Skip to main content

Kristin landslagslist


Undir yvirskriftini Ætla at seta stóran kross á Høganes, skrivaði Vilmund Jacobsen herfyri um ein fimtan metur høgan kross, kanska ein vindharpa, sum ein persónur við Skálafjørðin, helst av Strondum, ætlar at seta á Høganes, har sum undirsjóvartunnilin kemur upp um ikki so langa tíð. Ætlandi verður krossurin úr glasi, verður sagt. Kjakið gongur dúgliga á einum Facebook bólki, sum rópast túnatos í Nes kommunu.

Í netverkssamfelagnum er ikki so torført at fáa at vita, hvør umsøkjarin er, og fyri hvønn hann rennur tingakross. Men tað er ikki so áhugavert, sum at ein samd kommuna tekur undir við tílíkum. Ja, tílíkum. Tí hetta slag av propaganda- ella bara politiskari list við innilæstum boðskapi, havi eg ikki sæð so ágangandi í nøkrum landslagi fyrr, burtursæð frá í Tucumcari í New Mexico í USA.


Myndina av høgu krossunum tók eg í 2011. Stóri hvíti bilurin, ein Mitsubishi Endeavor, sum er 1,8 metur høgur, stendur longst til høgru og gevur eina fatan av støddini.

Handilskamarið á staðnum, Tucumcari County Chamber of Commerce, sum við áhuga fylgir føroysku krossætlanini, upplýsir í dag, at tað var ein privatur landeigari, sum reisti krossarnar á egnari jørð í 2006, at gera vart við faith, kristna trúgv, "as a demonstration of faith by the original landowner." Amerikansku krossarnir eru millum 25 og 30 føtur høgir, tað vil siga væl lægri enn føroyski krossurin, sum ætlanin er at reisa á Høganesi. Infoportalurin sær málið sum tað reina skemt, og sigur frá, at felagið Gudloysi fer at reisa eina mynd av Darwin á sama stað.


Sjálvandi elvir eitt tílíkt gerandismerkt hugskot til mótsettar hugsanir og átøk, sum kunnu skapa ein nýggjan kjarna í politiskari aktiónslist.

Í hesum døgum hava vit dag um dag sæð tveir biograffilmar, sum í innihaldi byggja á kristinhvít harrasymbol av tí einoygdum ómegdarslagnum, men í báðum førum við deyðiligum útgangi, tí einki øsir fólk sum religiøsur symbolikkur. Annar filmurin er týski Aus dem Nichts og hin er norski Utøya 22. juli. Seinasti krossfarin er ikki farin.

Men so leingi einki ítøkiligt byggimál er lagt fyri Nes kommunu, hevur umrøddi borgari ikki fingið nakað loyvi at reisa høga krossin á komandi trafikknesið. So nú er at krossa skógvar og fingrar, skal henda margháttliga ætlan krossast og forpurrast og ikki elva til eitt arsenal av átrúnaðarligum symbolum. Tí sum skrivað stendur í Halgubók: Verið ongum til ástoyt ella meinboga! Tað er henda ætlan á Høganesi so tað forslær, ástoytur og meinbogi.