Skip to main content

Norðoyastevna á Brekku


Hard Time Hungrys í stovuni hjá Oddbirni á Brekku í Klaksvík. Sjáldsama samstarvið millum Bobby Bare og Shel Silverstein elvdi til fyrstu konseptútgávur innan country. Í baksýni sæst Kjølur

Í góðveðrinum leygardagin koyrdu vit til Klaksvíkar, har Norðoyastevna var við kappróðuri, kabarett og midnáttarrøðu. Høvuðsinnihaldið í stevnunum, kappróðurin, tykist eins og tað mesta, ið er á skránni, at hava mist takið á fólki, sum ikki so fegið sum fyrr kemur á stevnu. Annarleiðis er við kabarettini í Badmintonhøllini. Hóast innihaldið var til innvortis brúk, savnaði hon hópin av stevnugestum, eisini úr Havn. Briljant var hermingin eftir Sonhardi úr Fólksins Rødd. Hann og Ingi Sørensen hittust í túninum og eg skilti at teir og Dánjal, sum eisini er í Fólksins Rødd, skulu syngja Knockin' on Heaven's Door á Eystanstevnu í næstu viku. Stuttligt við nýggjum, óvæntaðum pallum og samansetingum. Vit stukku inn á gólvið hjá Oddbirni Vágslíð á Brekku og sjálvandi var Bobby Bare stóra kjakevnið. Oddbjørn, ið man vera fremsti dokumentaristur á heiðini, hevði longu skrivað eina ritgerð um aldrandi sangaran, sum í hvítu og konservativu countryverðini hevur havt eitt sjáldsamt samstarv við hin politiskt stak ókorrekta Shel Silverstein og eina tíð samstarvaði við konsertfyrireikaran Bill Graham undir heitinum 'Country's Bruce Springsteen'.



Oddbjørn við sjáldsamu yndisplátuni frá 1975 og nýskrivaðu ritgerðini um Bobby Bare og plátuni Singing in the Kitchen í baksýni

Umframt fyrilesturin sluppu vit at hoyra bestu Bobby Bare plátuna í savninum hjá Oddbirni, Hard Times Hungry. Ein práti-pláta um ringar tíðir og arbeiðsloysi. - Og hvussu klárar tú at syngja teg gjøgnum hetta, skrivar Silverstein til Bobby Bare aftanfyri á húsanum á plátuni, sum er frá 1975.



"How do you sing your way through this one?" spyr Shel Silverstein á plátuni Hard Time Hungrys hjá Bobby Bare í 1975. Í baksýni úr køksvineyganum á Brekku sæst Kunoyargalvur

Kanska er tað henda sosiala indignasjón hjá tí annars so hampuliga Bobby Bare, The All-American Boy, ið er orsøkin til at hann aldri er sloppin á heiðursveggin í The Country Music Hall of Fame. Hóast kabarettin av røttum lýsti 76 ára gamla sangaran sum eina senila fornleivd, so fari eg at lurta. Country í Klaksvík er ikki ein tónleikasjangra. Tað eru lívsmyndir úr Halgubók.



Billy Joe Shaver og Ramblin' Jack Elliot úr glugganum hjá Oddbirni Vágslíð á Brekku í Klaksvík og eitt klipp úr Ungu Føroyum, sum í 1914 lýsir Klaksvík og Kunoyargalv við floygdum orðum