Skip to main content

Posts

Her er mín listi við bestu føroysku filmum

Mikukvøldið vísti Filmsfelagið tveir nýggjar føroyskar stuttsøgufilmar, ”Trøllabeiggi” hjá Gudmundi Helmsdal Nielsen og ”Ábyrgd” hjá Katrini Joensen-Næs. Tá vórðu filmarnir fyrstu ferð vístir eini áskoðarafjøld í einum almennum biografi, og tað eftir stranga koronustongsilin, ið hevur verið eyðkendur við at gera listar, og at seta gerandismyndir, bøkur, filmar og plátur upp móti hvørjum øðrum og deila við onnur á Facebook, sum í dag er føroyska almennið burturav. Hóast ”Trøllabeiggi” var ein kraftpresentatión av øllum tí sum føroyskt filmshandverk dugir beint nú, fari eg í hesum bloggi at royna at seta filmin ”Ábyrgd” saman við filminum ”Passasjeren” (2009) hjá Sakaris Stórá. Fyrigev mær, Gudmund, men eg seti ikki á nakran hátt teg og tín virðislønta film til viks, tað veitst tú! Í hesum døgum við koronu og keðsemi ganga vit øll og bíða eftir at samfelagið aftur fer at virka sum fyrr. Ímeðan spritta vit hendur og taka – sárhent – appilsintilboð í tilboðsposum til okkara, held

Filmsfelagið aftur til verka

Eftir drúgvan koronastongsil er Filmsfelagið aftur farið at vísa arthousefilm í Havnar Bio, soleiðis sum heilsumyndugleikarnar áseta. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru mikukvøld. Í gjárkvøldið sýndi Filmsfelagið føroysku fimarnar ”Ábyrgd” og ”Trøllabeiggi”, sum fyrstu ferð vórðu sýndir í biografi. Leikstjórar eru Katrin Joensen-Næs og Gudmund Helmsdal Nielsen. Ole Wich tók myndirnar. Í filminum ”Ábyrgd” verður unga Ró brúkt sum heilivágur hjá mammu síni, ið er sálarliga sjúk. Tá Ró fer at taka koyrikort, verður hon drigin at frísku luftini, og orkar ikki aftur til køvandi heimið við sjúku mammuni. Hon fer at raðfesta seg sjálva, hóast tað merkir, at mamman verður enn verri fyri. Hetta er fyrstu ferð at ”Ábyrgd” verður sýndur í biografi. Í filminum ”Trøllabeiggi” fylgja vit tveimum brøðrum, sum búgva einsamallir í einum fjarskotnum dali. Eftir at hava mist elsta beiggjan, stríðast teir fyri tilveruni og sambandinum sínámillum. Hetta er fyrstu ferð, at ”Trøllabeiggi”, sum

Súrhoyggjabrunnur verður miðdepil

Her er hann, rundi súrhoyggjabrunnurin! Landbúnaður, sum higartil hevur lívað sítt egna høvuðsstaðarlív, sum stinkar heilt oman á kampingplássið, verður nú miðdepilin í stóru bústaðarútbyggingini í Tórshavnar kommunu. Og kanska er tað gleðiligt, og ber í sær eina varisliga fyrijáttan um betri og fleiri íbúðarmøguleikar hjá teim ungu, ið fyrstu ferð skulu rinda fyri at seta fót undir egið borð í skjótt vaksandi høvuðsstaðnum beint við innkomuvegin úr undirsjóvartunnlinum, sum nú fer at binda Vágar, Suðurstreym, Skálafjørðin, Eysturkommunu og Klaksvík saman. Tá verður restin av Føroyum frákoblað. Í gjár varð avdúkað at arkitektafeløgini MAP og SNA bæði høvdu vunnið fyrstu virðisløn, sum er 300.000 krónur í part. Á sama hátt vórðu tvær virðislønir á øðrum plássi, Henning Larsen North Atlantic og Fuglark, sum fáa 100.000 krónur í part. Talan er um økið uppi við gomlu Stórutjørn, har núverandi løgmaður einaferð skuldi skapa karmarnar, so sentralt varð tað tá mett, miðdepilin í Fr

Ferðast í egnum landi

Nú fingu vit ein skáa heima hjá okkum sjálvum, at ferðast í egnum landi púra turistfrí. Koronan varð tað, sum gjørdi okkum leys av útlendskum ferðafólkum og teirra forstýrilsi eitt bil. Endiliga fingu vit høvið at vitja okkara egna land í teirri ferð og rútmu, sum passar okkum best, øki fyri øki, oyggj fyri oyggj, ein dag í senn, til latið verður upp aftur. Henda góðveðursdag vórðu tað Vágar. Her er mest avmyndaða stað í Føroyum, Múlafossur, í Gásadali, og sum sæst er enn rættuliga rúmsátt at ferðast í egnum landi. Meðan tað fram til aldarskiftið var alt um at gera at fáa onkran úr Havn at stoypa eitt alment betongvesi við neonljósi í hvørjari bygd, sum sjálv helt, at hon hevði nakað at bjóða teim ferðafólkum, sum við bussi komu úr sama metropoli eitt ørstutt bil, hevur ferðavinnan flutt seg munandi hægri upp á tænastustiganum, og er vorðin ein sjálvsagdur partur av mat- og gistingarvinnu. Nú er nakað fráliðið síðan meira human og tænastusinnað vesi vórðu bygd, so tey

Tá tíggju bleiv Sodoma

Kronometrið sigur tíggju, tá Bárður hevur fund at kunna fólkið um nýggjastu tilráðingar í koronutíðini. Tíggju. Tað svitast ikki. Men tá koronometrið ein sólarring seinni aftur rakar tíggju, tá er Sodoma í gøtuni. Tí mugu matstovur steingja og sløkkja. Hvør Móses er tað, sum hevur gingið gjøgnum havið at kloyva Bárðar tíðarfatan av matgerð og servering? Myndin er lánt frá Cecil B. DeMille

HALT FRÁSTØÐU

Eg ivist ikki í, at frástøða, og boðini um at halda frástøðu, fara at verða ársins orð, ikki bara her hjá okkum, men í øllum heiminum, frá Wuhan, til Havnar og heilt til Hollywood. Var tað ikki fyri íkomna koronastongsilin, sum enn stendur við, so hevði franski filmurin um ein falskan Facebook-profil, Celle que vous croyez , (Who do you think I am) longu verið vístur her heima og í øllum okkara grannalondum. Men korona og kovid hava stongt allar biografar í verðini, so miðaldrandi franska stjørnan, Juliette Binoche, aldri møtir unga mannliga mótleikaranum aðra staðni enn á Facebook. Tað fekk ein av heimsins kendastu filmsummælarum, Peter Bradshaw á The Guardian, at knýta franska filmin frá í fjør, til dagsins veruleika í øllum heiminum í ár. Fyrsta orðið í ummælinum var: Social-distancing. Koronakreppan stongdi biografin og nú bíða vit bara eftir, at latið verður upp og vit aftur sleppa at njóta film í felag. Í Danmark hevur verið sagt at 8. juni kunnu biografar sleppa

Finka byggir brúgv

Marjun Ziskason, Marianna Skarðenni Poulsen og Gunvá Magnussen Í dag er læraraskeið í Námi við nýggja upprunatilfarinum Finka , sum gevur móðurmálsfakinum í fólkaskúlanum nýtt flog longu í øðrum flokki. Høvundur er Marianna Skarðenni Poulsen, ið vann skúlabókakappinga, sum Nám útskrivaði í 2016, til tess at finna nýtt tilfar og fáa samband við nýggjar høvundar til skúlabøkur. Bókaheildin Finka , sum umframt lesibók fevnir um tvær arbeiðsbøkur, eina ljóð- og mállærubók og eina læraravegleiðing við ástøðisparti og vegleiðingarparti, er nú komin á marknaðin. Sissal M. Rasmussen hevur viðgjørt tilfarið lesifrøðiliga. Ritstjórarnir, sum í Námi hava varað av nýggja tilfarinum, eru Gunvá Magnussen og Marjun Ziskason. Tær báðar siga, at endamálið við Finku er at byggja brúgv millum holla ljóðarbeiðið, sum er gjørt í fyrsta flokki, og eina sjálvvirkna og meira flótandi lesing, sum væntað verður í triðja flokki. Kathrina Skarðsá hevur teknað og Anna Simonsen, sum fann uppá heitið