Skip to main content

Summarið komið


Í dag tyktist sum um summarið var komið til Havnar. Klárur himmal og ikki ein ond á Skálatrøð, har bátarnir spegla sær í Vestaru vág. Tað er triði mai og fyrstu ferð í ár, at eg siggi hitamátaran vísa tveysiffraði tøl, heilt upp í 13.


Æðurnar svambla framman fyri Westward Ho inni í summarheita krókinum við Høgu kei.


Bundnu bátarnir skyggja í øllum litum. Ístaðin fyri at vera til útróðrar, eru teir myndaevni hjá fyrstu ferðafólkunum, sum longu síggjast og hoyrast í býnum. Í ár koma 48 ferðamannaskip á Havnina. Tey plaga at verða førd ekspress í bussi út á bygd, so helst fara vit framhaldandi ikki at síggja nakað til tey í Havn.


Í summarhitanum luktar av olju, tað bráar á vágni, onkur hoyrist pumpa bátin, og aðrir starta motorin at hoyra um alt er klárt innan fyrsta summartúr út á fjørðin.


Ein gardinubátur kemur inn í Vágsbotn, vendur og leggur at. Hann órógvar stilla vatnið so til pass, at allir litir glógva av nýggjum í brotnu vatnskorpuni.


Undur Bryggjubakka eru stilass sett upp framvið flestu bygningunum, sum gera summarklárt. Arbeiðsmenninir glinta um kapp við teir umborð á Ran, sum liggur við Vestaru bryggju.


Ytst undir Bryggjubakka, heilt úti móti Tinganesi, liggur ein teinæringur, haldi næstan at tað er Royður, sum Kaj Hammer smíðaði í 2012. Í baksýni síggjast allir konteynarnir hjá Faroe Ship og teimum, sum lasta farm á bryggjuni.


Brúgvarnar eru tjóraðar og bundnar uppá kross, so tær ikki reka til havs meðan havnarmenn mála, drekka kaffi og gera bátarnar summarklárar.


Yviri við Strond síggjast uppankraðu farmaskipini, sum bíða eftir makreltjansi á fjørðinum. Frammanfyri eru hegn- og húsakonstruktiónir, sum helst hoyra til seyða- og gásahald hjá Júst.


Eitt gásapar fer eftir rygginum meðan seinrapartssólin lækkar, og Nólsoyarmyllurnar enn ikki mala.


Tvær likkur standa og ivast um tær skulu fara ella ikki, meðan Clash hoyrast spæla Should I stay or should I go umborð á frambygda Kaldbaksbátinum á fjørðinum.


Tað er so stilt, at alt hoyrist. Eitt varisligt suð av bilum í tí fjara, annars eingin larmur, hvørki av tyrlu ella klondykefarmarum úti á fjørðinum. Fylti vindvimpulin á tyrlupallinum stendur næstan stillur.


Heima á summarterrassuni, sum fyrstu ferð er opin í ár, hugna kiskurnar hjá Bjørg og Dánial sær í nýkomnu maisólini. Flekkuta honin er Findus og hin niðara gráa er Misja. Summarið er um at byrja.