Skip to main content

Palo Duro Canyon



Í amerikanska valstríðnum hava tey nevnt at nýggjastu átøkini hjá Obama, forseta, lættliga kunnu blíva hansara CCC. Hvat goymir seg í hesi stytting, upplivdu vit í lítla býnum Canyon, sunnanfyri Amarillo. Har er, sum navnið sigur, ein canyon, Duro Alto Canyon. Í kreppuraktu tríatiárunum fór Roosvelt, forseti, undur New Deal tiltakið The Civilian Conservation Corps. Árini 1933-1937 var eitt svart og hvítt arbeiðslið sett saman at gera vegir og smá gistingarhús í hesi canyon, sum í dag er eitt týðandi ferðamál, har norðuri í Texas.