Skip to main content

Dreymar við havið til Göteborg


Eftir Tromsø í Noregi, sum eftir atgongumerkjasølu er hin størsta filmstevnan har í landinum, fer Sakaris Stórá við filminum Dreymar við havið á hina allarstørstu norðurlendsku filmsstevnuna. Tað er Göteborg Film Festival, har føroyski filmurin er við í skránni Nordic Lights.

Svenska filmsstevnan byrjaði varisliga í 1979. Í dag verða umleið 450 filmar úr 80 ymisum londum sýndir í 10 dagar um mánaðarskiftið januar-februar. Hvørt ár vitja fleiri enn 160.000 filmshugaði fólk á stevnuni, sum tí er av týdningarmestu filmssølumarknaðum á okkara leiðum, siga framleiðararnir. Høvuðsvinningurin, sum er ein millión svenskar krónur, er harumfrmat størsta filmsvirðisløn í heiminum.

Dreymar við havið var á trimum filmsstevnum í 2017, eftir at hava gingið fyri fullum húsum í Havnar Bio, har Filmsfelagi skipaði fyri frumsýning 6. september.

Framleiðararnir fegnast um góðu móttøkuna, filmurin hevur fingið bæði í Føroyum og uttanlands, og tey gleða seg til enn fleiri sýningar í 2018.