Skip to main content

Litir í miðbýnum





Maria Poulsen og Gamli Bókahandil í fagrasta summarblóma í miðbýnum í morgun. Og so nýggi svarti kassin millum tveir gular og ein bláan við farstøðina í Havn, avmyndaður í gárkvøldið og aftur í morgun. Ikki er tað pent (Myndir: Birgir Kruse)

Litir og litaval eru so ymisk í miðbýnum í Havn. Lukkutíð. Men nú svalliga summarið er yvir okkum, tykjast summir handlar at spretta, sum vóru teir blómur, ið fagna tí syndri av summari, okkara knattstøða loyvir. Meðan privata initiativið tykist royna at lívga um okkara stóru palett, tykist tað almenna at ganga hinvegin. Á hásumri hava Tórshavnar Havn og -kommuna sett ein svartan kassa millum tveir gular hjá Smyril Line og ein bláan hjá Strandferðsluni og Bygdaleiðum. Fyrsta og seinasta sjón hjá teim ferðandi, ið velja sjógvin. Fyri stuttum var ein ráðstevna um estetikk, fagurfrøði, í býnum og almenna rúminum yvirhøvur. Løgið, at tað almenna brúkar ein annan palett enn tey privatu. Man tað vera tí, at hann er ódýrari, skattafíggjaði paletturin í almenna rúminum? Spyrst, so livst.