Skip to main content

Skal eg hava sleggju við, næstu ferð eg vitji eina katólska kirkju?


Í kjalarvørrinum av tveimum drúgvum heimildarfilmum um eina industriella poppstjørnu, sum almannarásirnar DR og NRK hava víst púra ókeypis inn í hvørja føroyska stovu, og í norska førinum við einum reklamuskilti í endanum fyri einum hjálparfelagsskapi, eru krøvini til miðlabrúkaran vorðin so hvøss, at nú má visuelli førleikin flyta inn í skúlarnar ájavnt við gamla maktbókstavin. Bókstavamentanin er um at hokna undir visualiseringum, sum í mínum eygum - og oyrum - eru kortsluttandi egosentriskar. Sosialu miðlarnir blíva so ágangandi, og mentanarliga frísetingin hjá týska Thomas Ziehe, sum vit, ið eru eldri, nógv eldri, vuksu upp við, er blivin eitt haft um beinini, tí øll fríseting er flutt inn á sosialu miðlarnar, sum umframt at vera ein miðsavnað pengamaskina, ið mergsýgur alt lokalt, er eitt bergljóð, eitt afturljóð, eitt ekkókamar, har vit bara hoyra og kunngera egnar meiningar, ja og so partvís meiningarnar hjá viðhaldsfólkum, treytað av at vit kenna tær frammanundan, meiningarnar. Ella verða tey slettaði, tey sum meina nakað annað enn vit. Soleiðis er tað. Vit eru um at fara longur aftur enn Luther og Gutenberg, og halda hánt um alla vitan og alla tøkni og førleikar at formidla. Sjálvsentreraðu mótpolarnir hava aldri verið meira konfliktfyltir og konfliktbornir, ja lívsendamálið hjá dagsins meiningsberarum er konfliktin í sjálvum sær. Og so at taka sær rætt, í berari sjálvshevd, at seta konfliktina á skrá. Tí eg haldi, tað skal vera so. Eg eigi paddin, eg eigi pennin, eg eigi fonina. Eisini vilsti kampanjumakarin, sum var á gáttini hjá Githu Nørby at gera eina sjeytímars portrettsamrøðu. Maktina hevur formidlarin, devulsettur ella ikki. Annað er ikki til. Sokallaður journalistikkur er vorðin ein egosentrisk framdrift av kampanjuslagnum, fyri tann, sum vil betala, ella skapa mær ein nýggjan marglætispall. What's in it for me. Tíðindaidéologar kalla tað format. Eg kalli tað tíðarspilla. Og eg havi sæð sendingarnar um Michael Jackson. Havi eisini sæð nýggjastu heimildarfilmarnar um Ingmar Bergman, har hann verður lýstur sum...ja, sjálvt á blogginum fái eg meg ikki at siga tað...men tað fær meg ikki at brenna hansara filmar. Heldur ikki teir hjá Lars von Trier. Og so er tað tað. Tá eg ferðist til stórbýir eru katólskar kirkjur mítt yndismál. Og mín yndissangur er hann hjá George Harrison Awaiting on you All, sum Phil Spector hevur produserað. Í hesum sangi sigur mystiski bitilin nøkur vælvald orð um pávan sum verðsligan maktfaktor. Ikki eitt orð um katólska pedofilihevd ella morðdømda Spector. Hvat skal eg gera, næstu ferð eg fari inn í eina katólska stórbýarkirkju? Skal eg hava sleggju við? Og fara almannarásirnar, fyrst og fremst áðurnevndu DR og NRK, at senda jólarøðuna hjá pávanum aftur í ár? Ella er hetta bara tann reina sjálvshevd hjá meiningsdannarum, ið eru í kríggj við tey, sum í løtuni eiga sangbókina hjá Jackson? Alment dannandi skúlin má taka sær um reiggj, og fara at leggja størri denta á annað enn bókstavin.