini í fjør. Leisturin er hin sami við Bach og kertuljósum í ólavskirkjuni, hinari elstu í landinum. Sangsolistur í ár verður Birita Av Sondum, sum lesur tónleik í Berlin. Fyrireikararnir siga, at skráin verður Bach við framur tónleikarum inni í kertuljóslýsta rúminum, har ikki bara Meinhard Bjartalíð fer at hugleiða, men eisini við psykedeliskum ljóssjovi hjá Carsten Arnskov uttan á kirkjuvegginum. Og so fara Jóannes bóndi og Føroya Bjor at taka ímóti i Roykstovuni. Kertuljósakonsertin í Kirkjubø verður 6. desember. Á myndini sæst Birita saman við Ólavi Jakobsen.

Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni

Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi. Samstundis sum danski prinsurin kom til Føroya at vitja heimsins bestu statistar, sum í sjálvum sær kundi verið ein søga í nýggja svarta Høgnasavninum, kom høvundurin , sum hann kallar seg í sekstan tekstum, inn á gólvið á arbeiðsplássinum við einum gávueintaki av bókini, ið ber intertekstuella heitið "Slepp tær til heiti fani". Yvirskriftin á dagsins bloggi er tikin úr fyrsta tekstinum, Aftur og Framsókn , ið er um ganska almindeligar livibreyðspolitikarar, sum skifta flokk, og heitið á bókini er frá høvundanum sjálvum, tá hann í seinasta teksti bankar á dyrnar hjá bannandi prædikumanninum í Sittitjørkj, sum helst er vaksin upp í minstu brøðrasamkomu í landinum, og sjálvur fer at ba

Bestu norðurlendsku filmar

Norðurlendski Filmsgrunnurin, sum heldur til í Oslo og umframt at fíggja film, eisini umsitur norðurlendsku Filmsvirðislønina, kunngerð av filmstevnuni í Haugesund í dag, hvørjir fimm filmar eru við í kappingini at verða kosin besti filmur her á leiðum. Ja, kapping sigi eg, tí at hetta er ein kapping um at fáa virðislønina, sum er 350.000 danskar krónur og tað sjónligheit, sum bæði tilnevning og vinnarastøðan førir við sær á heimliga og altjóða filmsmarknaðinum. Norðurlendska Filmsvirðislønin varð fyrstu ferð roynd í 2002 tá Norðurlandaráðið fylti 50 ár. Virðislønin gjørdist permanent í 2005 og verður handaða eins og hinar virðislønirnar. Í vár ringdi ein donsk kanningarstova og spurdi, um eg kundi svara eini rúgvu av spurningum í ein hálvan tíma ella so, tí ætlanin var at fara undir enn eina norðurlendska virðisløn eftir sama mynstri sum hinar. Ætlaða virðislønin skal heiðra sjónvarpssendingum. Síðan eg í fjør sá svenska uppskotið at vinna norðurlendsku Filmsvirðislø

Filmsdagar í Felag

Í døgunum 5.-9. september eru Filmsdagar í Felag í Filmsfelagnum, Havnar Bio og Norðurlandahúsinum. Sýndir verða sjey nýggir biografilmar, ið allir hava kvinnur sum tema. Fyrsti er hin føroyski NINA , har leikstjórin leggur fyri við innleiðing um filmin. Orsøkin til at velja kvinnur á filmi sum tema er tann sannroynd, at flestu biografgangarar í Filmsfelagnum eru kvinnur. Tá fult hús er í Havnar Bio, sum er heimabiografur hjá Filmsfelagnum, kunnu tríkvart av teim møttu verða kvinnur. Ilt er at siga hví, men kanska lesa kvinnur meir um aktuellan film, sum kemur í biografarnar, enn menn. Filmsfelagið varð stovnað í sama biografi í 1962. Millum teir tríggjar stovnararnar var Eyðun Johannesen, sum er hin einasti, ið enn er á lívi. Filmarnir í Filmsfelagnum verða sýndir einaferð og atgongumerkjasølan til regluligu mikudagssýningarnar og Filmsdagar í Felag er byrjað við skivuna og á netinum. NINA, sum verður sýndur í Havnar Bio mikudagin 5. september kl 20, er nýggjur føroys