Oddfríður Marni Rasmussen vann Bókhandlaravirðislønina í 2018, sum var latin á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum í dag. Heitið á skaldsøguni er Ikki fyrr enn tá . Vinningurin er 100.000 krónur og útgávusáttmáli við forlagið Sprotan. Grundgevingin hjá dómsnevndini er soljóðandi: Føroyskur skaldskapur hevur við Ikki fyrr enn tá fingið eina nýggja rødd. Her er talan um eina sannførandi skaldsøgu, ið er skrivað av einum sannførandi høvundi um eitt týdningarmikið evni, ið okkum tørvar at seta orð á. Søgan snýr seg um ta vanlagnu tað er, tá makin fær ólekjandi heilakrabba, men tað er støðan hjá tí avvarðandi, ið verður so meistarliga lýst. Ikki einans er hetta ein ræðandi og hjartanemandi frásøgn - hon er eisini so sera týdningarmikil at hava á føroyskum máli. Skaldsøgan setur flugubein við allar tær røttu yvirskriftirnar. Mál, frásøgufólk, frásøguháttur og sjónarhorn, nærlagni, flow og fokus, bygnaður, samanhangur - alt arbeiðir saman og ger skaldsøgan til eitt heilskapað verk, ið