Skip to main content

Bara ikki her hjá okkum


Fyri 50 árum síðan varð eitt dupultmorð framt í Havn. Eg fylti 10 ár sama dagin og fólk vita, at til denna dag høvdu tey ikki vitað av morði í Havn í 300 ár.

Um hesa skakandi hending hevur Suni Merkistein fyri tíð síðan gjørt eina sending í Kringvarpinum at senda til alt landið. Tað er ikki fyri at vera skaðafróður ella gleðast, hvussu kann ein sorgarsøga sum henda verða orsøk til tað, men at leita aftur til hendingina og fáa eina hugmynd av, hvat fór fram, tá ein føroyskur læraraskúlanæmingur skeyt eina norska gentu og síðan seg sjálvan.

Umframt javnaldrar, er norska systurin ein kelda, og so tey fáu orðini, sum stóðu í Dimmalætting og ikki í nakrari aðrari føroyskari avís. Tað varð tagt burtur í miðlunum. Hóast eg minnist akkurát hvar dupultmorðið fór fram, so verður hendingin framhaldandi ein kollektiv avnoktan. Í hvussu er í almenna rúminum.

Við sakførara, sum umboðar føroysku familjuna, verður sendingin stegða og ikki send Føroya fólki. VP avmyndaði skránna, innan sendingin varð tikin burtur av hósdagsskránni.


Sjálvandi er tað eitt kjak vert, um familjan skal kunna steðga einari sending, 50 ár eftir hendingina, hvussu sámulig hon so er at siga frá og at brúka tær keldur, sum enn eru tøkar.

Men tað minkar ikki um mytologsku dimensiónina, sum hendingin nú fær í hvørjum skýmaskoti, tá eingin sleppur at síggja dokumentarfilmin Ást fjalir lyti. Eg fari at halda at tøgnin aftur hevur vunnið, um vit ikki sleppa at síggja hesa sending, sum nú av álvara hevur hvest mítt forvitni. Ikki bara fyri hendingini, men eisini tí at onkur vil ikki lata meg sleppa at síggja hana. Eg missi ein part av Føroya søgu í eini byltingartíð.

Eftir stendur tann berliga fatan, at einki ilt hendur her hjá okkum. Tað er bara burturi í heimi, fjart frá okkum, at sjalusimorð, enntá dupult, fara fram. Tað hendur bara ikki her hjá okkum.

Hví velur føroyingurin tøgnina?