Skip to main content

Dagsins filmsbók


Barry Blitt hevur teknað nýggjastu permuna á amerikanska vikutíðarritinum The New Yorker, sum eg við fragd havi lisið ókeypis á netinum í seinastuni. Grounded er heitið á tekningini, har gamli Trump syftir unga Trump av Air Force One og sparkar Jared Kushner oman gjøgnum trappurnar.

Nú er ókeypis haldið uppi, so nú kenni eg meg sjálvan grounded og ivist í, um eg skal bróta prinsippið, aldri at gjalda fyri nakað á netinum.

Í so máta eri eg sum allir aðrir føroyingar.

Keyp, og serliga lesnaður, á netinum skal vera fyri einki.

Ikki tí, í hesum føri eru eingi nýggj snildi ella gadgets, sum freista, men bara vælskrivaðar greinar, serliga tær um mentan, tað verið seg um alternativa Trumpfatan, aktuellan film, ella hví amerikanskt útvarp ikki vil spæla George Strait, ið enn gongur í uppbrotnum kovboybuksum, sum var hann ein føroyskur línumaður við klaðsekki á herðunum.

Kanska er The New Yorker eitt nýbrot, ein landkenning á netinum, at her er endiliga nakað, sum er vert at gjalda fyri. Skriving, sum glógvar og einki annað. Bara skriving.

Men tað, sum amerikanska netlesingin førdi við sær í dag, var ein innbjóðing til ein filmklubba, ið kjakast á netinum um seriøs ting. Filmsting. Eg læt meg freista, og so kom fyrsti spurningur:


Her kemur mítt føroyskt bundna svar í markleysa cyberspace:


Ikki er hann seldur enn, optiónsrætturin til "Tað heita summarið" hjá Høgna. Men tað kundi eg hugsað mær at fari út í verðina við. Livst so spyrst. Ímeðan er ein mynd, sum er klipt av uppboðssøluni hjá Dals: