Skip to main content

Í dag er at melda til Geytan


Í dag og fram til á midnátt í kvøld er seinasta frest at melda til Geytan. Um ein mánað, 5. januar í 2018, skal tilmeldaði stuttfilmurin sendast til Norðurlandahúsið, har Geytavinnarin verður avdúkaður leygarkvøldið 24. februar. Útlendskur dómari er hesuferð Hlýnur Pálmason, sum er aktuellur við filminum Vinterbrødre.