Skip to main content

Opið bræv


Høvundurin skrivar í bókina 'Sekel' á útgávudegnum. Sum formaður í stuðulsfelagnum Steinbrá taki eg fult og heilt undir við tí opna brævið, sum við góðari grund er sent avvarandi stovni og myndugleika, og sum er endurgivið niðanfyri (Myndir: Birgir Kruse)

Opið bræv til nevndina fyri Listasavn Føroya
og Mentamálaráðið

Vit, undirritaðu harmast stórliga um bókina "SEKEL FÆRØSK KUNST I HUNDREDE ÅR. ONE HUNDRED YEARS OF FAROESE ART", sum vit halda vera ov subjektiva og ósemjuliga til, at hon kann virka sum tann almenna føroyska listasøgan, ið hon skal eitast at vera. Listaviðgerðin í bókini hevur slagsíðu til fyrimuns fyri nøkur ávís listafólk, men til bága fyri onnur, ið verða lýst úr einum negativum sjónarhorni. Útsagnirnar um Grafiska Verkstað Føroya á síðu 326, har leiðarin á verkstaðnum verður nevndur við navni sum partamaður við tey (ónevndu) listafólkini, ið ikki vildu samstarva við fyrrverandi Listasavnsstjóran, kunnu als ikki góðtakast, ei heldur kunnu vit góðtaka, at listastríðið verður lýst á so partískan og avmarkaðan hátt, sum tað verður gjørt í bókini við smáum seks reglum. Bókin er á donskum og enskum og kann við einsíðaðu viðgerð síni av føroyskari list verða Steinprenti og føroysku listini til óbøtandi skaða.

Vit vilja fegin hava eina frágreiðing frá nevndini fyri Listasavn Føroya um hvussu tað ber til, at henda bókin er komin út, eyðsýniliga uttan nakra skilagóða ritstjórn. Í øðrum lagi vilja vit vegna Steinprent og tey illa viðfarnu listafólkini hava eina umbering og eitt lyfti um, at bókin ikki verður týdd til føroyskt og givin út við tekstinum í verandi líki.

Við hávirðing

Jan Andersson
Fríða Matras Brekku
Zacharias Heinesen
Tróndur Patursson
Torbjørn Olsen
Tóroddur Poulsen
Rannvá Kunoy
Marius Olsen
Hansina Iversen
Olivur við Neyst
Bárður Oskarsson
Brandur Patursson
Birgir Kruse
Bárður Jákupsson
Gyðja Hjalmarsdóttir Didriksen
Kinna Poulsen
Inger Smærup Sørensen
Elin Josefina Smith
Aggi Ásgerð Ásgeirsdóttir
Andrias Andreassen
Tummas Jákup Thomsen
Gunnar Hoydal
Bjørn Kunoy
Herluf Lützen
Búgvi Poulsen
Carl Jóhan Jensen
Hanni Bjartalíð
Hjördis Haack
Hans Pauli Olsen
Súsan í Jákupsstovu
Oddfríður Marni Rasmussen
Sunleif Rasmussen
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð