Skip to main content

Bressa á terrassu


Í fyrsta summarhitanum í dag havi eg roynt meg sum býflugufotograf á terrassuni. Sum í sanginum um Lítla summarfuglin hjá Bjørn Tidmand í 1968, sveimaði býflugan frá blómu til blómu, so stundir vóru at fokusera á hana, fluguna, so hvørt hon setti seg. Í leitanini á netinum kom eg púra óvæntað fram á upprunan til ssummarfuglasangin, sum Ludvig Brandstrup og Elith Worsing skrivaðu til Tivoli Revyen í 1921. Mangt er hjá flugu at finna.

Men hvat var hetta fyri ein fluga? Eftir at hava spurt á Facebook og fingið nøkur boð, skrivaði eg til Jens-Kjeld Jensen í Nólsoy, sum eftir lítlari løtu kundi siga, at hetta var ein Syrphus torvus fyrstu ferð lýst av russiska diplomatinum Carl Robert Osten-Sacken í 1875, og á føroyskum kallað Stapabressa. Í yvirliti yvir blómuflugur frá árinum 2000, sigur Jens-Kjeld Jensen at Stapabressa er á flogi frá 21. mai til 10. september.