Skip to main content

Austin í ring


Vanligt er at amerikanskar gøtur hava nummur sum nøvn. Hesin morgunin byrjaði við at ganga oman á Aðru Gøtu, sum eisini hevur navn eftir býarsoninum Willie Nelson. Hann er farin um eftirlønaraldur og reiðuliga tað, men hevur enn stóran týdning fyri býin og tónleikin her, ikki minst orðafellið Keep Austin Weird, sum sæst í somu gøtu á málaðu kúnni, ið eisni er eitt eyðkenni fyri Austin.


Longur uppi í gøtuni fóru vit inn í eina meksikanska cantina at fáa okkum morgunmat. Meksikanska borðgentan, Maya, borðreiddi smílandi í bakgarðinum, sum var svalligur í tiltakandi hitanum.



Eftir morgunmatin gingu vit eftir brúnni um Coloradoánna, ið rennur gjøgnum býin. Undir brúnni sóu vit skelti, ið ávaraðu um flogmýs, ein ikki skuldi nerta. Forvitin av hesum funnu vit útav, at júst her undir brúnni í grannalagnum hjá okkum, var heimsins størsta flogmýsasetur, hagar útferðir verða gjørdar á nátt. Avgjørt ein paralellur við drunnhvítan í Nólsoy. Hotellið er fyrsti bygningur eftir brúnna.




Fram við áarbakkanum ganga fólk við hundi, súkkla ella rógva. Í hesum hugnaliga umhvørvi er standmynd reist av gittarleikaranum Stevie Ray Vaughn, sum doyði í tyrluvalukku í 1990, tá hann tók ferðaseðilin hjá Eric Clapton. Ikki sørt at ein hugsaði um sangin hjá Hank Williams yngra Standing in the Shadows of a Very Famous Man.





So preiaðu vit taksasjafførin Marty. Prátingasamur og í gulum bili koyrdi hann okkum til honky tonk staðin Broken Spoke, sum undir kørgum umstøðum hevur latið upp fyri øllum gamal- og nýklassiskum countrynøvnum av honky tonk slagnum síðani 1964.




Í túninum stendur ein avgamal túrbussur hjá Texas Top Hands Western Swing Band, sum er tað western swing orkestur, ið hevur hildið longst á at spæla yvirhøvur. Tá Rusty Locke, sum spældi steelgittar, doyði 90 ára gamal í fjør, var eingin teirra eftir á lívi. Texas Top Hands spældu fyri Tex Ritter, Hopalong Cassidy, Gene Autry og - the one and only - Hank Williams, tíggju dagar innan hann gekk av verðini.


Inni í Broken Spoke sæst mangt og hvat, til dømis ein av mongu elgittarunum hjá Waylon Jennings og ein plátuhúsi hjá George Strait, sum plagdi at koma her. Húsin er sprettur upp og hongur á vegginum, so fólk, helst konufólk við reyðari varrastoft, kunnu mussa hann. Sum sagt so gjørt. No big deal. Og júst so eru tey her, no big deal. Sjálvspeiandi siga tey, at hetta er ein turistfella, Tourist Trap. Men vist og satt er, at størri turistfellur enda handa eru sæddar fyrr í hesum øki.




Innast er dansihøllin, sum er víðakend, hóst pallurin og útgerðin har eru syndarlig. Men soleiðis eru karmarnir her. Kom og spæl ella lat vera. Eisini verður undirvíst í dansi, sum hoyrir seg til sjangruna á hesum leiðum, Texas Tush Push og so framvegis. Niðanfyri er Sólrun komin inn í dansihøllina í Broken Spoke, meðan eg standi við gamla kassaapparátið og royni stemplið, sum skal setast á hvørja hond til leygarkvøldsdansin.




Eftir Broken Spoke koyrdu vit í taxabili til The Continental, sum síðani 1957 hevur verið ein meiri stórbýarkendur spælistaður við landmark-frámerki. Her sungu tvær kvinnur, hin lokala Toni Price, og so Eilen Jewel úr Boston. Hin fyrra savnaði nógv fólk, meðan Jewel ikki hepnaðist so væl, hóast sangirnir vóru framúr, serliga tá hon tulkaði atfinningarsamar sangir sum Deep As Your Pocket hjá Lorettu Lynn og ikki minst við gittarleikaranum Jerry Miller, ið við rumblespæli ljóðaði sum Duane Eddy og í løtum ein punkutur Link Wray, men eisini við einum lítlum frámerki av Chet Atkins. Fyrr var illa.





Í hesum grannalagnum eru sjáldsamir handlar og matstovur. Í eina handilsglugganum seldu tey hønutaskur, ja dámutaskur, ið eru hønur, sum liggja á. Sjáldsamt eins og alt annað í hesum øki í Austin.





Veit ikki, um teir ovurhonds mongu stivlarnir og hattarnir í Allen Boots er so sjáldsamir. Men stuttligt er at ganga millum hillarnar og kenna leðrið í ektaðum snake skin boots from way down south og blómustivlum, sum teim hjá Emmylou, og royna ein hatt, sum ikki passar, hvussu eg so seti hann. Sjálvt ikki hin størsti Statson passaði á høvdið. Men Unn fann ein, ið passaði.





So var komið til nátturðatíð. Taxasjafførurin hevði peikað okkum á eitt gott stað, men ikki fyrr enn vit komu mett og væl sett útaftur, varnaðust vit, at hann hevði víst til eina aðra matstovu, tvey hús longur niðri. Líkamikið. Ódýra meksikanska máltíðin á Guero's Taco Bar mettaði, hóst hon ikki var eitt gastroniomiskt upplivilsi og vit undraðust yvir smakkleysa taxasjafførin. Jú, teir eru góðir og tænastuvilligir, taxasjafførarnir í Austin.


Vit gingu tann langa teinin heim til hotellið og hittu ein gamlan kenning av sættu gøtu, 6th Street, frá kvøldinum fyri, har hann sprakk og hoppaði og var so ovurhondsfegin eftir allari gøtuni, inni og úti. Men ikki brýggjaðu vit okkum so nógv um henda døkka vinmann. Vit lata hann standa eina løtu niðanfyri.