Skip to main content

Verður send sum ætlað


Sjónvarpssendingin Ást fjalir lýti, sum varð tikin av skránni, er nú komin aftur á Kringvarpsskránna. Hon verður send í annaðkvøld kl 19:20. Giti, at hetta verður mest sædda føroyska sjónvarpssending. Tað er Suni Merkistein, ið hevur gjørt sendingina, sum varpar ljós á norsku Ann Alfredsen, sum 22 ára gomul varð myrd í Havn tann 17. juni 1967. Fólk flest minnast gentuna og hendingina, onkur tí hon var ein vøkur og nógv umbiðin hárfríðkanarkvinna úr útlandinum, og onnur minnast hendingina tí at húsini, hon búði í, vórðu kallað Víkarhúsið, tí har búðu so nógvar gentur úr Haldórsvík. Í dag eru húsini burtur. Jógvan Sundstein hevði einaferð grannskoðaravirki á somu grund, har Kommunufelagið í dag heldur til.