Skip to main content

Posts

Olga Tokarczuk og Peter Handke

Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018. Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør. Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur. Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er: ”För en berättarkonst som med encyklopedisk lust gestaltar gränsöverskridandet som livsform” Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019. Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á middegi í dag. Eitt stutt brot úr grundgevingin hjá dómsnevndini at geva eysturríkska Peter Handke bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í ár er: ”För ett inflytelserikt författarskap som med stor språkkonst har utforskat periferin och människans konkreta erfarenhet.” Eisini hann fær 9 millónir svenskar krónur. Svenska Aftonbladet tvitrar, at ”Handke sägs ha varit mycket be

Gakk undir Jesu kross at stá

Krossmerkið , kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú. Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan. Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestivalurin aftur í Havn, har viðurskifti hjá teim veikastu í samfelagnum, transpersónum, eisini verða havd á lofti í filmi, list og happenings. Tí er tað hugvekjandi, at kristiliga tíðindakeldan verður brúkt í almannavarpinum í hesi vikuni, sum enntá eisini er vikan, tá friðarvirðisløn Nobels verður kunngjørd. Tað er fríggjadagin klokkan tíggju, at kunngjørt verður, hvør fær friðar

Dagsins 007 sitat

"Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað."

Føroyar sum location

So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die . Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film. Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. Tað einasta vit vita fyri vist er, at nýggi James Bond filmurin, No time to die , verður frumsýndur í Havnar Bio fyri øllum teimum, sum keypa atgongumerki til 2. apríl. Danski filmurin Kollision hevur eisini fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tað eru brøðurnir Mehdi og Milad Avaz, sum eru føddir í Iran, men búgva í Danmark, ið hava gjørt filmin, sum byrjar við útsýni frá flogvøllinum

Maður, hvussu hevur tú tað?

Maður, hvussu hevur tú tað? Soleiðis spurdi Fólkaheilsuráðið fyrr í ár. Spuringurin hekk tjúkkur í poppkornosandi luftini í biografinum í kvøld, tá nýggi filmurin Joker  (Todd Phillips) varð frumsýndur fyri hópin av fólki, mest ungum. Tónleikurin er frá fyrstu løtu eitt heilt univers fyri seg. Send in the Clowns, White Room, Smile, That’s Life og Rock and Roll við Gary Glitter. Eri sannførdur um, at vit eru í New York fyrst í 1980’unum, tí ein Brian De Palma filmur, Blow Out , sæst á plakatini. Og so brýtist eyðsýnda realisman við navninum Gotham City og Arkham State Hospital. Vit eru í Batmanlandi og slettis ikki í veruliga stórbýnum, sum eins og Hong Kong í dag er um at bresta í ójavnaði og uppreisturi. Við patetiskum mammupráti heima og terapevtiskum konsultatiónspráti hjá sálarfrøðingi úr ræðandi dagbókasetningum hjá høvuðspersóninum - sum í huganum flytir okkum beint til Travis Bickle í Taxi Driver frá 1976 - verður ekstremt fiktivi Jokarasjangrufilmurin so nærveran

Besti altjóða filmur

Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard. Altjóða filmarnir í spælifilmslongd kappast í bólkinum Best International Feature Film, sum fyrr varð kallaður Best Foreign-language Film, besti útlendski filmur, og eftir mínum tykki er mest áhugaverda kappingargrein. Og ja, kapping er hetta, tí eftir stendur ein vinnari við Oscarvirðislønini, sum er munadyggasta íkast, tá umræður altjóða marknaðarføring av einum ókendum filmi úr einum enn minni kendum landi. Samstundis er tað í hesum kappingarfelti, at tú kanst fáa eitt innlit í, hvat slag av filmi verður gjørdur og lyftur fram úr londum, sum tú neyvan helt høvdu eitt filmiskt mál, tíansheldur altjóða filmiska framleiðslu. Tey lond, sum í ár eru við fyri fyrstu ferð, eru Gana, Nigeria, Uganda og Usbekistan. Ikki er tað bara kappingin, sum hevur skift navn. Nei, biografhølini Dolby Theatre vórðu fyrr k

Mentamálaráðið stuðlar minnilutafestivali

Fremsti og størsti føroyski stuðul á triðja minnilutafilmfestivalinum, Faroe Islands International Minority Film Festival , er Mentamálaráðið. Norðurlendsku stuðlarnir eru Nordisk Ministerråd og Nordisk Kulturfond. Tað sæst í nýprentaðu skránni fyri festivalin, sum mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, ávaraði í móti í morgunsendingini hjá Útvarpinum hin 24. september í ár: ”Jé fari at ávara føroysk foreldur. Ansið eftir børnum tygara! Her kemur ein lýsing um, at skúlaflokkar skulu niðan til nakrar púra ónormalar filmar, sum skulu vísast í Norðurlandahúsinum. Tað pínir okum øgiligt, og vit fáa kanska ikki gjørt nakað við tað her og nú. Men tað skal so avgjørt síggjast, at Miðflokkurin hevur verið í tí sessinum, jé siti í nú!” Í skránni fyri minnilutafestivalin, sum verður í døgunum 10.-13. oktober, sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, sum omanfyri sæst saman við samskiparanum, Dan Helga í Gongd, at filmar kunnu nýtast á ymsan hátt: ”Á ein hátt kunnu teir nýtast ti

Hvat er gott útvarp?

Hesa tíðina byrjar Vetrarútvarpið, sum altíð hevur verið tað ordiliga, tí Summarútvarpið er ein gjøgnumførd spariætlan við tunnum soð og nógvum gomlum endursendingum, líkasum fyri at siga, at nú leggja vit stilt, deyðsiglarastilt á summarvágni. Fyrst er at siga, at gjørt úr ljóði, er Útvarpið miðilin, sum ber av øllum, tí hann er bygdur á heimligum botni og aldri hevur verið ein útlendsk undirdeild, so sum Sjónvarpið altíð hevur verið, tí hugsjónarloysingar settu tað so skeivt í føroysku verðina. Fast takið teimum fyri tað. Men í dag gerst ikki nakað við sokallaða føroyska Sjónvarpið, burtursæð frá Degi og Viku, sum á skránni er stutt og pinkulítil og burdi verið bygd út og floygd, so hon møtti einum gerandis tíðindatørvi hvønn dag í vikuni, twentyfourseven. Heimildarfilmarnir eru eisini eitt stórt Sjónvarpsaktiv, men annars er soltið, serliga við margháttliga norska tilfarinum. Tíðarinnar tonn hevur slitið Útvarpið, sum í dag kappast við bæði tøkni og innihald frá øðrum vei

Epli til øll

Leygarkvøldið komu Jón og Dánial við einum snøggum hvítum posa við eplum í, heimaveltum í brekkuni niðan móti Lágargarði, omanfyri planeraðu fløtuna, har  vakstarhúsið skal byggjast á matriklinum millum Tórsbyrgi, Lágargarð og Boðanesheimið. Vit búgva í nummar 18, so nú vóru teir komnir í helvt. Eplaposin vigaði 1,2 kilo og tað var Bjørg, sum í endurnýtslunnar navni hevði funnið uppá at brúka dýnuvor, sum hon klipti og seymaði til 36 posar, ein til hvørt húsið, so øll í Tórsbyrgi fingu eins nógv epli úr nýggju brekkuveltuni, innan vit koma oman á slætt og halda fram við vakstrarhúsinum, sum kanska verður gjørt úr vindeygum, ið skjótt verða skift út á Boðanesheiminum, sum sæst í baksýni. Gongur alt væl í hond verður tað gott dømi um endurnýtslu í nærumhvørvinum. Á myndunum niðanfyri síggjast Bjørg, Jón og Dánial við eplunum úr veltuni. Eftir stendur at staðfesta, hvat slag eplini eru, Folva ella Maris Piper.

Kurator og fasilitator

Mong eru orðini, sum støðugt marsjera inn í málið. Tvey teirra eru kurator , at kuratera, og fasilitator , at fasilitera. Í báðum førum eru orðini servicemindaði , sum tey siga um tað at vera tænastusinnaður. Orðini peika á viljan at hjálpa og vegleiða, ja at seta í verðina, um tú vart jarðarmóðir, ein føðifasilitator. Kurator er eitt orð, sum fremst av øllum myndar virksemið í einum felag sum Filmsfelagnum. Tað er ein, sum fakliga vegleiðir og leggur lag á, og kuraterar eina almenna sýning uttan at hava fjaldar dagsskráir, bindingar ella preferansur. Tað er eyðkennið fyri virksemið hjá Filmsfelagnum. Tey vegleiða, geva ráð og leggja lag á. Endamálið er at fáa nýggjar listarliga áhugaverdar filmar á skránna í biografinum, sum annars ikki høvdu verið sýndir har. Kuraterandi virksemið hjá Filmsfelagnum kostar einki, tí eingin pengakassi er, og krevur ikki limaskap, tí eingin limalisti er. Tú fylgir bara við á Facebook profilinum hjá Filmsfelagnum, so sært tú hvørjir filmar eru

At skriva til damubløðini

Tað er sum í stuttligu yrkingini hjá Henrik Nordbrandt, har hann minnist Alf og Damerne , og seinni kemur eftir at hann mistulkaði, tí hann hoyrdi skeivt, tá mamman og bindiklubbagestirnir tosaðu um Alt for damerne . Í mong harrans ár havi eg skrivað til damubløðini tey kalla, men altíð undir dulnevni. Her er fyrsta greinin eg havi skrivað undir egnum navni. Greinin er skrivað til danska Bo Bedre, sum so týðir til onnur mál, har áhugi er, niðurlendskt, enskt, týskt, norskt og kinesiskt. Myndirnar til greinina tók Maria Vous. Spartansk mod det eksklusive Johannes tager imod i lysthuset i den frodige have ved Kinabakken ude på Landevejen i Torshavn. I baggrunden skimtes den kuttelignende kirke, der faktisk er et sejlskib på vej mod øst, der korresponderer ovenud godt med det japanske strøg, der allerede skimtes i haven. Det er som at være hensat til en William Heinesensk roman fra før krigen. Jeg rives ud af min drøm, da Johannes peger på den underjordiske kilde, der er boret