Skip to main content

Listin er ikki til sølu


Netflix hevur gjørt tað aftur - ein framúr film við avbjóðandi undirhaldi í nógvum løgum til tey, sum síggja stroymingartænastuna heima í stovuni. Velvet Buzzsaw er heitið á nýggja filminum, sum varð frumsýndur fríggjadagin. Og tað er ikki ein møðsom røð við repeterandi klisjéfigurum við innsettum lesbiskum senum, men ein kompaktur undirhaldsfilmur í spælifilmslongd.


Tað er leikstjórin og handritahøvundurin Tony Gilroy (f.1959), sum er úr Santa Monica, ið hevur gjørt sarkastisku nøtri- og ræðusøguna um náðileysa yvirstættarummælaran Morf Vandewalt (Jake Gyllenhaal), sum gongur savn av savni at ummæla modernaða list fyri fremstu miðlar, til hann rennir seg í so fløktar samansvørjingar, at hann má endurskoða bæði tilveru og leiklut sum ummælari. Til ovseint er hjá mest sum øllum.


Ein ókendur málari, Vetril Dease, er deyður og verður av tilvild funnin. Hóast hin deyði hevur sagt, at einki skal seljast, er freistingin ov stór, og hann verður heitasta navn hjá kuratorum og listasøvnum. Í júst hesum tørni er søgan ikki ólík eins sarkastiska filminum Square (2017) hjá svenska Ruben Östlund. Men Velvet Buzzsaw fer nógv longur enn bara at kommentera fyribrigdið list í samfelagnum og samfelagið í listini. Amerikanski filmurin, ið byrjar stuttligur, við framúr fyndigum dialogi, sum springur vælupplagdur munn av munni, krevur offur og verður ein óunniligur blóðdryppandi ræðufilmur við sjokkeffektum, sum eg ikki skal avdúkað, men sum koma fram tá armarnir á forvitna listasavnsgestinum verða stungnir inn í hol at vita, hvat hendir, tí tað er tølandi uppskriftin fyri markleysu nýlistina hjá yvirstættini. Nýggj mørk, at merkja at ein er til, men eisini nýggj hámørk á kassauppgerðini.


Allir teir seldu málningarnir, sum er stolnir úr deyðsbúgvinum hjá ókenda manninum, fáa eitt egið lív, ið eins og í Netflixfilminum Bird Box (Susanne Bier 2018) endar við tí vissa deyða fyri áskoðaran, ið letur seg tøla. Eisini tá tatoveringin hjá kvinnuliga høvuðsleikaranum Rene Russo við filmsheitinum, Velvet Buzzsaw, fer at mala á nakkanum og gera um seg sum ein Buzzsaw, fyrr sum punk nú sum veruleiki. Aftur her er John Malkovich ein av lyklaleikarunum hjá Netflix. Ikki fyrr enn málningarnir enda millum fátæk og heimleys á gøtuni heldur deyðadómurin, sum flýtur í kjalarvørrinum á málningunum, uppat. Ein undirhaldandi álvarsøga á Netflix um at skapa hype kring ókenda list fyri at seta hana til sølu, listina, ikki so nógv fyri at vinna pening, sum at vinna makt í listarliga landslagnum. Við hetta lag fer Netflix at verða nýggi moralisturin í altjóða samfelagnum. Velvet Buzzsaw verður eins og Bird Box viðmældur uppá tað heitasta.