Skip to main content

Hvat verður Skálatrøð brúkt til?


Mynd: Hvannrók, Vagnur Michelsen

Sum sæst á hesi mynd, verður Skálatrøð brúkt til parkeringspláss. Frá klokkan átta-níggju um morgunin til klokkan fýra-fimm út á seinrapartin standa tveyhundrað og fjøruti bilar parkeraðir her allar arbeiðsdagar. Frídagar eru teir burtur. Bilarnir hava eisini eigarar. Teir eru til arbeiðs á skrivstovum sum ikki eru ov langt burturi. Har sita bileigararnir, sum frammanundan upptaka eitt parkeringspláss hvør á besta parkettplássi í norðuratlantiska bláperluhøvuðsstaðnum, á síni fløtu reyv og upptaka tvífalt so nógv pláss, um teir ikki koyrdu til arbeiðis, men brúktu kollektivu skattafíggjaðu bussbýðarferðsluna. Slett einki pláss høvdu somu persónar brúkt, um teir sótu á kontórum og gingu millum húsini, sum eru í útryðjuni á býnum. Og heilt nógv, sum parkera, arbeiða eisini á miðbýarskrivstovum, har sama skrivstovuveldi eisini eigur skrivstovur í ýtryðjuni av býnum, men heldur spekulera í at leiga út. Hetta gera pengasterkastu fyritøkur í landinum samstundis sum tær alment reypa sær av at eiga milliardir á bók. Púra óskammaðar. Nú er ein onnur fyritøka, hon er hesumegin Reynið, farin at savna inn undirskriftir fyri at halda støðuni fastari, so parkett-besta-samfelags-plássið í norðuratlantiska bláperluhøvuðsstaðnum kann halda fram sum - parkeringspláss. Ja, halt tær fast. Bilparkeringspláss. Hjá skrivstovufólki, ið eisini leggur hald á fermetrar av søguligum húsum, sum fólk kundu búð í eftir somu tankum, sum úti á Reyni, har bæði kommuna og íbúgvar í fullum álvara hava eftirlýst bústaðarskyldu, so ljós sæst í vindeygunum eftir arbeiðstíð. Longur upp í eftir-arbeiðstíð-deyða býnum hevur kommunan longu keypt vakrastu og mest søguligu bestaborgarahúsini frá Anton Degn og niðan eftir føstu framlinjuni á Tinghúsvegnum, sum eingin torir at fara um. Framlinjuna. Endamálið er ikki at hýsa fólki í neyð ella tilfluttum smábarnafamiljum. Nei, tað er til skrivstovur í deyða býnum. Eg má savna mær megi at taka inn og skilja, hvat meint verður við, tá eigarin av flestu húsunum og leigumálunum út til tey tvey hundraðogfjøruti parkeringsplássini á Skálatrøð er farin at savna undirskriftir inn móti einum tjóðpalli. Men hvat - hetta er ein virðiskampur. Um bleyt og hørð leigumál, um bleyt og hørð í ferðsluni, um bleyt og hørð í handilslívinnu, um bleyt og hørð í mentanini, um bleyt og hørð í listini. Nei, eg sigi bara sum so, at eg vóni at niðasta hæddin í tjóðpallinum í Havn verður ein biografur. So kann alt hitt byggjast omaná. Hvar hann so verður, á einum parkeringsplássi ella í einum grótbroti, tjóðpallurin. Í meðan kann Tórshavn spegla sær í vágni. Av Skálatrøð.