Skip to main content

Posts

Hundrað um dagin

Suðurkoreanski filmurin Parasite fer gjøgnum heilt. Hundrað fólk síggja hann um dagin í Føroyum, her Filmsfelagið vísti hann fyrstu ferð hin 5. februar í fulsettum hølum, sum var mikudagurin undan Oscarhandanini í Hollywood. Filmsfelagið sýnir film mikukvøld í Havnar Bio. Parasite, sum nú hevur verið vístur í ellivu dagar í Føroyum, er hin fyrsti at vinna Oscarvirðislønina sum besti filmur, hóast hann ikki er á enskum. Tað er eitt nýbrot í sýningarviðurskiftum í øllum heimsins biografum, at aðrir enn enskt mæltir filmar vinna slíkan heiður og frama. Í Danmark, sum vit ofta sammeta okkum við, hava 156.000 fólk sæð Parasite . Tað er bara hin ultra danski filmurin Klovn the Final , sum mest er til innvortis brúk, ið fleiri hava sæð har í landinum.

Einki kann sum filmur flyta fjøll!

- Kann filmur bróta niður fordómar og skapa nýggja fatan millum fólk og lond? Spyr danski útvarpsverturin og filmsummælarin Per Juul Carlsen. - Jú, sigur grønlendski filmsframleiðarin Emile Hertling Péronard og vísir til undirvísingarportalin Levende Grønland . Har ber til at síggja tríggjar rættuliga nýggjar filmar um Grønland, Sumé - lyden af en revolution (Inuk Silis Høegh, Grønland, 2014 76 min), Lykkelænder (Lasse Lau, Danmark, 2018 71 min) og Håbets Ø (Sturla Pilskog og Sidse Torstholm Larsen, Danmark, 2019 77 min). Per Juul Carlsen, sum fyrr hevur havt fínu sjónvarpssendingina Filmselskabet saman við Mariu Månson, hevur nú útvarpssendingina Filmland í Danmarks Radio. Nú varpar hann ljós á grønlendskan film og film, ið er um Grønland. Hann tekur støði í júst undirvísingarportalinum Levende Grønland , ið er ætlaður miðnámi, men sum øll kunnu síggja, eisini vit í Føroyum. Til útvarpaðu filmsendingina hevur hann um vikuskiftið hitt grønlendska Emilie Hertling Péron

Filmur um krígsnoktaran Franz Jägerstätter (1907-1943)

A Hidden Life er heitið á nýggjasta stórfilminum hjá kenda amerikanska leikstjóranum Terrence Malick (f.1943), sum í 2011 gjørdi The Tree of Life . At síggja henda stóra filmin á stórum lørifti er sum at fara til altars, skrivaði Owen Gleiberman úr Cannes, tá hann ummældi filmin fyri heimsins elsta filmstíðarrit, Variety: The movie is cinema at its mightiest and holiest. It’s a movie you don’t just watch; it’s a movie you enter, like a cathedral of the senses. Some, in fact, will prove resistant to it (it was not universally beloved), but A Hidden Life  as much as any film I’ve seen in the 21st century, is totally contingent upon the big screen. It needs to be bigger than you are, because it’s about bigger things than you - or anyone else. It’s about how the quietest acts of resistance are part of what save civilization. Í Danmark er filmurin eisini væl umtóktur. Fremsti danski filmsummælarin, Bo Green Jensen, skrivar soleiðis í Weekendavísini:  A Hidden Life er en kræven

Michelin stjørnur í Norðurlondum

Fyri seks árum síðan fór Michelin undir eina egna norðurlendska guide  The Michelin Guide Nordic Countries. Klokkan fýra seinrapartin í dag er átakið fyrstu ferð í Noregi, tá Ólavshøllin í Tróndheimi er karmur um nýggju stjørnurnar og allar stjørnubroytingar á norðurlendskum Michelin matstovum. Tað upplýsir Næringsforeningen i Trondheimsregionen, NIT , har Michelinstjørnumatstovurnar Fagn og Credo eru. Seinna matstovan fekk eisini bærekraftsprisen í fjør. Júst burðardygd er ein nýggj skipan hjá Michelin. Føroyska matstovan Koks hevur fyrr fingið bæði eina og tvær Michelin stjørnur. Í dag verður kunngjørt, um Michelin heldur, at nøkur broyting skal gerast í føroysku gastronomisku stjørnustøðuni. Danski bloggarin Rasmus Palsgård hevur nógv boð og nógvar tankar um norðurlendskar Michelin stjørnur, sum hann samanumtikið heldur vera ov nógvar, hóast hann ikki heldur at nøkur matstova fer at missa stjørnur. Føroyar eru tó ikki við í metingunum hjá Rasmusi Palsgård á blogginum Fein

Búi og Gudmundur vunnu

Á áttanda sinni vórðu føroysku filmsvirðislønirnar, Geytin og Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, handaðar í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið 15. februar. Búi Dam og Dánjal á Neystabø fingu Geytan fyri eksistentiella barnafilmin Hví eru vit her? og Gudmund Helmsdal fekk Áskoðaravirðislønina fyri Trøllabeiggi , sum hevur spælandi undirheitið ein Skerpiwestern. Á myndini omanfyri síggjast Búi og Gudmundur. Dánjal var burturstaddur. Her sæst fegni Geytavinnarin, Búi Dam, saman við ommuni í vinnarfilminum, sum er Mariann Hansen, og á niðaru myndini er hann saman við Tjóðhild Patursson. Her er hin ikki minni fegni Gudmundur saman við Sólvá Svartafoss. Fyri Trøllabeiggja vann hann Áskoðaravirðisløn Tórshavnar kommunu, hin fyrsta virðislønin eg havi fingið síðan eg vann í svimjing í skúlanum í Kvívík, seg Gudmundur skemtandi við allari familjuni rundan um seg. Meðan møttu áskoðararnir í Høllini valdu filmin, sum skuldi fáa Áskoðaravirðislønina, beinleiðis á Geyta a

Hví kennast vit ikki við okkara egna?

Hóskvøldsdimman byrjar sum allar góðar avísir eiga at byrja, við eini oddagrein, sum er skrivað til høvið, dagin og yvirskipaða evnið í tíðindameldrinum. Og tað er filmur. Betri yvirskrift í Føroya fyri sovítt elsta blaði enn Filmsdagar kann eg ikki hugsa mær. Takk fyri tað ELJ, nú tú gevst og avísin vónandi heldur fram. Tí pappírsavísirnar eru ikki tiltakandi. Tær eru vorðnar ein anakronisma í tiltakandi gjónni millum tey vitanarsterku og tey vitanarveiku. Tey fyrru liva í og við pull -miðlum, sum tey hála til sín, tá tey hava tørv á tí, eftir ein góðan feinsmeckeradøgurða, ropandi av Pingusreyðvíni fyri tjúgutúsund, meðan útarmaði fátækrakroppurin so dánt klárar at sleingja seg á útslitnu sofuna, sum tey keyptu í Innbúgv í hálvfjerðsunum, innan push -miðlarnir eru yvir teimum, ágangandi troðkanarmiðlarnar, sum bara koma í postkassan, tí postboðið hevur ikki annað at bera slitmanninum í dag enn preprentaði tilboð. Tað er sambandi hjá undirstættini við føroyska miðlaverðuleika

Robert M. Goodman er gestadómari

Amerikanski Robert M. Goodman, sum hevur meir enn 30 ára royndir úr filmsvinnuni, verður innboðni dómarin í Geytadómsnevndini leygardagin. Orsøkin er, at konan, Anita Reher, sum er stjóri í Nordisk Panorama, hevur fingið forfall. Maðurin, Robert M. Goodman, hevur verið í uppskoti at vinna Emmy-virðislønina, hann er leikstjóri, fotografur, framleiðari og høvundur. Og so hevur hann arbeitt við øllum sløgum av filmi heilt frá turrisligum heimildarfilmi til tølandi lýsingafilm. Innan Robert flutti til Danmarkar at búgva, var hann professari á The Art Institute of Philadelphia. Har undirvísti hann í níggju ár í filmsgerð, filmmaking . Goodman fer eisini at greiða frá um Nordisk Panorama, har Anita Reher er stjóri. Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Robert M. Goodman um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður á enskum í Norðurlandahúsinum og er ókeypis fyri fólk, sum koma í húsið at lurta. Úr

Satira, ein føroysk statusrapport

Í ein sólarring ella so havi eg hildið, at hetta var ein nýggj satirustjørna, sum Føroya fremsti útvarpssatirikari, ið hevur ligið í dvala síðan seinastu øld, hevur borið fram, nývaknaður. Enn eri eg ikki sannførdur um, at hetta innslag er satira, hóast figururin sipar beint til Pipar & Salt úr farnu øld. Men eg haldi ikki at aktuella innslagið er komið har upp enn. Tað er í hvussu er ikki góð satira, tí hon inniheldur ikki forteljaraelementini í góðari satiru, sum teir báðir kryddarnir hava gróðursett fyri nokk so langari tíð síðan. Hinvegin, góðar satirustjørnur liva ikki í Føroyum, tær eru flóttar, sum liva í Argentina. Tað siga hesir báðir. Eftir fimm mánaða bíðitíð eru teir aftur við so drúgvari føroyskari satiru, at bíðitíðin er sum einki at rokna. Ein tími og eitt korter. Kryddað í fimm mánaðir. Byrjanin er tættpakkað við aktuellum tilsipingum, eisini um Holocaust, tað mátti koma, men tað allar besta er móti endanum, har teir herja á ein ungan journalist, sum p

Nielsen veit

Síðan 1923 hevur mátingarstovan Nielsen mált upp og talt, hvussu nógv gera hvat í ymsum høpi, seinast til Oscartiltakið, tá mált varð hvussu nógv hugdu. Grundarin, Arthur C. Nielsen, sum var av danskari ætt, doyði 82 ára gamal í 1980. Hann varð føddur og doyði í Chichago. Hóast Oscartiltakið er tað mest sædda innan film, sigur Nielsen mátingarstovan sambært ABC, sum sendi tiltakið laiv, at aldri áður hava so fáir amerikanarar fylgt við Oscarvirðislønunum. Altjóða filmsmiðlar siga, at tað fer helst at geva amerikanska filmsakademinum nakað at hugsa um, nú heldur eingin vertur var í ár, og nakað so óhoyrt, sum at ein ikki enskt mæltur filmur fór avstað við fremsta heiðrinum. Tað eru sanniliga broytingartíðir.

Anita Reher er innbodni Geytadómarin

Innbodni Geytadómarin í ár er danska Anita Reher, ið fyri tveimum árum síðan tók við sum stjóri fyri filmstevnuna Nordisk Panorama eftir Søren Poulsen, sum tá hevði sitið í trý ár. Við heimasíðuna hjá Nordisk TV og Filmfond segði Anita Reher tá. “I am thrilled to be joining the Nordic family of storytellers and reconnecting with old and new friends. I look forward to continuing what has been Nordisk Panorama’s strength - promoting documentary and short film talent for 30 years and renewing that strength for a new generation of filmmakers. My goal, in the ever-changing media landscape, is to keep Nordisk Panorama continuously relevant for the industry and our audiences.” Fríggjadagin 14. februar kl 16:30-18:00 fer Tina í Dali Wagner, stjóri í Filmshúsinum, at tosa við Anitu Reher um Nordisk Panorama og vísa klipp frá festivalinum. Prátið verður í Norðurlandahúsinum og er ókeypis. Úr Føroyum hava trý filmsfólk søkt um at sleppa við á Nordisk Panorama, sum varir seks dagar og f

Týdningurin av listini

Samrøða og framførsla - Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Tiltakið er partur av TÓFF og er fyriskipað av Filmshúsinum Hvønn leiklut hevur listin í dagsins samfelag? Listin hevur altíð havt ein týðandi leiklut í heiminum. Um vit fara langt aftur í tíð og heilt fram til nýtímans samfelag, síggja vit, at listin altíð hevur havt og hevur enn ein týðandi týdning í samfelagnum. Hetta er framvegis galdandi hóast ymsu leiklutirnar, listin hevur í ymsu samfeløgum. Í vesturheiminum í dag verður listin ikki løgd undir kirkju ella krøv frá teimun ráðandi, men tað eru listafólkini sjálvi, ið fáa frælsi at deila teirra sjón og fatan av lívið. Vit liva í eini tíð, har individualisman ræður, har eitt hvørt listafólk við virðing fyri sær sjálvum leitar eftir síni egnu rødd. Hetta ger at týdningurin av listini í samfelagnum kann verða trupul at peika á. Listafólkið hevur stórt frælsi, men kann hava trupult við at finna fótafesti. Filmshúsið skipar fyri einum kvøldi uppi í Norðu

Tíggju í Fokus í Lítluvík

Tíggju limir í Myndafelagnum Fokus gera í kvøld klárt til fotoframsýning, sum letur upp við 49 myndum í Smiðjuni í Lítluvík í morgin, fríggjadagin 7. februar kl. 14:00. - Kaffi er á kannuni og øll eru vælkomin, sigur Óli Lindenskov. Opið verður til og við týsdegnum 11. februar. Óli hevur millum annað verið í Sandoynni og fotograferað við Gívrinar hol. Fyrst er at tryggja sær, at alt er í vater og hongur harmoniskt út frá hornunum í gomlu grótlagaðu veggunum í hvíttkálkaðu smiðjuni. Eitt reyðlýsandi niveleringsapparat tryggjar at alt hongur í vater. Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur til endamáls at savna saman fólk, ið hava myndatøku sum ítriv. Øll kunnu gerast limir í felagnum, sum heldur til í einari skúlastovu í gamla Argja skúla. Tey skipa fyri fototúrum og limatiltøkum, har tey hittast til fotoprát, og síggja og vísa myndir hjá hvørjum øðrum og læra um myndatøku og myndaviðgerð. Tey tíggju sum sýna fram í ár eru Gudny Benjaminsdóttir, Jórun á Fløtti Jac