Skip to main content

Tá indignasjónin manglar og eingin politikari hevur áhuga


Tvey heimleys húski, ella í minsta lagi partstíðarheimleys, okkara millum beint nú. Tað var uppleggið, byrjanin og karmurin um Kringvarpssendingina Hóskandi heim søkist í fjøruti minuttir í sjónvarpinum í kvøld.

Takkað verið Kringvarpinum er tað ein sannroynd, at Filmsføroyar standa sterkar at filma sosiala rangsíðu akkurát so, sum hon er, rangsíðan. Sterkasta drívmegi í tílíkum heimildum, sum vit til dømis hava sæð í spælifilmi hjá Sakaris Stórá, er sosiala indignasjónin, sum bæði kann draga á tað karga og á tað poetiska. Sosiala indignasjónin er ein drívmegi, sum vil broyting, og tí áhaldandi gongur á politisku skipanina. Ein fongur fyri heimildarfilm.

Men her var hvørki drívmegi ella hoyrilig politisk skipan.

Vit byrja í fullum dagsljósi millum raðhús við likkum í bakljóði. So hoyra vit upp í saman um ein komandi 1. desember, tá eina húskið skal út. At so langt er fráliðið, órógvar meg. Eg vil hava styttri framleiðslutíð, ella at órógvandi tíðarfaktorar verða kliptir úr søguni. Var tað so, at jólini spældu uppímóti, so hevði afturvendandi upplýsingin effekt og orsøk. Eg vil hava tíðarrættari søgur. Her og nú. Ikki hálvt ára gamlar og eldri um átrokandi nútíðarviðurskifti.

Konstateri gjøgnum sendingina, at her eru ljósar og penar myndir við føstum kamera. Allan vegin. Gjøgnumgangandi fati eg innihaldið sum upplýsing til brúkaran, serliga hin unga, sum var tað ein dannilsis-sending hjá eini rekruterandi bankaungdómsdeild. Eg leiðist við estetikkin, tí eftir forhondsumrøðuni havi eg girað meg upp til í minsta lagi ein farra av køksvask-realismu, sum fer undir húðina og vendir ranguna út á hesum vemmiliga samfelag, okkara egna, sum fer soleiðis við einligum uppihaldarum við børnum í fleirtali.

Fátækraváðin er ov lítið niðurbardur í okkara sokallaða vælferðarsamfelag við besta gini-tali og samhaldsfesti. Hesi bæði seinastu viðurskifti eru heilt greitt innantóm uppáhald, sum bara kunnu brúkast í eini tíðarvilstari fyrstamaidagsrøðu.

Sendingin alliérar seg í alt ov stóran mun við bankaveldið, og aksepterar støðuna akkurát so, sum hon er. Eingin politikari, heldur ikki kommunalir, verða grillaðir og hildnir til svars fyri katastrofalu íbúðarstøðuna. Verið aftur og aftur sannførdur um, at hetta er ein reklama fyri eini ungdómsdeild hjá einum av bankastovnunum. Og tað er ikki gott, tá álvarsliga evnið verður hildið fram og kunngjørt í reypi undan sendingini. Faktiskt botnvánligt, tí eg kenni meg hvørki virdan ella upplýstan, var eg í teirra støðu, sum rakt eru. Hetta er ov yvirfladiskt.

So hoyra vit um hin fryntliga John, sum hevur keypt hús á bygd, og er farin at leiga kjallaran út. Hjá Joan í Hoyvík, sum eisini ætlaði at leiga út, er so hvítt og vakurt sum í dreymi, eini idéell hús at seta upp ímóti einum fuktigum kjallara, har fátækafólk búgva. Tí soleiðis veit eg, at støðan altíð hevur verið, ikki bara í Havn, men har búgva tey flestu, men út um landið alt. Hetta verður ikki gjørt í sendingini. Ístaðin fyri at fáa eina konkreta mynd av stættarsamfelagnum, flaknar søgan út og verður nøkur tóm, ella í minsta lagi linliga veik, postulat hjá ungum einligum mammum.

Eg vildi givið teimum eina munandi harðari og meiri indigneraða rødd, hesum mammum. Eingin talar teirra søk. Politikaraletið og politikarafráveran er total. So total, at Sarita og omman fara út at banka á dyrnar at spyrja eftir íbúð. Miðlarnir eru einastu pallar hjá teimum, sum eru illa fyri, til dømis tá umræður íbúð, og sum kanska hava nomið við næsta stig, sum er at blíva heimleys. Hetta er veruligt. Henda veruleika klæddi sendingin seg ikki í. Tí varð hon ov tannleys og ov lítið viðkomandi.

Men skúrbýirnir fingi ein undir vangan. Quick and dirty, sum Andras kallar teir. Andras er einasti forsprákari og verji hjá fólki í íbúðarneyð. Restin er no mercy, deep no mercy. 2500 eru á bíðilista. Ímeðan standa 1500 sethús tóm, Airbnb bjóðar eina rúgvu, men fyri tey, ið kyst hava heimloysið, eru ongar skjótar loysnir. Tað sigur sjálvt frelsandi talsmaðurin, Andras.

Ungu mammurnar siga tað sama, sum hevur verið soviputan hjá sosialpolitikarum alla okkara tíð: “Fari eg til Danmarkar, so fái eg eina íbúð og kann halda fram at lesa.” Heldur ikki hin 76 ára gamla hevur eina hóskandi íbúð, hóast hon eigur og leingi hevur átt egin hús. Íbúðarmarknaðurin er ikki lagaður til nakran av teim tørvum, sum vit hóast alt fáa eitt varisligt innlit í. Aftur ein adressa, eitt neyðarróp um tú vilt, til politikararnar. Men tað er so eiðasørt. Sjálvt bankakvinnan sigur at politiska skipanin má vakna.

Politiski parturin verður avdúkaður sum hin veikasti. Tað var ikki óvæntað, tí politiskt hevur hetta økið ikki verið raðfest yvirhøvur. Í hvussu er ein flokkur, og hann er heilt stórur og gamalsøguligur, sigur, at íbúð er eitt privatmál. Eitt mál hjá einstaklinginum.

Húsahávar og íbúðaokrarar eru eisini okkara millum og hava altíð verið tað, eins og í søgunum hjá Dickens. Tað sæst sjónligast við katastrofalu Karlamagnusarbreyt í Hoyvík og er eitt lítið minniligt avrik fyri býráðspolitikkarar í høvuðsstaðnum. Nú hava somu politikarar samtykt at loyva bygging av enn fleiri skundíbúðum, sum onkur í skipanini kann lukrera uppá. Alt í skundi, sjálvandi. Tað er mammon, og ikki fólkaræði, sum situr við kommunala borðendan í Havn.

Men ta dýpd hevði sendingin, ella heimildarfilmurin, ikki. Ta sannkenning má eg gita meg fram til millum annað við at lurta eftir býraðsfundi, sum er samstundis. Dekningurin av íbúðarneyðini eigur og má verða munin hvassari.

Hetta var ikki nóg gott.

PS! Solby Christiansdóttir, sum hevur gjørt heimildarfilmin saman við Hans Peturi Hansen, ger vart við, at umrøddi dagur er fyrsti desember í ár og ikki í fjør.