Skip to main content

Verðin á veggin


So er útselda heimskortið hjá Námi aftur á goymslu á Bókamiðsøluni. Tað er laminerað og krevur ein stóran vegg, tí tað er 102,5 cm x 138,6 cm til støddar. So stór er verðin, tá hon í hesari niðurfelling er 1:22000000.

Umframt at kortið er dagført við íbúgvatølum undir fløggunum í neðra, er ein broyting gjørd eftir altjóða kravi frá forlagnum Collins.

Tað er at broyta navnið Persaflógvi til Flógvin.

Víst varð til, at á øllum málum verður í dag sagt Flógvin, uttan at knýta Persia at heitinum.

Helst er tað kríggið, ið hevur skapt hesa siðvenju. Á enskum verður til dømis sagt The Gulf War, á týskum Der Golfkrieg og á donskum Golfkrigen.

Á Wikipedia er tað bara á íslendskum, at sagt verður Persaflóastríðið. Á sama staði verður sagt Flógvakríggið á føroyskum.

Tí talar alt fyri, at Persaflógvin á føroyska heimskortinum hereftir bara kallast Flógvin.