Skip to main content

Posts

Einarin í einingi, sum eg einki visti um

Var hetta besta útvarpssendingin í ár? Tankin kom aftur til mín, nú fjórða og seinasta sending hjá Høgna Mohr í røðini Gamli maðurin og vatnið varð endursend í dag. Í hvussu er, var hetta tann einasta útvarpssending, sum í ár fekk meg at googla leingi eftir heimildarmanninum í sendingini, Tórfinni Hansen, hvar hann býr og hvørjum fólki hann er av. Á heimasíðuni Porkeri.info gevur Torgir Strøm eitt greitt innlit í ættina hjá Tórfinni Hansen . Ann Marie Mersohn tók báðar myndirnar av Tórfinni Hansen, sum ovast og niðast sæst í hvítari troyggju, og hon skrivaði um hann fyri Lake Superior Magazine í 2014 undir yvirskriftini That Old Boulder-Jumper, Finn. Fyrst er at siga um miðlaframleiðslur, at tað, sum eg óforvarandi fái innlit í, og sum eg einki visti um frammanundan, oftast er besta søgan at raka við, óansæð hvør miðilin er. Er miðlaða innlitið harafturat menniskjansliga meiningsfult, fyri ikki at siga eksistentielt, og leyst av tíðarbundnum spillingspolitikki, fæst neyvan be

Life offers you chances to digress the ordinary path you follow

Agnes Sipos, sum lesur West Nordic Studies, hevur verið í starvsvenjing í Námi. Undir yvirskriftini "Life offers you chances to digress the ordinary path you follow", skrivar Agnes ein enskan gestablogg, har hon letur orðini flóta frítt, nú hetta skeiðið er av. Seinasta arbeiðsdag fyri jól tók starvsfelagin, Árni Øregaard, myndina av Agnes. Dear Reader, Everyone has a story to tell, but these stories are far from the instruction manuals. What is their beauty? They are imperfect and even clumsy, yet they can be transformed into moral compasses that can guide us through life. Life offers you chances to digress the ordinary path you follow, but in general, it is up to you to say “No” to the mainstream and decide to follow the off-beaten track. Which direction might these life-digressions lead to?  - I guess no one knows… in this case I am not even sure which direction I am heading for. All I know, is that our stories never stand alone. We embrace each other's narrat

Filmsvinnan í vanda fyri at steðga upp

Við hesum setningi heitir Felagið Føroysk Filmsfólk á Fíggjarnevndina og Føroya løgting í opnum brævi, sum er soljóðandi: "Vit eru púrasta forfard, nú ein meiriluti í Fíggjarnevndini leggur fram uppskot um at skera heilar 400.000 kr burturav eini játtan á 2,7 mio. kr í filmsstuðlinum. Hetta er eitt bakkast við lít, og forðar allari framgongd. Stórar filmsverkætlanir eru í vanda fyri at steðga upp, og nýggjar verkætlanir kunnu fara fyri skeyti. Hetta ávirkar eisini aðrar vinnur, tí brúk er fyri hópin av fólki úr óteljandi fakbólkum, til at gera eitt filmsverk. Okkara filmsvinna er ung, og krevur tryggar karmar at arbeiða undir. Tað tekur fleiri ár at gera ein spælifilm, og við eini óvissu ár undan ári um játtanarkarmar, ber illa til at tosa um eina filmsvinnu í Føroyum. Samstundis er hetta ein boðskapur til ungfólk um, at halda seg burtur frá hesi kreativu vinnu. Tí er alneyðugt at halda fast um verandi kós, og hækka játtanina so líðandi við teim 500.000 kr, ið skoti

Leggið ikki fót fyri filmsvinnuna

Við hesum setningi heitir Filmshúsið á Fíggjarnevnd løgtingsins um ikki at skerja stuðulin til føroyska filmsgerð við 400.000 krónum. Stjóri í Filmshúsinum er Tina Wagner í Dali og formaður í stýrinum fyri Filmshúsið er Jan Berg Jørgensen. Skrivið frá Filmshúsinum er soljóðandi: ”Tað er eitt álvarsligt bakkast fyri føroyskan film, um ætlanirnar hjá nýggja landsstýrinum um at skerja filmsgrunnin verða veruleiki. Hetta er at leggja fót fyri tí menningini, sum er í gongd í føroyskum filmi, heldur enn at stimbra vøksturin í vinnuni. Ríkisfelagsskapurin hevur ta avleiðing, at vit ikki kunnu søkja um fígging og stuðul til filmsframleiðslur aðra staðni - heldur ikki í Danmark. Tí eru vit í Føroyum serliga bundin at politiska viljanum til at tryggja vøkstur og menning. Hesa ábyrgd mugu politikkararnir taka á seg. Greiða og breiða politiska ætlanin frá 2011, tá Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin eisini sótu í Landsstýri, var at økja filmsjáttanina við 500.000 krónum

Eingin norðurlendskur filmur í Oscarkappingini

Eingin norðurlendskur filmur er við í kappingini at vinna Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur. Tað er greitt nú Oscardómsnevndin hevur smalkað úrvalið úr upprunaligu rúgvuni við 91 altjóða spælifilmum niður í tíggju, sum aftur skal skerast niður í helvt, so fimm filmar eru eftir í kappingini 9. februar um munadyggastu filmsvirðislønina og frámerkið sum besti altjóða filmur. Henda kappingarskrá hevur altíð havt mín fremsta áhuga, tí her sæst, hvat fyriferst á filmsløriftinum kring heimin og nú eisini hjá stroymingartænastum. Suðurkoreanski filmurin Parasite , sum Gudmund Helmsdal Nielsen fer at innleiða í Filmsfelagnum 5. februar, er enn á listanum yvir teir tíggju, ið kappast um Oscarvirðislønina sum besti altjóða filmur í 2020. Sama eru spanski Pain & Glory og norðurmakedónski Honeyland , sum Filmsfelagið longu hevur víst. Veit fyri vist, at filmshugaði krossa fingrar fyri Parasite , sum vann í Cannes í summar, ið nú verður sýndur mitt í Havn beint undan Osca

Til jólaborðið

So er fullur bussur av anga og kjøti til jóla. Í morgun kom starvsfelagin, Sigfríður, norðan av Eiði við árligu veðurlambskrovunum, lembd í Kollinum, og hava gingið í brøttu Skorunum út móti Norðhavinum og á Slætnabrúnni undir Melanum og Sandfelli, sum í báðum førum síggjast merkt við reyðum á kortinum niðanfyri. Um smakkurin verður bara hálvt so góður sum angin, so verður framúr.

Vóru tað Holland ella Niðurlond sum vunnu?

Um vikuskiftið varð heimsmeistarkappingin í kvinnuhondbólti avgreidd í Kumamoto í Japan. Av Norðurlondum kom Noreg longst, norsku kvinnurnar spældu seg í hálvfinaluna, men eftir finaludystin millum Spania og Niðurlond, vunnu niðurlendsku kvinnurnar á teim sponsku við 30 málum móti 29. Hetta er fyrstu ferð at niðurlendsku kvinnurnar vinna heimsmeistarakappingina í hondbólti. Jú, soleiðis kallaði liðið seg sjálvt, Nederlandse damesteam, umboðað av Nederlands Handbal Verbond, tá tey møttu á vøllinum í Japan. Sum amen í kirkjuni kundi eg leita navnið fram í donskum og íslendskum ítróttamiðlum, har tey konsekvent siga og skriva Holland, og so í føroyskum miðlum, har tey nú eru vorðin so liberalt fevnandi, at tey ikki bara hava flutt seg frá eintýðuga landanavninum Niðurlond, sum var galdandi í 2014, til fimm ár seinni at brúka øll trý nøvnini Háland, Holland og Niðurlond. So kunnu vit sjálvi velja. Kanska er orsøk til at vera so fevnandi í júst hesum føri. Vit hava tøtt samb

Bestu filmar í 2019

Sjálvdan hava so nógvir filmar verið tøkir og møguligir at síggja sum í ár. Úrvalið í lokala biografinum, Havnar Bio, arthausfilmarnir í Filmsfelagnum í sama staði og so Netflix, kunnu á fyrsta sinni sigast at hava nøktað tørvin hjá tí mest frenetiska og lidinskapiliga cineastinum, óansæð aldur, kyn, útbúgving og aðrar preferansur. Her er alt til av nýggjum filmi, sum skapar kjak úti í heimi, og saknast okkurt, ja so kann tað skjótt skaffast frá veitarum, sum til dømis Camera Film í Danmark og Mer Film í Noregi. Filmur, sum fyrr var bundin av óteljandi avmarkingum, so sum ovurhonds dýrum flutningi til útjaðaralandið Føroyar, er nú vorðin mobilur, kann flytast um landamørk og takast niður eftir lítlari løtu, bara loyvini og sambondini eru í lagi. So eru vit har, mitt í filminum. Og so er at taka støðu til, hvat ein góður filmur er, og hvat, ið ger en film góðan. Mítt krav til hesar filmar, eg her havi valt úr rúgvuni í ár, er fyrst og fremst at teir eru nýggir, at teir hava ver

Her er fútabannaða samrøðan

Erikur Lindenskov skrivar á in.fo í dag, at hetta er tað, sum Kringvarpið vegna fútabann ikki sleppur at fortelja um Huawei, men sum hann kortini kann endurgeva úr danska blaðnum Berlingske, sum í dag hevur kunngjørt útskrift av samrøðuni, sum Kringvarpið av tilvild fekk upp á band hin 15. november í ár, tá Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður, og Herálvur Joensen, aðalstjóri, samskiftu um Huawei og hóttanina frá kinesiska sendiharranum í Danmark, Feng Tie. »Herálvur: Segði eg tær, at kinesararnir vóru her? Helgi: Ja, teir skuldu koma Herálvur: Teir høvdu fund við Jenis tíðliga um morgunini, tí Jenis skuldi av landinum. Og við Bárð og Jørgen. Hann hevði beinleiðis knýtt málini saman. Altso, um... um Føroya Tele undirskrivaði avtalu við Huawei, so stóðu allar dyr opnar fyri fríhandilsavtalu við Kina. Helgi: Okey Herálvur: Men Bárður hevði verið rættiliga kategoriskur og hevði sagt, at vit ikki kunnu blanda... at vit ongantíð blanda okkum í tílíkt. Vit ætla ikki at blanda o

Øll vita - uttan Føroyar!

Bæði Politiken og Berlingarin, sum eru stórar gamlar avísir og tíðindamiðlar í Danmark, hava seinastu dagarnar fortalt okkum heimalandsføroyingum alt um ein minutt á ljóði, har ein landstýrismaður fær turt uppá frá einum aðalstjóra - ella er tað øvugt - um 5G samstarvið við Huawei í Kina, annars missa vit kinesiska laksamarknaðin hjá Bakkafrost, sum eisini stuðlar karismatisku Kelduni, har landstýrismaðurin syngur í kóri, og annars er í sama politiska flokki sum føroyska handilsumboðið fyri Huawei, og báðir eru undir leiðslu av løgmanni, sum fyrr arbeiddi fyri konkurrerandi telefyritøkuna, sum eisini dúvaði uppá Huawei, og sum er úr sama politiska flokki, sum núverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum stillaði upp fyri. Og takk fyri tað! Tað er sum inngangurin til sjónvarpsrøðina Soap í fyrndini, tá sjónvarpsfeløgini vóru kring landið, síðst í 70’unum, og øll persónsambondini skuldu lýsast. - Eru tit forvirraði? Bíða bara til tú sært næsta partin av Soap , ljóðaði lýsingin. So ko

Nú mugu vit styrkja føroyskt

Tað er nú alment at vit duga ov illa føroyskt. Tað sigur PISA kanningin. Men hóast nógv átøk verða nevnd í nýggjastu PISA-frágreiðingini, at bøta um vánaligu støðuna í móðurmálinum, so halda vit - tað eru almennu Føroyar - fram, sum um einki var hent. Vit manna og kvinna týdningarmestu størv við persónum, sum ikki duga tað, sum tey í Føroyum kalla teirra móðurmál. Í dag er tað ein danskt-talandi persónur, sum bæði í skrift og talu, við ein eins danskt-talandi føroyskan journalist í Kringvarpinum, tosar danskt um ein skottilburð í føroyska Miðvági. Verri og meira lívshóttandi verður tað ikki. Og tá er samskiftisførleikin danskur. Minni lívshóttandi hevur prátið verið um lekar á okkara einasta føroyska listasavni. Hetta samskiftið hevur eisini verið á donskum, tí leiðarin er, eins og leiðarin undan henni, danskt-talandi. Nýggjur rektari er eisini settur á altjóða Fróðskaparsetrinum. Í allari neyðini kunnu vit siga, at hann er so ikki danskt-talandi, men enskt-talandi. Men tað

Keldukritikkur og PISA

Undir yvirskriftini Fæst koppseting fyri falstíðindi?  helt Brynhild Thomsen, journalistur í Kringvarpinum, skeið fyri lærarum um falstíðindi, og vísti á týdningin av virknum keldukritikki í skúlanum. Skeiðið, sum varð hildið í Námi 20. november, hevði til endamáls at geva lærarum kunning um og íblástur til at læra næmingin at lesa og brúka aktuellar miðlar við kritiskum eygum. Lærarar vóru serstakliga væl nøgdir við skeiðið og søgdu í skrásettum eftirmetingum millum annað: sera væl fyrireikað, áhugavert, viðkomandi fyri meg sum undirvísara, gott at fáa innlit í hendan heimin við tíðindum og falstíðindum frá dugnaligum og pasioneraðum fólki innan yrkið, at branda digitalu dannilsislæruna sum umhvørvisátak var genialt, eg komi fegin til uppfylgjandi skeið, Fake News vol. 2. Venda vit okkum nú til nýkomnu PISA-kanningina við hesum somu brillum og leitorðinum keldukritikkur , so renna vit okkum fimm ferðir í hetta hugtakið. Undir yvirskriftini ”Spurningar í málførleika í fráf

Botnurin er lyftur upp móti miðjuni

Fyri tjúgu árum síðan, setti Samstarvs- og Menningarstovnurin OECD sær fyri at bera saman førleikarnar hjá 15 ára gomlum næmingum í ymsu londunum. Hetta var byrjanin til PISA-kanningarnar, sum er stytting fyri Programme for International Student Assessment. Triðja hvørt ár skal kannast, um tey 15 ára gomlu hava fingið tað burtur úr skúlagongdini, sum stovnurin krevur, til tess at næmingarnir til fulnar skulu megna at luttaka í sosialum og fíggjarligum høpi. Í 2005 gjørdi føroyska Mentamálaráðið av, at Føroyar skuldu vera við í PISA-verkætlanini. Síðan hava Føroyar verið við í fimm kanningum: í 2006, 2009, 2012, 2015 og 2018. Í innganginium í nýggju PISA frágreiðingini , sum varð løgd fram á Hotel Føroyum í morgun, verður víst á, at PISA kanningarnar fevna um lesing, støddfrøði og náttúruvísindi. Onnur evni verða eisini viðgjørd, so sum kreativar problemloysnir (2012), samstarvandi problemloysnir (2015), alheimsførleikar (2018) og kreativ hugsan (2021). Kanningarna

Broytingar í miðlalandslagnum

Í kvøld fer heimsins størsti bókahandil, Amazon, at senda fótbólt í Bretlandi. Tað skrivar fótbóltsmiðilin FourFourTwo , og vísir til tær broytingar, sum Premiere League dystir hava verið fyri tey 30 árini Sky Sports hevur sent fótbólt. Nú hevur Amazon rindað 90 milliónir bretsk pund fyri rættindini at senda 20 dystir hvørt kappingarár, trý ár á rað. “That’s certainly not the limit of Jeff Bezos’ financial reach and, most likely, it’s not the extent of his company’s ambitions in the market either. So this is a signposting moment,” skrivar fótbóltsmiðilin . Meðan Útvarp Føroya fyrr var einasti sendari við fótbólti og guðstænastu, og tú ikki kundi koyra gjøgnum eina føroyska bygd meðan kappróður var uttan at betala, so eru hesi viðurskifti heldur ikki so einstreingjaði longur. Veit ikki, um aktørarnir eru vorðnir fleiri, men tað er pengastreymurin í hvussu er, tá umræður fótbólt í pengakappingum á kommunalt bygdum spæliplássum við atgongumerkjasølu, sum fer í lummarnar hjá vertsfe