Skip to main content

Panoramafiskur frá Jóhan


Hvønn týsdag í summar bjóða Jóhan Joensen, kokkur, og hansara professionella tænastulið eitt fiskaborð, so feskt, breitt og vælkomponerað, sum eg ikki havi sæð fyrr í Havn. Feskastur er høgguslokkurin, sum er kropin inn í dagsins hummararúsur og tískil kemur livandi inn í køkin.


Tað er á Panorama ovast á Hafnia, sum eins og húsini uttanum, er staðið upp av nýggjum við hópin av viðskiftafólkum av allari klótuni. Betri útsikt yvir dómkirkjuna og gomlu grønu Summarhavnina finst ikki á nakrari matstovu niðri í býnum.



Tað er sjálvtøkuborð, sum er so stórt, at ein skal ansa sær ikki at eta seg um rygg, og eta heming á seg. Tú er sjálvur tænari og ger av, hvat kemur á borðiskarnar, ið verða tiknir so hvørt teir eru tómir, ella nærkast teirri støðuni. Niðanfyri eru fyrstu improviseraðu inngangsserveringarnar. Breyð og turt kjøt til vinstru og jomfrúhummari til høgru fyri kalda vatnglasinum. Fremst fyri er obligatoriski parturin av mínum kalda borði - turr grind, turrur fiskur, spik og epli. Tað eydnast altíð væl við tílík høvi, ikki minst tá ólavsøkan nærkast. Síðan sæst igulker, øða, kræklingur, laksur og annað sjógæti, sum er eins stuttligt at skoða og at smakka.



Onnur kompositión upp móti stóra fiskaborðinum á Panorama er havtaska, tunga og hávur. Nú er ein pilsnari góður, hóast vínskráin er bæði umfatandi og sannførandi.


Omaná eru køkur, trifla, rákrem, frukt og kaffi. Tá lítli Olaf er við, er altíð samband við grannaborðini, sum eisini kenna til at abbast. Tað er tað sama í øllum londum, vissa tey meg um. At abbast.


So er bara eftir at taka eina mynd av Marjuni og Olaf á svalanum yvir Húsabrúgv og gomlu Havnini, nú summarmjørkin legst yvir býin.


Og so er fuglurin flogin. Hesuferð av tekjuni hjá Eyðuni í grannahúsunum á Tórsbyrgi. Yvir og farin.