Skip to main content

Posts

Hestur um heystið

Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna. Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at ganga í uttan tú smokkar, vágar tú tær at opna portrið. Men eisini í sovorðnum óvæntaðum støðum ber til at taka eitt annað kamera enn fartelefonina og sooma gjøgnum hegnið, og fáa syngjandi heystið í bæði eygað og oyrað. Heilt nágreiniliga í oyrað og eygað á hestinum. So eru stundir at pakka saman og taka eina seinastu mynd við fartelefonini við Akkersvík. Hon maktar ikki hatta su

Abiy Ahmed fær friðarvirðisløn Nobels

Myndin av Abiy Ahmed er frá AP/Francisco Seco Forsætisráðharrin í Etiopia, Abiy Ahmed, fær friðarvirðisløn Nobels í ár. Tað kunngjørdi norska Nobelnevndin á tíðindafundi í Oslo í dag. Hann fær virðslønina, sum er 9 milliónir svenskar krónur, fyri at hava medvirka til at fáa frið í lag við grannalandið Eritrea. Virðislønin er helst heimsins kendasta, tí hon er hin mest umrødda og mest virda. - Da han ble statsminister gjorde han det klart at han ønsket å gjenoppta fredssamtaler med Eritrea. I nært samarbeid med Eritreas president jobbet han ut utgangspunktet for en fredsavtale, som de senere signerte, segði forkvinnan í Nobelnevndini, Berit Reiss-Andersen. Eritrea verður nevnt 21 ferðir í Atlasinum hjá Námi sum kom í 2014, millum annað á blaðsíðu 133, sum sýnir Norðurafrika. Her er eitt klipp av teirri síðuni: bls 133 í Atlas til heim og skúla (Nám 2014) Abiy Ahmed, sum er 43 ára gamal, er yngsti ríkisleiðari í Afrika. Hann hevur verið forsætisráðharri í Etiopia síðan í

Púra normal uppdrift

Eftir hugnaliga móttøku við sushi og prosecco, varð triðja Minnilutafilmstevnan FIMFF19 sett í Norðurlandahúsinum við filminum Buoyancy , Uppdrift, í kvøld. Inniliga góðu setanarrøðuna hevði Nadia Abraham, sum er festivalstjóri. Ole Wich tók myndirnar av Nadiu í Høllini. Fitt av fólki var í Høllini, og umframt at harta nýsetta mentamálaráðharran fyri at kasta fyrireikarunum fyri at vera ónormal og at vísa ónormalan film, nýtti Nadia høvið at takka hjálparfólkunum fyri avrikið, Dan Helgi í Gong, Siri Sørensen og Bard Ydén. Í dómsnevndini, sum longu sunnukvøldið skulu finna vinnarafilmarnar, eru Jón Hammer, Isold Uggadóttir og Silje Poulsen Viki. Á triðja árið er lukkast Nadiu at skapa eitt egið forum, sum er óhátíðarligt, stuttligt og savnast um film og tættir í filmsgerð. Fyrr um dagin hevði íslendska Isold havt skeið í at skriva til film. Hon hevur gjørt meistarliga filmin And Breath Normally , sum verður vístur á stevnuni og eisini sæst á Netflix. Setanarfilm

Olga Tokarczuk og Peter Handke

Pólski rithøvundurin, Olga Tokarczuk, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri 2018. Virðislønin verður handað í ár, tí dómsnevndin var ikki virkisfør í fjør. Við virðislønini fylgja 9 milliónir svenskar krónur. Eitt stutt brot úr grundgevingini hjá dómsnevndini at geva pólsku Olgu Tokarczuk bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í fjør er: ”För en berättarkonst som med encyklopedisk lust gestaltar gränsöverskridandet som livsform” Eysturríkski rithøvundurin, Peter Handke, fær Nobelvirðislønina í bókmentum fyri árið í ár, 2019. Tað varð eins og fyrru boðini kunngjørt á tíðindafundi á svenska Börshuset á middegi í dag. Eitt stutt brot úr grundgevingin hjá dómsnevndini at geva eysturríkska Peter Handke bókmentavirðisløn Nobels fyri árið í ár er: ”För ett inflytelserikt författarskap som med stor språkkonst har utforskat periferin och människans konkreta erfarenhet.” Eisini hann fær 9 millónir svenskar krónur. Svenska Aftonbladet tvitrar, at ”Handke sägs ha varit mycket be

Gakk undir Jesu kross at stá

Krossmerkið , kristna ímyndin og fremsta eyðkennið, hevur aldri verið sjónligari í almenna rúminum enn nú. Danska avísin Kristelig Dagblad fekk almannavarpið at byrja tíðindavikuna við eini søgu um ein 58 ára gamlan danskan neyðtøkubrotsmann, sum fangavørðir ikki vistu, hvat teir skuldi gera við, tí hann hevði verið gjøgnum eitt løgfrøðiligt kynsskifti. Harðskapshendingin, hann var kendur sekur í, var farin fram fyri 29 árum síðan. Ikki fyri at tileinkisgera framdan harðskap og undirgrava seinastu bastiónina í rættarsamfelagnum, dómsvaldið sjálvt, men hesa somu viku er miskunarsami minnilutafestivalurin aftur í Havn, har viðurskifti hjá teim veikastu í samfelagnum, transpersónum, eisini verða havd á lofti í filmi, list og happenings. Tí er tað hugvekjandi, at kristiliga tíðindakeldan verður brúkt í almannavarpinum í hesi vikuni, sum enntá eisini er vikan, tá friðarvirðisløn Nobels verður kunngjørd. Tað er fríggjadagin klokkan tíggju, at kunngjørt verður, hvør fær friðar

Dagsins 007 sitat

"Serføroyska orðið stakkalastás, sum trupult er at flyta við røttu meining í onnur mál, er óloysiligani knýtt at James Bond, og ger hann í mínum eygum so óluksáliga spennandi at síggja, tí hann er so bundina at tíðini, tíðarbundin, og altíð er til sølu fyri hægstbjóðandi gadget, sum kappast um at verða fremst í tíðini, og á tann hátt verður eitt hedonistiskt tíðardokument í eini narsissistiskari kallmansmentan. Júst hetta merkantila drive í bestu filmisku kørmum, sum eru merktir av action og ferð, so tú missir ondina, men bara næstan, hevur ongin gjørt honum eftir á filmi. Soleiðis er tað."

Føroyar sum location

So eru Føroyar skrásettar sum location, upptøkustaður, hjá teimum, sum gera upptøkur og veita tænastur fyri tey mongu, ið gera nýggja James Bond filmin No time to die . Tað sæst á brúkarastýrdu upplýsingartænastuni, Internet Movie Database, sum er størsta amboð at leita fram alt um film. Umframt at vera søgulig listagrein í sjálvum sær, er filmur eisini vinna og handil. Neyvan er nøkur listagrein so sannførd um, at egin avrik mest sum altíð kunnu mátast og metast sum vøra, ið er til sølu sum uppliving, akkurát sum fótbóltur, sum tú heldur ikki sleppur at uppliva uttan at rinda fyri atgongumerki. Tað einasta vit vita fyri vist er, at nýggi James Bond filmurin, No time to die , verður frumsýndur í Havnar Bio fyri øllum teimum, sum keypa atgongumerki til 2. apríl. Danski filmurin Kollision hevur eisini fingið eyguni upp fyri Føroyum. Tað eru brøðurnir Mehdi og Milad Avaz, sum eru føddir í Iran, men búgva í Danmark, ið hava gjørt filmin, sum byrjar við útsýni frá flogvøllinum

Maður, hvussu hevur tú tað?

Maður, hvussu hevur tú tað? Soleiðis spurdi Fólkaheilsuráðið fyrr í ár. Spuringurin hekk tjúkkur í poppkornosandi luftini í biografinum í kvøld, tá nýggi filmurin Joker  (Todd Phillips) varð frumsýndur fyri hópin av fólki, mest ungum. Tónleikurin er frá fyrstu løtu eitt heilt univers fyri seg. Send in the Clowns, White Room, Smile, That’s Life og Rock and Roll við Gary Glitter. Eri sannførdur um, at vit eru í New York fyrst í 1980’unum, tí ein Brian De Palma filmur, Blow Out , sæst á plakatini. Og so brýtist eyðsýnda realisman við navninum Gotham City og Arkham State Hospital. Vit eru í Batmanlandi og slettis ikki í veruliga stórbýnum, sum eins og Hong Kong í dag er um at bresta í ójavnaði og uppreisturi. Við patetiskum mammupráti heima og terapevtiskum konsultatiónspráti hjá sálarfrøðingi úr ræðandi dagbókasetningum hjá høvuðspersóninum - sum í huganum flytir okkum beint til Travis Bickle í Taxi Driver frá 1976 - verður ekstremt fiktivi Jokarasjangrufilmurin so nærveran

Besti altjóða filmur

Nú er freistin úti at tekna altjóða filmar til 92. Oscarkappingina, sum sunnukvøldið 9. februar verður varpað til allan heimin úr Dolby Theatre á Hollywood Boulevard. Altjóða filmarnir í spælifilmslongd kappast í bólkinum Best International Feature Film, sum fyrr varð kallaður Best Foreign-language Film, besti útlendski filmur, og eftir mínum tykki er mest áhugaverda kappingargrein. Og ja, kapping er hetta, tí eftir stendur ein vinnari við Oscarvirðislønini, sum er munadyggasta íkast, tá umræður altjóða marknaðarføring av einum ókendum filmi úr einum enn minni kendum landi. Samstundis er tað í hesum kappingarfelti, at tú kanst fáa eitt innlit í, hvat slag av filmi verður gjørdur og lyftur fram úr londum, sum tú neyvan helt høvdu eitt filmiskt mál, tíansheldur altjóða filmiska framleiðslu. Tey lond, sum í ár eru við fyri fyrstu ferð, eru Gana, Nigeria, Uganda og Usbekistan. Ikki er tað bara kappingin, sum hevur skift navn. Nei, biografhølini Dolby Theatre vórðu fyrr k

Mentamálaráðið stuðlar minnilutafestivali

Fremsti og størsti føroyski stuðul á triðja minnilutafilmfestivalinum, Faroe Islands International Minority Film Festival , er Mentamálaráðið. Norðurlendsku stuðlarnir eru Nordisk Ministerråd og Nordisk Kulturfond. Tað sæst í nýprentaðu skránni fyri festivalin, sum mentamálaráðharrin, Jenis av Rana, ávaraði í móti í morgunsendingini hjá Útvarpinum hin 24. september í ár: ”Jé fari at ávara føroysk foreldur. Ansið eftir børnum tygara! Her kemur ein lýsing um, at skúlaflokkar skulu niðan til nakrar púra ónormalar filmar, sum skulu vísast í Norðurlandahúsinum. Tað pínir okum øgiligt, og vit fáa kanska ikki gjørt nakað við tað her og nú. Men tað skal so avgjørt síggjast, at Miðflokkurin hevur verið í tí sessinum, jé siti í nú!” Í skránni fyri minnilutafestivalin, sum verður í døgunum 10.-13. oktober, sigur Nadia Abraham, festivalstjóri, sum omanfyri sæst saman við samskiparanum, Dan Helga í Gongd, at filmar kunnu nýtast á ymsan hátt: ”Á ein hátt kunnu teir nýtast ti