Skip to main content

Posts

Listin er ikki til sølu

Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd. Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum gongur savn av savni at ummæla modernaða list fyri fremstu miðlar, til hann rennir seg í so fløktar samansvørjingar, at hann má endurskoða bæði tilveru og leiklut sum ummælari. Til ovseint er hjá mest sum øllum. Ein ókendur málari, Vetril Dease, er deyður og verður av tilvild funnin. Hóast hin deyði hevur sagt, at einki skal seljast, er freistingin ov stór, og hann verður heitasta navn hjá kuratorum

Falstíðindi hótta fólkaræði

38 ára gamla Charlene White er bretsk sjónvarpsstjørna, sum er í starvi hjá stóra privata Independent Television News (ITN) har hon er vertur í ITV News í London. Eg møtti henni á Bett Show í London í farnu viku. - We all have a responsibility to make sure young people understand the difference between what’s real and what’s fake online. It’s important we give them the tools to navigate the fake news arena, so they can form their own balanced opinions of world affairs, once they have all the facts. Which makes what we do as journalists evermore crucial, sigur Charlene White á Bett Show í London, har hon hevur sett falstíðindi og keldukritikk á skrá fyri skúlafólki og undirvísarum, eisini úr Føroyum. Falstíðindi er fremsta evni hjá fleiri stevnumyndarum, policy makers , sum eru á Bett Show í London í ár. Falstíðindi er ikki bara eitt journalistiskt fyribrigdi í tíðindafloyminum, sum vit vaksnu kunnu tendra og sløkkja fyri, men eisini eitt vandamál hjá børnum og teirra vælveru,

Melissa Lindgren verður gestadómari

Svenska Melissa Lindgren verður gestadómari, tá Geytavinnarin skal finnast í Norðurlandahúsinum 23. februar í ár. Melissa er listarligur leiðari í Tempo Dokumentarfestival , sum er í Stockholm í døgunum 5.-11. mars í ár. Stevnan, sum byrjaði í 1989, er hin størsta at vísa heimildarfilm har í landinum. - Det är första gången jag besöker Färöarna, men jag har länge velat åka dit, sigur Melissa, ið lýsur svensku filmstevnuna soleiðis: - Tempo Dokumentärfestival är Sveriges största festival för dokumentära uttryck. Vi visar film, radio, foto och VR för en stor publik i Stockholm varje år, och vår mix av genres gör oss unika även internationellt. Tempo har även ett inspirationsforum för bransch- och filmverksamma, ett flertal pris för film och radio, en pitch för svenska projekt, samt en konferencier om Impact Producing kopplade till festivalen. Utöver festivalen anordnar vi utomhusvisningar, förhandsvisningar och aktiviteter för ungdomar året runt.    Filmsfelagið hevur í 1980&

In the family of things

Foto: Tummas Jákup Thomsen Í Norðragøtu hevur Tummas Jákup Thomsen ruddað, umvælt og fotograferað húsini hjá Karli, ella Sofusi hjá Karli, sum stava frá 1927. Húsini eru beint yvirav hugtakandi og estetiskt nýskapandi kommandobrúnni hjá Osbirni Jacobsen, har Eysturkommuna nú heldur til, og har gangast kann á tekjuni. Tað hugvekjandi við hesum arbeiði, yvirav, er at síggja gjøgnum tíðina, sum var hon transparent, gjøgnumskygd, á sama hátt sum Philippe Carré gjørdi heim eftir Kongabrúnni í Havn í 1985. Á ovasta lofti í húsunum hjá Karli í Norðragøtu hevur Tummas Jákup funnið ein stakk av Dimmum. Vit síggja lýsingar frá Marstein og fyri Pinotex, og á faldaða framkantinum á einu Dimmuni kunnu vit lesa hetta danska brot úr oddagreinini: "...djævre maanedlange færd med robaaden Diana Victoria er dog den altoverskyggende...". Eitt er at oddagreinin er donsk, men hendingin, sum oddagreinsskrivarin sipar til, fer fram í 1986, og danski stavingarmátin við dupultum a varð av

Filmsfelagið spennir seg út

Klipt mynd av heimasíðuni hjá Filmsfelagnum - Meir altjóða og spennandi kann tað neyvan verða enn í Filmsfelagnum beint nú. Soleiðis sigur Filmsfelagið ídag , og heldur fram við at nevna filmarnar, sum standa ovast á skránni beint nú. - Fyrst ein franskur, síðan ein svenskur um Astrid Lindgren í rebelskum ungdómsárum, so ein Oscartilnevndur úr Libanon um drongin, sum saksøkir foreldrini fyri at hava sett hann í verðina, nýdanska meistaraverkið Før Frosten, har høvuðsleikarin Jesper Christensen sjálvur verður til staðar, og nýggjasti filmurin um van Gogh, har Willem Dafoe hevur størsta leiklut, síðan hann spældi Jesus í Last Temptation of Christ , sum Filmsfelagið vísti í 1989 og mundi verið meldað til politiið. Jú tú, tað er enn í Filmsfelagnum at tað sker. Kom við, sigur Filmsfelagið at enda. Sýningarnar hjá Filmsfelagnum eru í Havnar Bio, har felagið varð stovnað í 1962 undir navninum Filmslistafelagið. Stovnarar vóru Eyðun Johannesen, Erling Simonsen og Fraser Eysturoy.

Finnur verður Geytavertur

Meðan útlit eru til at Oscarhandanin fyri fyrstu ferð síðan 1989 verður uttan vert , er púra greitt, at sama vikuskiftið verður Finnur Koba vælupplagdi verturin, tá føroyska Geytatiltakið fer av bakkastokki í eini fulsettari høll í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið hin 23. februar. Við í sjeyndu Geytakappingini eru í ár hesir filmar: 12 (Hanna og Mikkjal Davidsen 1:28 min) Góðastova (Maria Guldbrandsø Tórgarð 17:00 min) Omman (Julia í Kálvalíð 12:00 min) Ikki illa meint (Andrias Høgenni 21:00 min) Julians Stigi (Atli Brix Kamban 17:37 min) Annika (Heiðrik á Heygum 20:00 min) Tyggigummi (Gudmund Helmsdal 4:30 min) Et visit (Sára Wang 14:00 min)

58 virðislønir til íslendskan film

Undanfarna ár fingu íslendskir filmar 58 altjóða virðislønir. Tað skrivar íslendska nettænastan Klapptré , sum hevur talt og sæð filmarnar. Ein teirra, Andið eðlilega , fekk virðisløn á altjóða minnilutafestivalinum í Havn í august í fjør. Júst henda filmin sá eg á árliga feriutúrinum í Lübeck, har tey hava víst norðurlendskan film í 60 ár. Omanfyri er leikstjórin, Isold Uggadóttir, avmyndað við inngongdina til biografin. Samstundis sá eg hin stóra íslendska vinnaran, Kona fer í stríð , sum fekk fyrstu virðislønina har í býnum, eins og virðisløn Norðurlandaráðsins sum hin besti í fimm Norðurlondum í fjør. Nú er framúr høvi at síggja báðar hesar hóp-virðisløntu íslendsku filmarnar, sum eg vil viðmæla av tí allarheitasta.  Kona fer í stríð verður sýndur í Norðurlandahúsinum á Tórshavnar Filmfestivali 26. februar í ár, og Andið eðlilega sæst beint nú á Netflix. Tað er bara at tendra.

Jesper Christensen í Føroyum

Mikudagin 27. februar verður víðagitni filmsleikarin Jesper Christensen í Føroyum við filminum Før frosten.   Spildurnýggi filmurin, sum er ein lagnusøga úr miðjari 19. øld, er partur av filmfestivalinum TÓFF, sum Norðurlandahúsið, Filmshúsið, Filmsfelagið, Klippfisk, Filmsfjepparafelagið Hygga Síggj og Føroysk filmsfólk skipa fyri. Høvuðsleikarin, Jesper Christensen, og konan Tove verða til staðar. Tina í Dali Wagner, sum er stjóri í Filmshúsinum, fer eftir sýningina at práta við Jesper um hansara virksemi sum filmsleikari, og at seta hon spurningar, sum eisini kunnu koma úr biografsalinum. Jesper Christensen, sum var sorinskrivarin í Barbara , ið er mest sæddi filmur í Føroyum, hevur høvuðsleiklutin í nýggja danska filminum Før frosten . Fyri avrikið hevur hann longu vunnið virðislønir í Chicago og Tokyo sum besti leikari. Í filminum er hann bóndin Jens, sum undir kørgum umstøðum og av berari armóð ger avtalu um jørð og dóttur við grannan, so tey kunnu breyðføða seg, n

Hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið?

Í dag varð eg sum bloggari boðin í útvarpssendingina Pressan hjá Øssuri Winthereig. Við støði í nýggjársrøðu løgmans legði verturin fyri við hesum spurningi: Eg havi biðið Birgir Kruse siga sína hugsan um nýggjársrøðuna. Tú hevur á tínum bloggi skrivað , at tú hoyrdi røðuna fyrst og helt tað var ein góð røða, men tá tú sást røðuna aftur í sjónvarpinum, so helt tú nakað annað. Kanst tú greina hetta nærri, hvat hendi úr útvarpinum og inn í sjónvarpið? - Ja, tað kann ivaleyst tykjast lurtaranum løgið, at sama røða, við sama høvið, kann upplivast so ymiskt, sum talan er um í hesum føri frá útvarpi og til sjónvarp í sama stovni. Men soleiðis eru treytirnar, tá tú arbeiðir við miðlum. Hóast konvergensur, samanrenning, var eitt mótaorð um túsundáraskiftið, so hava allir miðlar, hvør í sínum lagi, spesifikkar eginleikar, sum í journalistikki og formidling tala til ymsar sansir og harvið náa ymisk úrslit. - Gjøgnum oyruni fært tú útvarpaðu nýggárstaluna, sum er heilt góð tá tú blundar

Góð røða - ring pallseting

Gamlaárskvøld helt løgmaður eina framúr góða nýggjársrøðu . Ja, hina bestu eg minnist meg at hava hoyrt, hóast minnið ikki er tað, tað hevur verið. Hoyrdi nýggjársrøðuna í Útvarpinum meðan ræsta kjøtið kom inn á borðið. Ein fín røða, borin á nýggjárslógvum afturvið ræsta deyminum, beint til innara biografin. Men bara so leingi eg blundi og lurti eftir útvarpi. Í dag sá eg útvarpsrøðuna, so sum hon eisini varð sjónvarpað. Upptøkan var brilljant fokuserað við føstum kamera, tveimum lampum, tvær ferðir tveimum ljósum - og so tveimum hondum. Og hondina á slipsið. Reyða slipsið. Hetta var ein ørkymlandi ring pallseting. Trettan minuttir við løgmanshondum festum á borðið, hvør í fratan hevur funnið uppá hatta? Hetta var ein so persónlig og engasjerað røða, at fast sjónvarpskamera og fastnegldar hendur rigga ikki. Hetta verður ein óbehagilig togtogan millum tað sagda og tað filmaða, sum hvørki er í synk ella dialogi. Vendingin “heitar hendur” meðan hansara høgra tykist sveitta í hvassa ljó

Amariel í Glostrup

Leygardagin 5. januar klokkan 14 letur Glostrup Kunstforening dyrnar upp fyri framsýning við Amariel Norðoy, sum nú býr í Keypmannahavn. Framsýningin, sum er hin fyrsta av átta hjá felagnum í Glostrup Fritidscenter í komandi ári, er opin til 30. januar. Listafelagið, sum er stovnað í 1952, hevur javnan føroysk listafólk á skránni. Á heimasíðuni hjá Glostrup Kunstforening stendur, at endamálið við felagnum er at "virke til fremme af interessen for kunst. Dette søger foreningen i første række realiseret: a) ved afholdelse af udstillinger, foredrag, studiekredse, kurser, start af kunstcirkler o.I., evt. i samarbejde med andre kulturelle foreninger. b) ved indkøb af kunst for foreningens overskud til bortlodnjng blandt medlemmerne umiddelbart efter den ordinære generalforsamling c) ved at tage initiativet til opbygning af en offentligt samling af kunstværker og tillige virke for udsmykning af egnede offentlige lokaler og pladser indenfor foreningens område. Som me