Skip to main content

Heystleyv, polkaprikkar og elgskálvar


Heyst er í Danmark. Tað staðfesti myndatólið undur gulgrøna leyvinum og reyðu berunum í felagsgarðinum í Dovregade á Amager. Og norðuri í Louisiana stendur eitt polaprikkut grasker fyri durinum.


Listasavnið Louisiana í Humlebæk á Norðursælandi sýnir í hesum døgum retrospektiv og eisini spildurnýggj verk hjá 86 ára gomlu japonsku Yayoi Kusama, sum skrivar og málar í Tokyo og í dag er heimsins fremsta Instagramstjørna.


Tað er fyrstu ferð at Kusama sýnir fram í einum Norðurlandi. Næsta ár fer framsýningin til Oslo, Stockholm og Helsingfors. Tað er The Japan Foundation frá 1972, sum skipar fyri. Hóast retrospektiv, eru eisini spildurnýggj verk á framsýningini. Litríka frisan niðanfyri er My Eternal Soul, sum Kusama fór undir í 2009. Hon setti sær fyri at mála hundrað, men nú er málið tíggjutúsund málningar.

Risastóru reyðu og gulu mynsturverkini frá 1960 eru ein avbjóðing at fotografera, ella yvirhøvur at endurgeva á nakran hátt. Tey mugu upplivast, so sum tey eru gjørd frá fyrstu hond og bara har, sum tey eru til skjals. Tey eru snurrandi gandur, sum bara gerst livandi tá tú hyggur og bráddliga sært og upplivir listina, sum fer heilt útum kantin. Tí verður viðmælt at vitja og uppliva hesa framsýning, har áskoðarin altíð er partur av verkunum, tí hann verður drigin inn í tey, verkini, antin tey eru reyð- ella gulmynstrut. Her er Jógvan framman fyri ævinliga reyða netprikkutamynstrinum hjá Kusama.


Bretska avísin The Observer hevur fyrr í ár skýrt Kusama bæði polkaprikkaprinsessu og heimins best umtókta kvinnuliga listafólk.


The Guardian skrivar, at í 2008 varð ein málningur hjá Kusama seldur á uppboðsølu hjá Christie’s í New York fyri 5,1 millión dollars, sum er listarligt kynsmet. Eingin livandi listakvinna hevur nakrantíð selt ein málning fyri so nógvar pengar. Tá er lagamanni at sóla sær, tí nú vilja øll síggja giraffin.


Úr giraffprikkuta rúminum er hetta útsýnið: graskør so langt eygað røkkur.


Og inni í giraffprikkuta rúminum er eydnast at skapa eina sjáldsama samanrenning millum savnsgestin og hallusinerandi veggjaverkið, so øll vilja avmynda seg sjálvan.


Eisini bloggarin verður tikin av dilluni at avmynda seg sjálvan í ævigt speglandi rúmunum hjá Kusama á Louisiana. Fyrst um hornið í gulprikkuta giraffrúminum við hond í lumma, og síðani við framsýningarskránni fram fyri spegilsmyndini í reyðprikkuta ballónrúminum, har ein barnakona gekk framvið og lyftið rúmið í nýggjar hæddir.


Lista- og mentaredaktiónirnar á donsku bløðunum hava tikið sjáldsama væl ímóti framsýningini á Louisiana. Kristelig Dagblad skrivar, at Kusama er ‘fabelagtig og visuelt opulent, en pragtfuld totaliscenesættelse’, meðan Politiken ber saman við framsýningina Riverbed hjá Ólavi Eliasson, sum eg vitjaði í september fjør, og sigur soleiðis um aktuellu Kusamaframsýningina: ‘Der er så meget smæk på de rumlige effekter, at Louisianas sydfløj føles mere uigenkendelig, end da Olafur Eliasson installerede en flodseng i den. Udstillingen er en fryd at opleve.’


Yayoi Kusama er kend fyri markantar polkaprikkar og bleytar fallosar í øllum tøkni, støddum og litum, ikki minst psykedeliskum litum og endurtakandi mynstrum við heitum sum sjálvstýning, self-obliteration, við uppafturtøku at gera seg sjálvan til einkis, sum tá tey gera surimi úr ektaðari vøru, men vaska allan fiskin úr fiskinum. Ein meditativ hugsan, sum gjøgnum terapeutiska rørslu verður til listarligt avrik.


Millum verkini eru filmar og sitat, har Kusama greiðir frá um listarliga arbeiðið, og gevur okkum innlit í maniskar metodur. Her er eitt sitat frá 1965 sett á ein hvítan vegg í Louisiana:


Í 1957 flutti Kusama til USA og bleiv partur av avant-gard pallinum í New York, har hon í 60’unum sýndi fram saman við Andy Warhol, Claes Oldenburg og Jasper Johns. Hon bleiv seinni partur av amerikansku popart og serliga hippie rørsluni, og skipaði fyri happennings við naknum fólki á brúgvum og øðrum almennum støðum, meðan hon málaði prikkar á tey.


Í 1973 flutti hon aftur til Japan, ætlaði at selja list, men tað gekk ikki sum ætlað. Avleiðingin varð, at í 1977 læt hon seg leggja inn á eitt psykiatriskt sjúkrahús í Tokyo, har hon enn býr og málar. - Eg vóni at verða eitt gott listafólk, tá eg doyggi, skrivar hon á einum veggi í Louisiana. Úr Tokyo hevur Kusama eisini gjørt film og sniðgivið mótaklæði, skrivað sjálvsævisøgu, skaldsøgur og eitt yrkingasavn. Hon setur seg sjálva inn í nógvar myndir, men altíð soleiðis, at hon gongur í eitt við tapetið.


Listaverkini, ið byggja á konseptlist, verða um allan heim sýnd fram sum dømi um feminismu, minimalismu, surrealismu, popart og abstrakta ekspressionismu. Týðuligt er, at verkini ofta eru sjálvævisøgulig. Her er ein spektakulerur speglsalur fyri fimm fólk í senn. Eins og í konteynaranum hjá Tróndi, síggja vit út í endaleysa ævinleikan, kanska eru vit á rísmarkini, har bleytir polkaprikkutir soppar, ella fallosar um tú vilt, vaksa upp úr moldini.


Eftir hesa sjáldsomu útferð í tíð, rúmi og huga hjá 86 ára gomlu Yayoi Kusama, er myrkrið fallið á og vit steðga í næsta grannahúsi, sum er Gl. Humelebæk Kro, ið heldur 275 ára føðingardag við elgskálvi á matskránni og Gustav Winkler í kongabláa hátalaranum.


Eins og japanska framsýningin á Louisiana, ið er opin til 24. januar í 2016, verður viðmæld, so verður eisini viðmælt at støkka inn á gólvið í Gl. Humlebæk Kro, ið longu nú er sum ein klassisk norðurlendsk jólastova. Væl gagnist!