Skip to main content

So er feria...

Gott er at leggja seg afturá einaferð um árið. Fyri ikki um at tala á nýsligna grasið úti í Koltri, har Marin í Dali tók myndina, tá hon og Martin hildu silvurbrúdleyp

So er feria. Í hvussu er frá skúlabókagerð, rættlesturi, umbróting, myndum, permum og prenting. Tað dagliga trummerummið, sum í ellivu mánaðir hevur fíggjað og løtt hin tólvta mánaðin, ið er summarferian, sum verkafólk hava glett seg til í eitt heilt ár. So nú er tað ferðing og summar, flúgvarar, bilar, fremmandar matskráir og eins fremmand fólk. Og bókamaðurin yvir øllum, H.C. Andersen, segði tað jú í 1855. At ferðast er at liva. Myndina tók grannakonan Marin í Dali úti í Koltri. Sum sæst er sólin sterk, hóast kuldi er í luftini. Úr asfalthjaranum í New York boða tey í dag frá 39 stigum. So har angar ikki av nýslignum grasi, sum í Koltri. Munurin er upplivingin. Tí hava vit feriu. So long, folkens!