Skip to main content

Posts

Summardáar til Elviru eitt valkvøld

Vit leggja summardáar á grøvina hjá Hedvig Jensen og Sixten Sparre. Siður er, at brúðrarnar, ið verða vígdar í hesi kirkju, leggja blómur á grøvina hjá "Elviru", henni, sum aldri fekk eina brúðarbukett. Staðurin er syðst á Fjóni, tí landfast er við brúgv frá Svendborg til oynna Tåsinge, har smábýirnir Vindeby og Troense eru. Her er Landet kirke, sum helst er hin elsta av trimum. Hóast hon er eini fimmhundrað ár ella so eldri, dagar árstalið 1634 og bókstavirnir PSA, sum standa fyri Peder Søffresen Aarhus, ið var prestur her tá kirkjan varð bygd, fram, tá hugt verður upp á tornið. Men mangar ferðir kendari eru upprunaligu gravsteinarnir hjá danska línudansaranum Hedvig Jensen, sum í sirkushøpi kallaði seg Elvira Madigan, og hinum aðalborna svenska  dragonlöjtnanten Sixteen Sparre, ið eru ímyndin av tragiskum kærleika á helslóðarferð, sum amerikansku Bonnie og Clyde eina hálva og enn lógloysari øld seinni, og langt innan Tove Ditlevsen hevði brævkassar í Familie Jo

Bille August er ársins Svend

Í suðurfjónska høvuðsstaðnum, Svendborg, er 70 ára gamli Bille August dagsins maður. Fyrr hevur hann vunnið ein Oscar, ein Golden Globe og Gyltu Pálmarnar í Cannes. Nú er hann kosin Årets Svend og fær í dag fólksligu virðislønina Svend - Hele Danmarks Filmpris á fimtandu filmstevnuni, sum ber fynduga heitið Svend og savnar biografgangarar, starvsfólk í filmsvinnuni, filmstjørnur og politikarar, lokalar og úr øllum landinum. Myndin er tikin í gjár, tá víðagitni leikstjórin hevði master class og læt upp eina framsýning á SAK listasavninum við still myndum frá flestu av filmunum, sum 73 ára gamli Rolf Konow hevur tikið. - Tað er mest sum alt mítt lív, ið hann hevur avmyndað, og sum nú sæst á vegginum her, segði Bille August um fotografin Konow, sum var møttur í stráhatti og t-shirt frá filminum Pelle Erobreren frá 1987. Konow hevur júst verið í Føroyum og minti meg á, hvussu sjónligar Føroyar og føroyingar eru her á Suðurfjóni. Hann hevur eini heilt serligi evni at skapa eygnabrá og sí

Egin matframleiðsla í Tórsbyrgi

Í eysturbýnum í Havn, í dalinum millum Boðanesheimið, sum sæst í baksýni og Lágargarð, sum er uppi á brekkuni, samstarva fólk úr Føroya elsta eigarafelag, Tórsbyrgi, um vakstrarhúsið, sum er sett inn í myndina. Endamálið er at dyrka egið grønmeti. Vakstrarhúsið, sum verður liðugt til várs, verður 120 fermetrar. - Hetta, at fólk síggja virði í sjálvi at taka lut í framleiðsluni av egnum mati, er eitt alheimsrák, sum nú eisini er í ferð við at taka seg upp í Føroyum. Veltan á Sandi er eitt dømi og Maud'sa køkshavi í Nólsoy er eitt annað, sigur Jón Kragesteen, sum alla tíðina hevur verið stigtakari, dynamo og toghaldar í ætlanini um egna matfraleiðslu í Tórsbyrgi. Hann býr í nummar 28, sum eru eyðkendu gulu húsin mitt fyri. - Grundarlagið undir rákinum er ein tilvitan um tað neyðuga í at matgerða á burðardyggum grundarlagi, bæði viðvíkjandi fíggjarligum støðufesti, og við fyriliti fyri umhvørvinum. Og veruleikin er jú eisini tann, at alt fleiri av heimsins fólkum búgva í bý