Skip to main content

485.000 krónur til 9 filmar


Katrin Ottarsdóttir, omanfyri, fekk 100.000 krónur frá Mentamálaráðnum so hon kann gera spælifilin Ludo lidnan. Tað boðar Mentamálaráðið frá í dag, nú tað á fyrsta sinni nakrantíð eru settir pengar av á fíggjarlógini til film. Ráðið hevur stuðlað níggju filmsverkætlanum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, er fegin um, at tað við hesum er brotið upp úr nýggjum á kreativa mentanarøkinum, og at serstaka játtanin til film nú kann vera við til at menna filmsøkið. - Við stuðlinum verður møguligt at fremja fleiri filmsverkætlanir, sum vit vónandi fara at síggja góð úrslit av, sigur Bjørn Kalsø. Stuðulin verður latin til hugskotsmenning, framleiðslu, útbreiðslu og liðugtgerð, sum alt eru týðandi tættir, tá filmar verða gjørdir, sigur Mentamálaráðið, sum upplýsir at tað vóru tilsamans 22 umsóknir, og av hesum fingu níggju stuðul, sum tilsamans er 485.000 kr. Stuðulin er latin til stuttfilm, heimildarfilm, teknifilm og spælifilm. Verkætlanirnar, sum hava fingið stuðul, eru hesar:

Blue Bird Film, liðugtgerð av spælifilminum Ludo, 100.000,00
Anton Petersen, spælifilmur Stain, 85.000,00
Lítla Dímun, dokumentarfilmur um lítlu Dímun, 50.000,00
Einar Larsen, Kolasøgan 1750 til 2000, 50.000,00
Torfinnur Jákupsson, krimi sjónvarpsfilmur Trom, 50.000,00
Green Animation Studios, filmur um Kópakonuna, 50.000,00
Ingun í Skrivarastovu, Summarnátt og Vetrarmorgun, útbreiðsla, 45.000,00
Sakaris Stórá, at menna leikrit til spælifilm, 40.000,00
Sámal Jákup Jakobsen, filmurin Eld, men ikki eldri, 15.000,00