Skip to main content

Posts

Bille August er ársins Svend

Í suðurfjónska høvuðsstaðnum, Svendborg, er 70 ára gamli Bille August dagsins maður. Fyrr hevur hann vunnið ein Oscar, ein Golden Globe og Gyltu Pálmarnar í Cannes. Nú er hann kosin Årets Svend og fær í dag fólksligu virðislønina Svend - Hele Danmarks Filmpris á fimtandu filmstevnuni, sum ber fynduga heitið Svend og savnar biografgangarar, starvsfólk í filmsvinnuni, filmstjørnur og politikarar, lokalar og úr øllum landinum. Myndin er tikin í gjár, tá víðagitni leikstjórin hevði master class og læt upp eina framsýning á SAK listasavninum við still myndum frá flestu av filmunum, sum 73 ára gamli Rolf Konow hevur tikið. - Tað er mest sum alt mítt lív, ið hann hevur avmyndað, og sum nú sæst á vegginum her, segði Bille August um fotografin Konow, sum var møttur í stráhatti og t-shirt frá filminum Pelle Erobreren frá 1987. Konow hevur júst verið í Føroyum og minti meg á, hvussu sjónligar Føroyar og føroyingar eru her á Suðurfjóni. Hann hevur eini heilt serligi evni at skapa eygnabrá og sí

Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar. - Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri. - Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í bý

Filmsfelagið hvønn mikudag - fyri øll!

Hamlet-myndin omanfyri eru úr nýggja filmin hjá Almodóvar, Pína og Heiður, sum Filmsfelagið sýnir mikudagin 11. september. Men longu 4. september byrjar Filmsfelagið hin virknasta veturin nakrantíð við hesum tiltikna fótbóltsspælara: Dagin fyri landsdystin móti Svøríki á Tórsvølli, fer Suni Merkistein at innleiða sýningina við nýggja filminum um Maradona. Sýningin er mikudagin 4. september, sum eisini er dagin fyri almennu frumsýningina á okkara leiðum. Leikstjórin, Asif Kapadia, er hin sami, sum gjørdi virðislønta filmin um Amy, sum varð sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum í september í 2015, og um rasarakoyraran Senna. Rebellur, hetja, svindlari og gudur stendur á plakatini fyri nýggja heimildarfilmin um Maradona, sum byggir á fleiri enn 500 tímar av tilfari, sum aldri er sæð áður. Filmurin stillar hvast og nákvæmt á kenda fótbóltsspælaran, men í staðin fyri at lýsa alt úr hendingaríka lívinum hjá Maradona, hevur leikstjórin valt at siga søguna um fortíðina hjá ar

Ein ferðavinna, sum vit kunnu liva av og liva við

Oda Wilhelmsdóttir Andreasen var tjúgu ára gomul, tá hon fekk eitt summarferiustarv í call sentrinum hjá Smyril Line. Henni dámdi so væl í ferðavinnuni, at hon fór í læru á Ferðaráði Føroya. Meðan hon lærdi, gekk hon á Turistakademiet í Randers ein vetur og var summarmánaðarnar í starvsvenjing hjá Ferðaráðnum. Eftir hálvt triðja ár varð útbúgvingin sum akademiøkonomur í ferðavinnu lokin í mars í 1997. - Eg valdi at skriva høvuðsuppgávu við evninum ”Burðardygg ferðavinna í Mykinesi”. Hetta førdi við sær, at eg var í Mykinesi í januar 1997 og interviewaði tey 16 lokalu, sum búðu har tá. Uppgávan kann ikki sigast at vera annað enn sera aktuell í dag, 22 ár seinni, nú øll hava burðardygga ferðavinnu í huga. Eg kom tá fram við eini sekstan uppskotum um at menna burðardygga ferðavinnu í Mykinesi, m.a. at gera pakkaferðir, har man pakkaði ferðaleiðara og gongugjaldið til eigarar og kommunu og seldi til ferðafólk. Eisini skeyt eg upp, at man gjørdi eitt savn, har sum Mikinesmálarin h

Við Kringvarpinum í biograf

Mikudagin 25. september fer Filmsfelagið at frumsýna stuttrøðina "Eg reið mær avstað - ein søga um føroyingar og country" sum biograffilm í Havnar Bio. Suni Merkistein hevur gjørt filmin, sum varir 132 minuttir. Sýningin er fyrsta royndin í samstarvi millum Filmsfelagið, Kringvarp Føroya og Havnar Bio. Hesa vetrarhálvuna fer Filmsfelagið at hava sýningar hvørt mikukvøld. Atgongumerkjasølan er byrjað. "Sorgblíðu countrysangirnir um einsemi og longsul munnu hava borið við eina viðkvæma lind í føroysku fólkasálini longu frá fyrstan tíð, at sangirnir hava verið at hoyrt úti í Norðuratlantshavi. At vit flóna um hjartað av hesum tónleiki er ikki bara tí, at tað er ein søga um eina fremmanda tónleikamentan, sum føroyingar hava funnið aftur og sjálvir eru farnir at tulka, hon varpar eisini ljós á okkara samleika, søgu og tónamentan". Soleiðis verður sagt í nýggjari stuttrøð um føroyingar og countrytónleik, sum Kringvarp Føroya fer at senda í sjónvarpinum í h

Trump og Arktis - stórveldispolitikkur í ríkisfelagsskapinum

Ólavur Dalsgarð, sum er stjórnmálafrøðingur, og arbeiddi við eini PhD verkætlan um trygdarpolitikk í Arktis, gestabloggar um Trump og Arktis í aktuellum ljósi: Í sambandi við amerikonsku forsetavitjanina í Danmark 2. og 3. septembur, eru fleiri serfrøðingar frammi í miðlunum við gitingum um, hvørji ørindi Donald Trump hevur, og hvørja móttøku hann fer at fáa. At umboð fyri bæði føroyska og grønlendska heimastýrið eru boðin at luttaka á vitjanini, kann benda á, at ljós verður varpað á amerikanska áhugan í norðaru pørtunum av ríkisfelagsskapinum. Hóast ein samtíðarmeldur á okkara leiðum, um nýggjar vinnumøguleikar og transarktiskar farleiðir samantvunnið við hugtøk sum veðurlagsbroytingar, náttúruvernd og burðardygga menning, eigur at havast í huga, at USA hevur eina heilt aðra geostrategiska tilgongd til arktiska víðøkið enn vit og okkara grannalond annars. Hesin munur kann væl merkja, at okkara væntanir um nýggjar handils- og samstarvsmøguleikar verða møttar við geopolitiskum kr

Teitur á TV2 sunnukvøldið

Umboðsmaðurin hjá Teiti, Christian Ulf-Hansen, boðar í dag frá, at klokkan sjey sunnukvøldið okkara tíð og seks vikur fram verður Teitur við í TV2-sendingini Toppen af Poppen . Við í sendingini eru eisini Anders Blichfeldt, Cæcilie Norby, Carl Emil Petersen , Chief 1, Kwamie Liv og Medina. - Just to let you know that a couple of months ago, our Faroese nano legend Teitur filmed the popular TV show, Toppen af Poppen . Hope you get to see some of the show, and be proud of your Faroese ambassador. Spread the word, sigur Christian, sum eg avmyndað í Studio Bloch beint fyri G!festivalin í 2013, tá amerikanski Matthew Workman, sum sæst niðanfyri, eisini var við, eins og semi-gøtumaðurin úr Silkeborg í Nephew, Simon Kvamm, eisini var við ta ferðina. G!festivalurin er nú nakað heilt serligt, akkurát sum Teitur eisini er tað. Gott við G og Teiti og øllum felagsskapi, sum definerar okkum sum mentan og ikki bara sum tjóð.

Tarantino telur

Saman við hópin av fólki sá eg nýggjunda filmin hjá Tarantino Unce Upon A Time In Hollywood,  sum Havnar Bio frumsýndi fyri føroyskum áskoðarum, í gjárkvøldið. Áskoðaraskarin livdi við í filminum, tey flentu og higstraðu, sum fyltu tey ljóð á brot í filminum, sum frammanundan vóru gjørd til júst hetta. Eftir lokna sýning vóru spontanir lógvabrestir at hoyra. Hvussu tekniska ljóðformatið enn er við umfarsljóði og øðrum, so prógvar júst hesin filmur, hvussu sosialur ein miðil sum filmur er. Tú skalt síggja í myrkri, helst í eini biograffjøld, har tú dvølist og søkkur inn í teg sjálvan, og so verður rivin úr kinematografiskum svøvni við eini dekonstruktión, ið ikki er, sum hon eigur at vera. Ímeðan halda øll ondini í spenningi um, hvar leikstjórin nú vil hava okkum at fara. Beint nú tykist aldrandi Tarantino eisini at vilja taka persónliga ábyrgd og letur tey ungu í tátíðini, tú mest sum gloymir at søgan fer fram í Tinseltown, hinumegin Atlantshav og hinumegin á Norðuramerikanska k

Vit taka heyggin

Nýggja svarta, sjálvt hjá reyðum og brandgulum, er at taka heyggin, sum Birna í Javnaðarflokkinum hevur gjørt har úti við Strond. Bara fornavn og floksfrámerkið. Tað er eisini tað nýggja svarta. Einsamøll á heygnum. Til hetta valið hava politiskir plakatuppstillarar eydnast sjáldsama væl at skapt eina heilt nýggja leið í lendinum, sum var tað Sendero Luminoso ella Iwo Jima, við einum hirsi til Hamburger Hill, tá vit taka brekkuna niðan móti heilsøluni hjá Poul. Har er allur heyggurin tikin við brandgulum valplakatum hjá lista F, bæði niðan og oman. Militant strategiskt, so snøgt er tað. Men sum sæst á myndini omanfyri, kann seinrapartsskýggin flyta vælskipaða geometriska huglagið yvir í - ja, annað ljós, sum minnir okkum á, hvussu allar orrustur, ið søgubøkurnar siga frá, enda. Fyrstu ferð Framsókn var frammi við valbókstavinum F á brandgula puntinum, var tað eitt genialt átak, sum nú er nakað útbrent, tí øll hava sæð tað. Avbjóðingin er at finna nýggjar k